Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juli 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. juli 2015 · Nr. 76 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Mánadagin 29. juni varð ein grein løgd út á facebook- síðuna hjá Ung fyri Mið­ flokkin (UfM). Hetta var eitt leinki til eina grein frá faithit.com, við yvirskriftini 5 ting sum Jesus hevði sagt til samkynda felagsskapin. Vit umsettu tey fimm punk­ tini og løgdu tvær við­merk­ ing­ar til at enda. Greinin var skriv­að soleiðis: 1. “Eg elski teg 2. Eg skilji hvussu tað er at føla seg avvístan 3. Eg var eisini freistaður av synd 4. Eg ynski tað besta fyri teg (sum er Orð og livihátt Bíbliunna) 5. Eg eri her fyri teg gjøgnum alt Vit á Jørð skula minnast at elska øll - men at elska ein merkir ikki at góðtaka syndir hansara (hetta er galdandi fyri alla synd). Samstundis mugu vit skilja, at alt sum Guð biður okkum um, er fyri okkara egna besta.” Orsøkin til at greinin varð løgd út, var m.a. tí at nógv hava fordómar mót­ veg­is Miðflokkinum og UfM í okkara støðu um sam­kynd­ leika. Vit eru ikki ímóti sam­ kyndum borgarum og vit viðurkenna tey sum borgar­ ar, ið eru líka nógv verd fyri Gudi, sum øll onnur. Greinin vís­ur á, at Jesus elskar okk­ um øll, hevur samkenslu fyri okkum og okkara strevi. Tað var greitt í innlegginum, at talan var ikki bara um sam­ kyndleika, men um allar synd­ir - also at vit skulu elska allar syndarar, uttan at góðtaka syndir hansara. Grein­in varð løgd út við kærleika. Vit vóru síðani bjóð­aði í sendingina "Summar­morg­ un” hjá KVF, har vit út­grein­ aðu tey 5 punktini. Tann 5. juni fanst LGBT Før­oyar seg at okkum á teirra facebook-síðu. Eitt brot úr teirra grein sigur: “Tá summi trúgvandi tosa um synd og samkyndleika, verð­ur samkyndi kærleikin ofta síðustillaður við tað sum tey kalla fyri “girnd”, með­an hinskyndi kærleikin mill­ um mann og konu í hjúna­ bandi verður hámettur sum nak­að serstakt, og harvið til­skila tey sær rætt at kalla kærleikin millum tvey av sama fyri syndugan.” Tey leggja okkum undir at síðustilla samkyndan kær­ leika við girnd, men veru­ leik­in er, at tey síðustilla sam­kyndan kærleika við sam­kyndar seksuellar gerðir. Tá vit í útvarpsstovuni vóru spurd um vit meta at sam­ kynd­leiki er synd, so var svar­ið einfalt. Vit síggja at Bíblian áhaldandi umrøður sam­kyndar gerðir sum synd. Vit hava tó ongantíð tala at kærleika, hóast tað er soleiðis tey vilja hava tað at ljóða. Veruleikin er eisini tann, at LGBT Føroyar sjálvi roy­na at tilskila sær rættin at siga, hvat er rætt og skeivt, men royna at snara sann­ leika­num soleiðis at bert vit standa sum dómarar og at tey eru tey dømdu. Hvør dømir veruliga hvønn? LGBT kritiserar KVF fyri at bróta Public Service sáttmálan At enda finnast tey at Kring­ varpi Føroya, har tey skriva: Tað sømir seg als ikki og er avgjørt ikki partur av public service uppgávuni at loyva einum minnilutabólki at útstilla ein annan minni­luta­ bólk fyri opnari mikrofon sum størri og verri syndarar enn aðrir syndarar í Føroyar. Hetta er ein grov lygn. Í sendingini “Summar­morg­ un”, har okkara nevnd­ar­ limur í UfM tosaði um okkara innlegg á Facebook, søg­du vit ongantíð at mennisk­ ju, sum liva tann sam­kynda liviháttin eru “størri og verri syndarar”, enn onnur. Dentur varð lagd­ur á, at tann samkyndi livi­hátt­urin var ein partur av øðr­um syndum sum heild og var tí ikki “størri og verri” enn aðrar syndir. Við at leggja orð í munnin á okkum við at siga, at ein ávís synd er størri og verri enn aðrar synd­ir, siga tey ósatt og gera sær dælt av offurleiklutinum í enn størri mun, av tí at tey tá leggja okkum undir at vera serliga nógv eftir einum ávís­um samfelagsbólki. Ein or­søk til, at vit tosaðu um sam­kynd­ leika sum synd í oman­fyri­ nevndu sending, uttan at fara í eina viðgerð av øðrum synd­um, er tí at vit her vóru biðin um at tosa um okkara bein­leiðis kærleiksfulla inn­ legg, sum viðgjørdi eitt ávíst evni. Public service sáttmálin sig­ur m.a. at teirra innihald skal hava fjølbroytni og skal venda sær til nógvar áhuga­ bólkar, tá talan er um ymisk mál. Eiler Fagra­klett, sum umboð fyri LGBT Føroyar, var sjálv­ur í “Summar­morg­ un” fríggja­dag­in, har tey fingu talutíð. At geva LGBT ósvaraða talu­tíð vildi verið eitt brot á Public Service sáttmálan. Tí­ skil vóru vit bjóðaði við sum ein ávís “mótvekt” og fyri at geva sendingini fjølbroytni. Fjøl­broytni ella “ymiskleiki” er vanliga eitt orð, sum LGBT-aktivistar eru glaðir fyri, men í KVF skal hetta fjøl­broytni ikki røkka út til aðrar áhugabólkar við mót­ stríðandi hugsjónum. Tað meta tey vera brot á Public Service sáttmálan - veru­leik­ in er tó beint øvugt­ur. Spurningurin er so, um LGBT Føroyar ynskja at forða einum kristnum felags­skapi í at tosa um Orð Bíbli­unnar. Hatursknøtturin Eitt tað mest brúkta amboðið hjá LGBT-viðhaldsfólki kring heim­in, hevur verið at leggja per­són­ar, ið ikki stuðla eitt nú teirra sjónarmið uppá hjúna­band, undir at vera “haturs­full”. Í oktobur 2013 hevði danska blaðið “Information” eitt brot úr eini samrøðu við Jenisi av Rana. Jenis varð siter­aður fyri at leggja fram nøk­ur syrgilig hagtøl, sum vístu at samkyndi sam­felags­ bólk­urin er tann bólkurin, ið er harðast raktur av vónloysi, upp­gevan, rúsevnis- og rús­ drekka­misnýtslu og sjálv­ morðs­royndum. Hetta fekk hart aftursvar frá LGBT Føroyum, har tey m.a. søgdu at hansara útsøgn var “háðandi” og “niður­ger­ andi”, og at tey ætlaðu at melda hann fyri brot á grein 266b. Eiler Fagraklett segði tá “at útsøgnin hjá Jenisi av Rana byggir ikki á nakra sum helst vísindalig prógv”. Tó er hetta øgiliga væl prógvað og LGBT-stuðlandi felagsskapir við­ganga hetta eisini, her ímill­um Gay Lesbian Medical Associa­tion og Canadian Rain­bow Health Coalition. Eiler hevur tó á Facebook sein­ni viðurkent hagtøl, sum líkjast júst teimum, sum Jenis legði fram í 2013. Hann skriv­aði: “Harafturat vísa flestu kann­ingar, at LGBTarar hag­frøði­liga framvegis eru í nógv størri vanda fyri at gera sjálv­morð, líða av sálarligum trupul­leik­um ella at misnýta rús­andi evnið.“ Nakrar dagar seinni søgdu LGBT, at tey ikki æt­ laðu at melda Jenis. Allar­ helst funnu tey útav, at onki hald var í ákæru­ni. Grein 266b sigur í stutt­um, at tað er ólógligt at leggja fram hóttandi og niður­ gerandi talu ímóti fólki, sum m.a. grundar á teirra trúgv á kynsligan sam­ leika. Samstundis skulu vit ikki leita leingi fyri at finna viðmerkingar til tí um­stríddu greinina sum in.fo hevði um útsøgnirnar hjá Jenisi, ið lættliga kundu meld­ast fyri brot á 266b. “At tú ikki skammar teg Jenis. Eg eri kristin, men ikki á tann ljóta, forfylgjandi, hatur­fulla og ókristna mátan sum Miðflokkurin og for­maður floksins Jenis Krist­jan Av Rana. Elska tín næsta, og lat vera við at hata og forfylgja Jenis. Og far so og reinsa tína skitnu sál!!!!...” “..hann er eitt óreint menniskja sum burdi um­ hug­sa at gjørt sjálvmord” Slík vóru aftursvarini frá LGBT og fjøldini til Jenis, fyri at sitera væl prógvað fakta, sum nevndarlimurin í LGBT Føroyar, Eiler Fagra­ klett, sjálvur seinni hevur viður­kent. Tann 13. mars 2014 fram­ legði Rani A. Skaalum eitt lesara­bræv vegna UfM, sum var eitt aftursvar til eitt skriv, sum LGBT Føroyar hevði sent okkara løgtingslimum. Við­merkingarnar vóru fongd­ar við persónsálopum og fólk vildu m.a. vera við, at Rani átti at mist sítt starv sum lærari, vegna síni sjónar­ mið og fyri at tosa ímóti hug­ sjón­unum hjá LGBT. Lesarabrævið og við­merk­ ingarnar kunnu síggjast her: http://lesarin.fo/i+byrjani ni+var+bossin+og+lebbaenn +eitt+ispunnid+skaldaverk+ fra+homolosjuni.html Munnkurvin Við at brúka lygnir hava LGBT Føroyar roynt at funn­ist at KVF, fyri at loyva talu, ið er ímóti teirra áhuga­ málum. Tað sum vit al­samt síggja frá LGBT-felags­skap­ um kring heimin er, at tey royna at leggja eina munn­ kurv á tey, ið eru ímóti teirra áhugamálum. Hetta er beint í andsøgn við okkara talu-, skrivi og trúarfrælsi, og ikki minst okkara fólkaræði. Eitt sterkt fólkaræði grund­ar á rættin hjá tær at leggja tíni sjónarmið fram, og rættin hjá onkrum øðr­um at finnast at tínum út­søg­num. Gerðirnar hjá LGBT vísa tó á, at teir eru ímóti okkara grund­leggjandi fólka­ræðis­ ligu rættindum. Fleiri føroyingar eru í dag bangn­ir fyri at tosa ímóti LGBT viðhaldsfólkunum, av ótta fyri at vera stemplaði sum “hatursfull”. Við m.a. at brúka hatursknøttin hevur tað eydnast LGBT Føroyum at lagt munnkurv á fleiri av sínum mótstøðufólkum. Niður­støðan hjá teimum er greið: Ynskir tú at varðveita hjúna­bandslógina, so ert tú eitt hatursfult menniskja. Hetta er tann neiligi andin, ið fylgir tí føroyska kjakinum og er hetta serstakliga harmi­ ligt. Vinarliga Nevndin Ung fyri Miðflokkin LGBT, offurleikluturin, hatursknøtturin og munnkurvin Árni Dahl Ein av hátíðarligu løtunum, sum skal savna tjóðina, er skrúð­gongan ólavsøku- morg­un, tá ið løgtings- og lands­stýris­fólk, prestar, ríkis­um­boðs­maður og em­ bætis­fólk ganga skrúð­gongu úr tinginum oman í Dóm­ kirkju­na og eftir guds­tæn­ astuna niðan aftur í tingið. Sum siðvenjan er nú, er gongan skipað í trý røð, og fremstir ganga løg­tings­ formaðurin sum umboð fyri lóg­gevandi valdið, biskupur sum umboð fyri kirkjuliga vald­ið og løgmaður sum um­ boð fyri útinnandi valdið. Skrúðgongan komandi, 29. juli 2015, verður ein sjáld­ som skrúðgonga. Í eini væl útgreindari kann­ing er staðfest, at fremsta umboðið fyri útinnandi valdið á løg­ting­ sins røðarapalli hevur bor­ið rang­an vitnisburð fyri lóg­ gev­andi valdinum. Og júst hetta, at bera rang­an vitnisburð, hóvar ikki so væl saman við kirkjunnar læru. Øll menniskju kunnu mis­ taka seg. Men flest øll munnu vera samd um, at tá ið tú býð­ur teg fram at umboða fólk­ið politiskt, so liggur eisini á tær ein ábyrgd at taka av­leið­ ingar av tínum mis­tøk­um. Gert tú ikki tað, máar tú støð­ið undan fólkaræðinum, tí fólkið missir álitið á slíkum politikarum og kann við rætti gera ta niðurstøðu, at hann, ið ikki tekur av­leið­ ing­ar, hugsar um egin­vinn­ ing heldur enn um sømd og virð­ing. Ein margháttlig ólavsøkuskrúðgonga