Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juli 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 3. juli 2015 sosialurin 75 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: »Hevði tað bara verið líka lætt at sloppið av við pundini í Føroyum, sum tað er á Jersey« Sæð á Facebook: »Ætlaði at fara ein stimingar­ túr við bátinum ímorgun. Tordi ikki – um eg nú sá eina grind ella eina nýsu« ítróttastevna fyri oyggjatjóðir [en. Island Games] Hesa vikuna hava Oyggjaleikinir verið hildnir á Jersey. Tað er felagsskapurin International Island Games Association, ið stílar fyri leikunum, sum verða hildnir annaðhvørt ár. Fyrstu leikirnir vóru á Isle of Man í 1985, og síðani hava leikirnir ferðast ímillum luttakandi oyggjarnar – serliga bretskar og norðurlendskar oyggjar. Føroyar hýstu leikunum í 1989 og vóru uppá tal til leikirnar í 2019, men Føroyar tóku sína umsókn atur, tí vissa var ikki fingin um, at Føroyar kundu skipa fyri kappingum í neyðuga talinum av ítróttargreinum. Høgni L. Højgaard er tann fyrsti deyvi føroy­ ingurin, ið tekur prógv sum byggi­frøðingur. Á eyka býráðsfundi sam­ tyktir Klaksvíkar Býráð at góðkenna endaligu ætlanina fyri bygging av Biskupstorgi í miðbýnum í Klaksvík, sum fevnir um 30 íbúðir umframt kjallara og veghædd til mið­staðaendamál so sum handlar, mat­ stovur og annað. Johnny í Grótinum er settur sum nýggjur stjóri á Lands­sjúkrahúsinum. Bankamaðurin John Henrik Holm er settur í starvið sum skúlastjóri í Vágs skúla. Sunda- og Eiðis kommunur undirskriva avtalu um, at Sunda kommuna verður einsamallur eigari av Felags­skúlanum. Avtalað er, at Sunda kommuna rindar Eiðis kommunu 12,5 mió.kr. Team Rynkeby súkklufólkin savnast í Klaksvík, haðani ferðin til París byrjar. Úrslitið av landsrokn­skap­ inum fyri 2014, áðrenn fram­flytingar av løgum, var eitt hall upp á 89 mió. kr., og tað er 175 mió. kr. betri enn samtykta fíggjar­lógin fyri 2014. Oyggjaleikir Bílegg ein granskara Vísindavøkan á ferð Mest nýtta orðið hesa vikuna ...uppá ein minutt av kvinnunum í Suðuroy vóru arbeiðsleysar í mai mánaði. Í øllum hinum økjunum í landinum var arbeiðsloysið millum kvinnur lægri. 5,8% mangt og hvat Nú kanst tú bíleggja ein granskara til ókeypis fyrilestur Granskingarráðið og granskingar­stovnar­ nar í Føroyum  fara nú undir nýtt átak í sambandi við Vísindavøkuna 2015. Miðnámsskúlar, stovnar, fyritøkur, feløg, kirkjur, samkomu og onnur hava fingið innbjóðing at bíleggja ein granskara at koma at halda fyrilestur hjá tykkum ein av døgunum 21. – 24. september. Tað kann bæði vera um dagin og um kvøldið, til dømis til eitt lima- ella starvsfólkatiltak. Treytirnar eru einfaldar: Tann, sum tekur ímóti einum fyrilestrahaldara, skal lýsa við tiltakinum, eitt nú í telduposti til starvs­fólk ella limir, á Facebook, við tíðinda­skrivi ella lýsing í miðlunum. Tað skal vera ein uppvørpa á staðnum og mikrofon um neyðugt. Tað skal vera pláss fyri, at í minsta lagi 20 fólk kunnu koma til tiltakið. Granskararnir gera hetta sum part av sínum starvi og skulu ikki hava sam­ sýning fyri fyrilesturin. Avtalur verða gjørdar í tí røð, sum tað verður bílagt, so tey sum spyrja fyrst, hava fyrsta rætt. Tveir tímar eftir at inn­ bjóðingin var send út, vóru longu tríggir fyri­lestrar umbidnir. Fríggjadagin 25. september verður Vísindavøka í granskarasetrinum. Granskingarráðið og onnur bjóða granskarar fram til ókeypis fyrilestrar Leita eftir nýggjum X Factor stjørnum Er tað tú? Nú verður leitað eftir avloys­ arunum hjá Jógvani Joensen og hinum X Factor stjørnunum Danmarks Radio hevur gjørt av, at enn eitt umfar av X Factor verður hildið fyrst í komandi ári. X Factor hevur verið ein av størstu sukseum í donskum sjónvarpi seinastu árini, og DR skipar fyri enn einari kapping. Føroyskir sangarar hava verið profilar í fleiri av kappingunum. Linda Andrews vann á sinni kappingina, men eisini Anna Nygaard, Sveinur Gaard Olsen og Jógvan Joensen hava verið millum X Factor stjørnurnar. Nú hevur DR boðað frá, at fyrstu upp­ tøku­royndirnar til X Factor verða hildnar í august mánaði. Tann 19. august verður sonevnt “precasting” í DR býnum í Keyp­ manna­havn og tann 25 august hjá DR í Aarhus. Ert tú eldri enn 15 ár, kanst tú nú bjóða teg fram til kappingina. Meira fæst at vita um X Factor kapping­ ina á heimasíðuni hjá DR, og har verða luttøkutreytirnar eisini staðfestar. Jógvan Joensen endaði sum nummar 2 í ársins X Factor kapping Visti tú? Føroyingar brúktu í fjør 217.547 tons av olju fyrst og fremst www.in.fo