mánadagur 6. juli 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. juli 2015 · Nr. 76
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Føroyska málið ger
innrás á fartelefonir
Nú verður lættari at skriva gott og rætt føroyskt á fartelefonum og paddum. Eirikur Meitilberg hevur ment
nýtt knappaborð, sum ger tað lættari at brúka føroyskar stavir, og fólk fáa hjálp til orðaval og stavseting.
Eyðun Klakstein
Nýggja knappaborðið Speedy
Key, sum er ment til iPhones
og iPads, verður eitt stórt
framstig fyri føroyska málið
og føroyska stavseting í
talgilta heiminum.
Føroyska knappaborðið
ger tað nógv lættari og skjót
ari at brúka føroyskar stavir,
og knappaborðið hevur inn
bygd føroysk orðauppskot
og rættstavara.
– Tað hevur verið tosað
nógv um at fáa føroyska
málið við í nýggju, talgiltu
miðlarnar, og eg eri fegin
um, at eg kann hjálpa før
oyska málinum við hesum
knappaborðinum, sigur Ei
rikur Meitilberg.
Eirikur Meitilberg er 36
ára gamal og úr Havn. Hann
er útlærdur miðlagrafikari
og hevur millum annað
arbeitt sum ábyrgdarsnið
gevi fyri SMS og Eik. Fyri 5
árum síðani stovnaði hann
sítt egna felag, Sp/f Meitil
berg Arts, sum bjóðar gra
fiskar loysnir, heimasíður og
mennir appir. Tað er felag
hansara Sp/f Meitilberg Arts
sum útgevur knappaborðið.
Læra føroyskt
Eitt av hugskotunum hjá
Eiriki Meitilberg er í dag
blivið veruleiki, tí SpeedyKey
knappaborðið er nú at fáa á
App Store.
– Fólk skriva nógv á sín
um iPhone fartelefonum og
iPaddum, og higartil hava
føroyingar verið noyddir at
brúka útlendsk knappaborð,
sum hava verið torfør og sein
at skriva føroyskt við. Hetta
hevur gjørt tað trupult hjá
fólki at skriva gott og pent
føroyskt, tí stavir og stav
seting hava ikki havt bestu
umstøðurnar. Nýggja knappa
borðið ger tað munandi
lættari at brúka føroysku
stavirnar, og orðauppskotini
og rættstavarin hjálpa fólki
at finna orð og stava rætt,
sigur Eirikur Meitilberg.
– Meðan eg havi arbeitt
við knappaborðinum, havi eg
eisini funnið út av, at eg havi
lært nógv um føroyskt mál
við at brúka orðauppskotini
og rættstavaran. Eg eri heilt
einfalt blivin betur til at
skriva føroyskt.
– Eg vóni eisini, at eitt nú
føroyingar í Danmark, sum
skifta til at skriva danskt á
fartelefonum og paddum,
nú fáa lættari við at skriva
føroyskt, sigur hann.
Út í heim
Eirikur
Meitilberg
hevur
seinastu 9 mánaðirnar arb
eitt við at menna føroyska
knappaborðið. Tað byrjaði
sum eitt hugskot at gera tað
lættari at fáa strikurnar uppi
yvir í, ý, á og hinum bók
stavunum, men hugskotið
vaks seg so størri til at blíva
eitt ambitiøst projekt um at
gera eitt altjóða knappaborð,
har føroyskt er ein týdning
armikil partur.
Eirikur hevur brúkt for
ritarar í einari indiskari
fyritøku, sum er von við
at menna appir. Fyritøkan
hevur ment eini 650 appir,
og stórt tal av teimum
enda á hittlistum yvir mest
niðurtiknu appir.
– Knappaborðið inniheld
ur eisini eina danska og
enska útgávu, sum tað ber
til at skifta til. Hetta er í
grundini eitt norðurlendskt
knappaborð, og hini norð
urlendsku málini skulu eis
ini sleppa upp í part, sigur
Eirikur Meitilberg.
Í fyrstu syftu verður
knappaborðið bert selt í
Føroyum og Danmark, men
ætlanin er við tíðini at selja
tað í øðrum londum, og eisini
fáa onnur mál við – til dømis
franskt, spanskt og týskt.
– Av tí at knappaborðið
eisini verður selt á altjóða
marknaðinum, havi eg valt
at geva tí eitt enskt navn,
SpeedyKey. Hetta navnið er
lætt at minnast uttanlands.
Fyrra helvtin av navninum
“Speedy” merkir “skjótleiki”
ella “skjótt", og seinna helvt
in “Key” merkin “knappur”
ella “knappaborð”. Grund
hugsanin er, at tú skrivar
skjótari
við
SpeedyKey
knappaborðinum, sigur Eir
ikur Meitilberg.
Snarvegir
SpeedyKey er ikki bert eitt
knappaborð við føroyskum
máli. Hugskotið við knappa
borðinum er eisini at gera
tað skjótari at brúka ymiskar
funktiónir í einum knappa
borði.
– Til dømis kanst tú flyta
vísaran við at trýsta á glopp-
knappin og førka fingurin til
vinstru og høgru fyri at gera
møguligar rættingar, og tað
er eisini skjótari at sletta heil
orð og skriva tøl og tekin við
einum fingrasveiggi.
Harafturat hevur Speedy
Key eisini eina nýggja tæn
astu, sum onnur knappaborð
ikki hava. Tú kanst leggja
standard boð inn á Speedy
Key og við einum knappi
innseta hesi boð. Hetta er
serstakliga gott til at innseta
sín signatur, teldupost ad
ressur og líknandi. Tú kanst
eisini tilknýta eina áminning
til hesi boð, so tú sum dømi
kundi valt “Eg eri upptikin -
vendi skjótt aftur” og so valt
at fáa eina áminning um 10
minuttir, so tú ikki gloymir
avtaluna.
Skal seljast uttanlands
SpeedyKey
knappaborðið
byrjaði sum eitt hugskot at
gera tað lættari at brúka
føroyska málið í iPhone og
iPad, men knappaborðið kann
nú eisini keypast uttanlands.
– Tað hevur kostað nógv
at ment hetta knappaborðið,
og sølan í Føroyum verður
ikki nóg mikið til at fáa
pengarnar innaftur. Tí havi
eg hugsað frá byrjanini um,
at hetta knappaborðið eisini
skuldi vera áhugavert fyri
tann útlendska brúkaran,
og á tann hátt fáa íløguna
afturgoldna, sigur Eirikur
Meitilberg.
– Eg kundi ynskt mær, at
allir føroyingar fingu knappa
borðið ókeypis, hetta hevði
verið besta loysnin, men tað
havi eg ikki møguleika til,
sum nú er, sigur Eirikur
Meitilberg.
SpeedyKey
kostar
25
krónur á App Store og fæst
bert til iPhone og iPad við
iOS 8 stýrisskipan.
–
Arbeiðið
at
menna
knappaborðið heldur fram,
og dagføringar verða gjørdar
av tí í framtíðini, sigur
Eirikur Meitilberg.
Ein heimasíða er gjørd
til knappaborðið, har fólk
kunnu lesa um tað og fáa
hjálp.
Heimasíðan
eitur:
www.speedykey.com
eydun@sosialurin.fo
- Tað hevur verið tosað nógv um at fáa føroyska málið við í nýggju, talgiltu miðlarnar, og eg eri fegin um, at eg kann hjálpa føroyska málinum við hesum knappaborðinum, sigur Eirikur Meitilberg
Mynd: Álvur Haraldsen