mánadagur 6. juli 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. juli 2015 · Nr. 76
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Gott lag men
Terji Nielsen
Ein føroyskur festivalur við
bert føroyskum tónleika
nøvnum. Tað var yvirskriftin
til festivalin við Múrin, sum
var í Kirkjubø um vikuskiftið.
Festivalurin byrjaði hós
kvøldið, og hann helt so fram
bæði
fríggja-
og
leygar
kvøldið. Fríggjakvøldið hep
naðist stak væl við góðum
veðri, meðan tað út á leyg
ardagin gjørdist meiri vátt,
og
sunnunáttina
regnaði
rættiliga illa í løtum.
Men hóast veðurumstøð
urnar ikki vóru av teimum
bestu allan dagin, so má
staðfestast, at tey fólkini,
ið høvdu leitað sær til
Kirkjubøar,
vóru
í
sera
góðum lag, og tey fingu ein
fínan festival við nógvum
góðum framførslum.
Millum tær framførslur, ið
fingu best skoðsmál millum
manna, vóru tær hjá Kára P,
ið veruliga fekk lív í fjøldina,
Terja & Føstufressum og so
eisini tann hjá MC Hár, ið
tóktust hava fyrireikað seg
sera væl til konsertina.
Hóast undirtøkan til festi
valin ikki var tann besta, so
hava fyrireikararnir ætlanir
um at halda fram við festi
valinum komandi ár, um
stuðlar og onnur eisini vilja
hetta.
terji@sosialurin.fo
Um vikuskiftið var stóri føroyski festivalurin við Múrin á skránni í Kirkjubø.
Hóst fá fólk vitjaðu festivalin, so var lagið sera gott