fríggjadagur 3. juli 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Grafiskt snið/layout:
Pætur Eyðunsson Jensen
Uppseting: Sosialurin,
tekniska deild
Prent: Prentmiðstøðin
Miðlahúsið:
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Lýsingar
Frida Mellemgaard,
lýsingasamskipari
lysing@sosialurin.fo
tel. 341826
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
3. juli 2015
– Eg eri rætti formaðurin at leiða Sam
bandsflokkin, og eg havi lagt rygg til
nógv seinastu árini
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannsen, eftir at
landsnevndin hjá Sambandsflokkinum – sam
bært honum – gav honum sín fulla stuðul at
halda fram sum løgmaður, at halda fram sum
formðaur Sambandsfloksins og at føra Sam
bandsflokkin gjøgnum næsta løgtingsvalstríð.
Eftir útsøgnini at døma stendur eingin
Kaj Leo Holm Johannsen kurl í Sambands
flokkinum. Niðurstøðan hjá Hans Gammel
toft-Hansen hevur einki upp á seg, tí øll kunnu
koma til at gera feilir.
– Eg havi einki skeivt gjørt. Tað eru eingi
prógv fyri tí, sum Hans Gammeltoft-Hansen
kemur til, og eg havi bara borið tað víðari, sum
míni embætisfólk hava sagt mær, sigur Kaj Leo
Holm Johannesen.
Soleiðis bendir alt á, at Sambandsflokkurin
ongar politiskar avleiðingar fer at taka av niður
støðuni, sum soleiðis verður sligin upp í glens.
Men tað hevur staðið á í Sambandsfokkinum
av trúvirðistrupulleikanum, sum niðurstøðan
hevur givið flokkinum – men eisini av úrsliti
num av fólkatingsvalinum, har serliga ringa
persónliga úrslitið hjá Kaj Leo Holm Johannsen
gjørdi, at flokkurin misti fólkatingsesssin.
Men innanhýsiskritikkurin í Sambands
flokkinum stendst ikki bara av hesum seinastu
málunum við formanninum. Fleiri hava nevnt,
at tað er ein røð av málum, sum hava ført til, at
tað nú er sett spurnartekin við trúvirði á polit
isku skipanina.
Bárður Nielsen hevur sagt, at í øðrum lond
um fara ráðharrar frá fyri smáting.
– Eg haldi, at løgmaður sjálvur eigur at taka
avleiðingarnar. Tað kann ongantíð forsvarast
at geva rangar upplýsingar fyri løgtinginum,
segði Bárður Nielsen og legði dent á, at tað nú
er ein spruningur um álit og trúvirði á politisku
skipanina sum heild.
Tað hevur verið maktpáliggjandi hjá løg
manni at koma ígjøgnum hendan bortasjógvin.
Men hóast hann letst sum um, at allar súður er
syftar, so eru tær neyvan tað. Tað er opið kríggj
í baklandinum hjá Sambandsflokkinum, har
tungir og trúgvir stuðlar vilja hava formannin
frá.
Um niðurstøðan hjá Sambandsflokkinum
á Gamla Apoteki á middegi hósdagin er tann
endaliga, so verður Sambandsflokkurin uttan
iva stoktur í sínum egna feitti – ella
misálit verður reist ímóti løg
manni á ólavsøku
Komandi vikurnar verður Vikuskift
is Sosialurin latin í ein summar ham
Blaðið fer tí at vera merkt av, at tónleikur,
mentan og ferðing eru í hásæti hesa kom
andi tíðina. Hesa vikuna hava vit eitt nú
eina samrøðu við tiltiknu rokkararnir úr
bólkinum SIC, sum vit hittu í venjingarhølu
num í Margarinfabrikkini, nú teir gera klárt
til at trína á pall aftur Við Múrin, eftir tvey
ár í dvala.
Vit frætta eisini frá matenthusiastum,
sum seta orð á hvussu Føroyar smakka,
og hvussu tú kanst fáa tað besta burturúr
tí, sum náttúran hevur at bjóða. Tjóðhild
Patursson hevur í hesum blaðnum eitt boð
uppá, hvussu tú fært nýtt Hvann í tínari
matgerð.
Í Klaksvík leggja tey nógv fyri at minnast
og skapa minningarstøð fyri Nólsoyar Páll,
men hvør var kona hansara, og hví fáa kvinn
urnar í søgu okkara onga rúmd? Tað hevur
Mimmy Vágsheyg úr Klaksvík eina greiða
meining um, sum sæst á síðu 12 í blaðnum.
Hendan tíðin er eisini merkt av, at løg
tingsvalið nærkast. Í Vikuskiftis Sosialinum
komandi vikurnar fara vit at varpa ljós á
nøkur av teimum málunum, sum hava fylt
mest seinasta valskeiðið. Hesaferð er tað
Skálafjarðartunnilin, sum er til viðgerðar. Vit
vísa á hvar málið byrjaði, hvar málið liggur
nú og hvussu politiski myndugleikin valdi at
fara frá ætlanini um ein privatan tunnil, til
tveir almennar tunlar.
Sniðgeving, matur, tónleikur, politikkur
og mangt annað verður at lesa í Vikuskiftis
Sosialinum komandi vikurnar, nú summarið
er komið yvir okkum.
Gott summar og góðan lesihug!
Tað er trupult at nýta gjaldskort í
Grikkalandi
Støðan í
Grikkalandi er
óviss í løtuni,
og tað er bliv
ið meira trup
ult at brúka
gjaldskort til
at taka pengar
út við og at
gjalda við.
Tí mælir Eik
Banki sínum viðskiftafólkum, sum skulu ferð
ast í Grikkalandi, til at taka reiðan pening við.
– Best er tí at taka nakað av reiðum peningi
við sær. Tað er loyvt at taka upp til 10.000 evrur
við sær inn í Grikkalands. Minst tó til ikki at
taka nógv meira pening við, enn tú væntar at
brúka, tí sokallað ‘pengaeftirlit’ er, tá tú fert úr
aftur Grikkalandi, sigur
Eik Banki.
Av onkrum av
oyggjunum frættist, at
tað er sera trupult at
gjalda við gjaldskorti.
Kaj Leo syftir allar súður
Takið reiðan
pening við
Vikuskiftis Sosialurin
Ráð til ferðafólk
Orðabókin:
Les eisini blaðið
á telefonini
Um úrslitið av
fólkatingsvalinum
Zakarias Wang
Kjak síða 26
Ælabogar
í gronina
Eirikur í Jákups
stovu Klumman
síða 26
Visti tú?
At tað um middags
leitið í gjár búðu
7.325.757.448 fólk í
øllum heiminum?
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Løgmanskrivstovan tulkar nýg
Latin í summarham
Løgmaður vil vera við, at orðið »urigtig«
á donskum ikki er tað sama sum »ósatt«
á føroyskum. Men tað er bæði »ósatt« og
»urigtigt« at siga tað – sambært orðabókini...
urigtig
hvk -t l
óbeinur, ósannur, órættur, skeivur, rangur;
(løgfr.) urigtige erklæringer ósannar váttanir;
(løgfr.) urigtige oplysninger óbeinar upplýsingar!