Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juli 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Eirikur Lindenskov Redaktiónin red@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tekniska deild t@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Jenis av Rana heldur, at føroy­ingar eiga at seta somu avmarkingar fyri virk­sem­ inum hjá LGBT, sum man vil seta fyri virkseminum hjá Sea Sheperd. Formaðurin í Miðflokk­ inum er ikki fegin um, at LGBT, ið er felagið hjá sam­ kyndum, tvíkyndum og trans­persónum, aftur í ár fer at skipa fyri sonevnda Faroe Pride tiltakinum, sum millum annað fevnir um eina stóra skrúðgongu gjøgnum miðbýin í Havn. – Hetta er at gera seg inn á gomlu tjóðarhátíð við fremm­andum siðum. Á ólav­søku ganga prestar, løg­ tings­fólk, lands­stýris­fólk og embætis­fólk í skrúð­gongu millum tingið og Havnar Kirkju. Tað er ein skrúð­ gonga, sum vísir, hvørji virði, ið vit byggja samfelagið á. Men seinnu árini er LGBT farin at gera seg inn á hesi virði, sigur Jenis av Rana. Heðin fer ikki at nokta LGBT loyvi Tað er Tórshavnar Komm­ una, ið gevur loyvi til ymsu tiltøkini á ólavsøku, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sigur, at hann fer ikki at nokta LGBT loyvi at skipa fyri Faroe Pride. – Tey sleppa at hava sítt tiltak sum vanligt, sigur Heðin Mortensen, sum held­ ur ikki vil vita av saman­ber­ ingini millum LGBT og Sea Sheperd. – Tað er sum at samanbera perur og bananir. Sea Sheperd er ein felagsskapur, sum ger seg inn á okkum, og tey vilja vit ikki hava at seta sín dám á miðbýin á ólav­ søku, sigur borgarstjórin. terji@sosialurin.fo Leygardagin var útoyggjastevna í Skúvoy. Eini 800 fólk vóru á stevnu, og tað boðar frá, at áhugin fram­ vegis er stórur fyri útoyggj­unum. Tey fáu, sum búgva í oynni, spílaðu seg út saman við teimum, ið kenna seg eiga ábyrgd av bygdini og oynni, hóast tey eru flutt aðra staðni at búgva. Millum luttakararnar vóru fólk úr øðrum útoyggjum – Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykinesi, (Koltri), Hesti og Dímun – og so vóru tað aðrir føroyingar, sum nýttu hetta høvið at vitja fyri fyrstu ferð í Skúvoy, og so útlendsku ferða­ fólkini. Útoyggjastevnan er eitt gott átak, og útoyggjafelagið ger eitt gott arbeiði. Sambært vallistanum til fólkatingsvalið so er samlaða talið á teimum, sum hava valrætt í hesum bygdunum 205. Talið á teimum, sum búgva fast í bygd­ unum, er nakað lægri, og samlaða talið á teimum, sum eru undir val­ aldur, er neyvan hægri enn 20. Stóra avbjóðingin er, hvussu tað verður við útoyggjunum í fram­ tíðini. Ferðasambandið er alt av­ger­ andi, og tað er væl betri nú, enn tað áður hevur verið. Spurningurin er, hvussu tað ber til at gera tað liviligt, og um tað ber til at draga fólk til. Landið stuðlar í ávísan mun, men tað kundi væl verið meiri. Um tað skal vera meining í stuðlinum, so eigur hann at vera til átøk at lyfta arbeiðslívið, og at hann verður veittur til átøk og tiltøk, sum bera við sær, at tað verður arbeiði til tey, sum búgva á útoyggj og til teirra, sum hava hug at búseta seg á útoyggj. At manningin er minkað so nógv tey seinnu árini ber við sær avbjóðing at varðveita og halda tað, sum varð reist og bygt, tá ið tíðirnar vóru betri har úti, enn tær nú eru. Smáar játtanir røkka langt og síggjast væl á útoyggj. Tað er t. d. burturvið, at tað skal vera so nógv dýrari at fáa tilfar úr timburhandli og í útoyggjarnar enn til keyparar í mið­økinum. Í valstríðnum til fólkatingið var í Danmark útjaðarin eitt tema. Tað verður hann ivaleyst eisini í valstríðnum til løgtingsvalið. Føroyar verða fátækari, um tað verður øskukalt í útjaðaranum. Tí eigur politiski myndugleikin í sam­ ráð við útoyggjafelagið at økja um játtanina til útjaðaran, og pengarnir eiga at verða brúktir í samráð við tey sum búleikast har. Um tað ikki verður farið mið­ vísari til verka, so sær framtíðin døpur út, men tað eigur framvegis at vera soleiðis, at tað ber til at halda tørn og vónandi at venda gongdini. Útoyggjafelagið ger eitt gott arbeiði Útoyggjarnar og framtíðin Jenis vil banna samkyndari skrúðgongu Team Rynkeby í Týsklandi Við at brúka lygnir hava LGBT funnist at KVF fyri at loyva talu, ið er ímóti teirra áhuga­ málum Aksel berg ung í miðflokkinum kjak á síðu 10 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana, ætlar at banna skrúðgonguni hjá felagsskapinum LGBT á ólavsøku Føroysku Team Rynkeby súkklar­ arnir eru komnir væl áleiðis á ferð síni niður gjøgnum Evropa fram móti seinasta steðginum, sum er í franska høvuðsstaðnum París Ferðalagið kom við Norrønu til Danmarkar leygar­dagin, og eftir at tey vóru flutt við bussi til býin Padborg beint við markið millum Danmark og Týsk­ land, fóru tey á súkklurnar og súkklaðu eitt strekki inn í Týsklandi. Í gjár blivu um 200 kilo­ metrar súkklaðir, áðrenn ferða­lagið steðgaði á í týska stórbýnum Bremen, har man gisti í nátt. Í dag eru aftur einir 200 kilometrar á skránni. Ferðin hevur gingið væl higartil við fáum punkter­ ingum, og bert onkur smá­ vegis óhapp hava verið. Lagið er gott, ikki minst tí at veðrið eisini hevur verið stak gott at súkkla í. terji@sosialurin.fo