fríggjadagur 3. juli 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. juli 2015
sosialurin 75
23
Sum dagligur leiðari á Hotel Skálavík, fært tú ábyrgdina av dagliga
rakstrinum av hotellinum og starvsfólkunum, ið har eru. Tað tú dugir best,
er at arbeiða skipa, leiða, selja og geva eina góða tænastu. Saman við einum
sterkum toymi av sølufólki hjá Smyril Line og sølu- og tænastufólki á Hotel
Skálavík, skalt tú seta í verk og føra víðari ætlanir, ið eru lagdar fyri hotellið.
Í tínum starvi vísir tú til Svein í Heiðunum, ið er tænastuleiðari á Smyril Line
og virkandi leiðari á Hotel Skálavík.
Á Hotel Skálavík er kundin altíð fremstur í huga. Tí skalt tú lættliga kunna
seta teg inn í tað, ið kundanum tørvar. Tú skalt vera væl skipað/ur og duga
væl at leggja tilrættis og gera langtíðarætlanir. Tú mást duga at hugsa nýtt
og tú mást skilja og duga sølu og tænastu.
Arbeiðsøkið hjá tær er vítt. Tað umfatar, millum annað, at:
» Hava dagligu leiðsluna av hotellinum og starvsfólkunum
» Samskipa ráðstevnur, fundir v.m.
» Leggja arbeiðið til rættis, leiða og vegleiða
» Samskipa sølu- og marknaðarføring saman við starvsfólki á Smyril Line
Umframt omanfyri standandi eru tað altíð fleiri uppgávur, ið koma aftrat. Tískil
er umráðandi, at tú kann umstilla teg og taka ímóti avbjóðingum við opnum
sinni. Arbeiðstíðin er vanliga 40 tímar um vikuna, og talan er um skiftandi
arbeiðstíðir. Tú mást eisini vera til reiðar at taka longri arbeiðsdagar.
Persónlig førleikakrøv:
» Tú dugir væl at samskifta á føroyskum, enskum og donskum.
» Tú dugir og torir at taka avgerðir og at ganga undan
» Tú ert ágrýtin og hevur lætt við at skapa nýggj sambond
» Tú dugir væl at leggja ætlanir og at taka skjótar avgerðir
» At leiða fellir tær lætt
» Tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir í hotell- ella ferðavinnuni, men
eingin treyt
Løn og setanartreytir verða ásettar í samrøðu við leiðsluna.
Vilt tú hava fleiri upplýsingar, skriva til Henny á Líknargøtu, sølu og
marknaðarstjóra á Smyril Line: henny@smyrilline.fo ella ring á telefon 235900.
Umsóknin skal sendast til henny@smyrilline.fo áðrenn 19. juli 2015.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Smyril Line · Yviri við Strond 1 · P.O.Box 370 · 110 Tórshavn · Faroe Islands · Tlf 34 59 00 · Fax 34 59 01 · office@smyrilline.fo · www.smyrilline.fo
KUNDI TÚ HUGSAÐ TÆR AT VERIÐ PARTUR
AV LEIÐSLUTOYMINUM Á HOTEL SKÁLAVÍK?