Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juli 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 6. juli 2015 · Nr. 76 Vilmund Jacobsen Tað er ein tíð síðan, at Vága kommuna felti á blað sítt virðir­grundarlag, ið kom­ munan eisini hevur samtykt. Rósa Samuelsen, borgar­ stjóri, sigur, at virðis­grund­ar­ lagið er tey grundsjónarmið, sum Vága kommuna byggir á og sum skapa tann hugburð, ið er grundar­steinurin undir øll­um tí, sum kommunan ger - ja, snøgt sagt vilja vit, at hesi virði eru hjartað í Vága kom­munu. - Saman við borgarunum vilja vit verða við til at frem­ ja lívsgleði hjá teimum, sum bú­leikast her. Vit vilja virka fyri at skapa familju­num góð kor, og at vit liva saman í góð­um felagsskapi - við virð­ ing hvør fyri øðrum. Hon sigur, at kommunan so­leiðis vil arbeiða fyri­byr­ gjandi og heilsu­fremjandi til frama fyri trivnaðin hjá tí ein­staka, so møguleiki er at verða virkin sum longst. - Allir borgarar skulu altíð kenna seg væl í sam­skifti­ num við kom­mu­nu­na, og vit vilja veita eina haldgóða tæn­asta, har kunning og gjøgnum­skygni eru í hásæti. Góðir karmar Vága kommuna vil hyggja fram­eftir og tekur ímóti teim­um avbjóðingum, sum eru fyri framman. - Vit vilja eisini skapa góð­ar karmar fyri vinnulív, mentan og frítíðar­virksemi. Dent­ur verður lagdur á burðar­dygga menning í øll­ um verk­ætlanum, har atlit verða tikin til um­hvørvi og náttúru. Í virðisgrundarlagnum, sum samtykt er fyri Vága kom­mu­nu, verður eisini víst á sjálva tilverugrundina. - Tilverugrundin lýsir orsøk­ina til, at vit eru til - hví vit ikki kunnu verast fyri utt­ an, og hví vit gera tað, sum vit gera. Hetta er samstundis okk­ara lyfti til borgararnar. Besta kommuna Við denti á virðis­grund­ar­ lag­ið, ið kommunan hevur sam­tykt, verður víst á, at í kom­mununi eru møguleikar. - Vit eru framskygt, og vit lyfta í felag, leggur hon aftr­ at. Hon leggur aftrat, at hug­ myndin er leiðarstjørnan sum vísir, hvagar kommunan æt­lar sær. - Hon er okkara hægsta mál. Eitt mál, sum vit ikki neyð­tur­viliga klára at full­føra, men sum vit strem­ba eftir og har­ við skapa góð úrslit. Rósa Samuelsen sigur, at Vága kommuna við saman­ hal­di og virðing vil skapa virk­semi og lív, sum ger kom­ mu­nu­na til ta bestu at vera í. Vilmund Jacobsen Á framsýningini ber til at síggja listahandverk úr træi, sum 10 limir í Dreyara­ felag­num hava evn­að til á ár­liga summar­skeiðnum í Runavík. Hesa seinastu vikuna hava 10 hugagóðir menn stað­ið við hvør sín dreyi­ bonk í smíðstovuni í Skúla­ num við Løkin í Runavík. Teir hava luttikið í árliga sum­marskeiðnum hjá Dreyara­felagnum. Lærarar í ár hava verið tveir av okkara roynd­astu dreyarum og træ­hand­verk­ arum, Ole Jakob Nielsen og Terje Johannesen. Luttakararnir hava ver­ ið so mikið ágrýtinir, at teir hava møtt klokkan 7.30 hvønn morgun. Á middegi hava teir fingið døgurða og síða­ni nátturða klokkan 18. Fleiri hava hildið á heilt til klokk­an 21 á kvøldi. Á framsýningini, sum verð­ur opin fram til fríggja­ dagin 10. juli, verð­ur høvi at síggja flestu lutirnar, sum eru tilevnaðir hesar dagarnar. - Tey bleytu virðini skulu verða hjartað í Vága kommunu, sigur borgarstjórin, Rósa Samuelsen Í dag klokkan 16 letur upp áhugaverd framsýning á Bókasavninum við Løkin í Runavík Vága kommunu fremur lívsgleði Forvitnislig framsýning Kommunufelagið hevur gjørt av at løna Runavíkar- og Fámjins kommunu fyri ”umhvørvisátak”. Umframt heiðurin er vinningurin 10.000 krónur Sunda kommuna er størri enn nakrantíð. Í dag búgva 1.702 fólk í kommununi í mun til 1.685 á sumri 2011, tá fólkatalið annars var fjølmentast Soleiðis gongur at fiska - Trý línuskip eru til fiskiskap undir Íslandi. Tvey eru á ísfiskaveiði, og eitt línuskip frystir. Skipini hava mest av toski, hýsu, longu, brosmu og kongafiski og koma væntandi heim at landa seinnapartin av vikuni. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tvey línuskip eisini eru á Rygginum. Annað skipið landar væntandi í dag og hitt seinni í vikuni. - Í løtuni eru fýra línuskip undir Føroyum. Eitt frystir veiðina umborð, og tvey eru á djúpum vatni og fiska longu og brosmu. Okkurt av hesum skipum kemur væntandi inn at landa í vikuni. Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður góður seinnapartin av vikuni. Tí verður eisini roknað við, at nakað verður av útróðri. Útróðrarbátarnir fáa mest av toski, hýsu og nakað av hvítingi. - Allir partrolararnir fiska upsa í løtuni, og teir koma inn at landa, sum vikan gongur. Fiskiskapurin er sum heild vánaligur, men okkurt parið fær nakað av upsa.  Trý pør eru framvegis á gulllaksaveiði. Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein fiskar svartkalva í Eysturgrønlandi og frystir veiðina umborð.  - Ein annar djúpvatnstrolari, sum eisini fiskar svartkalva, kemur inn at landa í vikuni. Ein djúpvatnstrolari fiskar stinglaks - og so eru tveir sum frysta veiðina umborð. Um teir smáu trolbátarnar verður sagt, at ein er vesturi á Rygginum - og so er ein á landleiðini og kemur helst inn at landa síðst í vikuni. - Tvey garnaskip eru á svartkalvaveiði. Fiskiskapurin er smáligur, men væntandi er, at skipini koma inn at landa fyrst í hesi vikuni, verður lagt aftrat á Fiskamarknaði Føroya. Rósa Samuelsen er borgarstjóri í Vága kommunu, og nú vestanstevna stendur fyri framman, lýsir hon virðisgrundarlagið, sum kommunan hevur samtykt