Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-30, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 2015síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Mikudagur 1. juli 2015 · Nr. 74 Tá ið tað kemur til søgu um máln­ingin, so eru 46 ár ikki nógv . Føroysk málningalist er heldur ikki gomul, men hugs­andi er, at hon hóast tað er komin væl undan. Símun Johanne­sen(1900-1983), far­bróð­ir, var tann fyrsti í Fuglafirði, sum tók um pensil­in og fór at mála máln­ing­ar. Hetta var fyrst í tjúgu­num, at Símun málaði leik­tjøld­ini til leikin hjá Dala­ bónd­um . Beskytteren lá við bryggju og komu marin­ ar­ar­nir at síggja leikin við sjefi­num, Lagoni, á odda. Í steðgi­num spældi onkur upp á har­mon­iku og Piddi –( S.P.P yngri) - spældi upp á violin, so ikki kann sigast annað enn, at hesi fólk hava verið fram­mar­laga. Tann, sum stóð fyri leiki­num, var Magnus Andreas­sen – Magnus hjá Sjúrði, og tað er hann, sum hev­ur sagt mær hetta í 1981. Leiktjøld Yvirmenninir á Beskytteren( ella á Islands Falk) vóru til sýningina og søgdu, at leik­ tjøldini vóru meistara­verk... “Det er fantastisk godt lavet!” Ja, føroyingurin er altíð komin undan, hóast truplar umstøður. Magnus greiðir frá... Tjøldini mál­ aði Símun uppi í Toftum hjá foreldrunum, Johannu Mariu og Thomasi Johanne­ sen, í kamari sínum. Hann brúkti tann eina veggin at hanga tjøldini uppá, so hvørt sum hann málaði tey. Tey vóru sjálvandi í ymsum stødd­um og sniðum. Summi við fjøllum og dølum á vóru so stór, at eitt tók allan vegg­ in.. Hetta var dygdar ar­beiði, hann útinti. Magnus sigur, at hann og onnur við hjálp­ tu honum og gingu honum til handa. Tjøldini vóru í tríati árunum beind burtur og goymd á loftinum í dansi­ stovuni. Tey eru tíverri ikki til longur. Spell! Onkur kundi havt áhuga Í, hvat ein ólærd­ ur kundi útinna fyri 63 árum síða­ni. – Ólærdur var hann tó ikki, tí seinni var hann út­lærd­ur málari/polstrari hjá Petur Snikk í Havn, men tað lista­liga var honum í kjøtið borið. Svá vóru orðini, ið Magnus segði mær (Frits). Hann málaði sjálvandi eisini málningar, og eru fleiri teirra til skjals enn tann dag í bygd­ini og víða um. Hans J. Hansen Ein annar listaligur úr­mæl­ing­ur í bygd­ ini, Hans Jakku Han­sen , Hans J. yngri á Brúnni, fødd­ur 1928 og doyðï 2003 75 ára gamal, hevur lagt nógv eftir seg í skald­skapi, tón­ list og máln­inga­ list. Hann var tann fyrsti í bygd­ini, sum sýndi fram á Ólav­ søku­fram­sýningini í fimmti árunum, og tann fyrsti, sum hevði einsæris sýn­ing bæði í Klaksvík og í Havn­ ini. Hetta var í 1960. Hann var eisini tann, sum birti upp undir at fara undir eina málningaframsýningina á Varmakeldu. Sum sagt, so gjørt. Vit vóru 10 tilsamans, sum sýndu fram tá. Fleiri av teim­um liggja í dag undir mold­um, men ikki so fá eru enn uppi á døgum og eru virk­in enn tann dag í dagn á tí listaliga økinum. Dóttir Hans, Hallveig Hansdóttir, ið býr niðri, verður við á fram­sýningini í ár. Hon hev­ur sanniliga gjørt vart við seg og hevur sýnt fram í New York í seinastuni og fing­ið gott skotsmál . Hon fer í næstum at sýna fram í Amsterdam í Hollandi. Ja, páp­in og mamman, Wil­hel­ mina, høvdu verið stolt, um tey høvdu livað. Hallveig og systurin, Rúna, fara at stilla út í Ribarhúsi eftir Varma­ keldu.. Meðan Varma­keldu­fram­ sýn­ingin er opin, kunnu fólk eisini leita sær út á gong­ina í framhaldsdeildini í skúlanum og hyggja at barna­list­ini, ið har hongur. Framsýningin er opin frá kl. 16:00 til kl 20:00 bæði leygardagin 4.juli og sunnu­ dagin 5. juli. Hon verður sett fríggja­dagin 3. juli kl 17:00. Varmakelduframsýningin 46 ár á baki