Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juli 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. juli 2015 · Nr. 76 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lions Club Tórshavn skipar aftur í ár fyri listaframsýning í Müllers Pakkhúsi á ólavsøku. Framsýningin verður í døgunum 27.-29. juli. Hevur tú hug at sýna tíni listarligu avrik fram, so set teg í samband við Lions Club Tórshavn á lions.torshavn@hotmail.com ella á tel 224550 í seinasta lagi hósdagin 9. juli, so fært tú sendandi eitt tilmeldingarskjal at fylla út. Hvør luttakari kann í mesta lagi hava 3 málningar við á framsýningini. Málningar, ið skulu sýnast fram, skulu handast nevndini mikudagin 22. juli millum kl. 18 og 20 í Müllers Pakkhúsi. Óseldir málningar skulu heintast hósdagin 30. juli millum kl. 19 og 20. Ágóðin av framsýningini verður latin Føroya Fólkaháskúla. Endamál Háskúlans er at vekja ans fyri andligum og kropsligum mentum, og at upplýsa og menna tað einstaka menniskjað og felagskapin allan. LIONS CLUB TÓRSHAVN Listaframsýning á ólavsøku 2015 Lýsingar í Sosialinum Ring 341800