Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-06, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juli 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. juli 2015 · Nr. 76 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Tey fýra tapini í síðstu viku bera boð um, at øll tey føroysku liðini í hesi vikuni ivaleyst verða varpað úr europeisku kappingunum Hesaferð draga Føroyar svart í Europa Jóannes Hansen Meðan landsliðið við ferð ger skarvslop á altóða styrkis­ listanum, er tað mangt sum bendir á, at 2015 verður eitt tað soltnasta árið leingi hjá før­oysku feløgunum í euro­ peisku kappingunum. Um tað í hesi vikuni ikki fer at eydn­ast at vinna stig, so verð­ur tað fyrsta ferðin síðani 2010, at føroysk feløg einki fáa burturúr í euro­ peisku kappingunum. Mikukvøldið tapti B36 2-1 á heimavølli ímóti The New Saints úr Wales. Einsamalla málið, sum Hans Pauli Samuelsen skoraði, tá ið hann longu í 7. minutti legði B36 framum, vísti seg at vera tað einasta í teimum fýra dystunum, føroysku feløgini vóru partar av mikukvøldið og hóskvøldið. Víkingur tapti 2-0 á heima­vølli ímóti norska stór­ felag­num Rosenborg, og hós­ dagin tapti HB 3-0 á úti­vølli ímóti FK Trakai í Litava, og NSÍ tapti 2-0 á Windsor Park í Belfast ímóti Linfield FC. Samantalda føroyska úrs­ litið í fýra europeiskum dyst­ um í síðstu viku var einki stig og málmunurin 1-9. Serliga vóru tað 2. Hálvleikirnir, sum vóru kostnaðarmiklir. Saman­talda úrslitið í teim­ um fýra 1. hálvleikunum var tríggir javnleikir og eitt tap við samantalda mál­mun­ inum 1-2. Í hesi vikuni vera retur­ dystir­nir spældir. B36 fór sunnu­dagin av landinum. Týs­kvøldið klokkan 19 skal slagið standa á Park Hall leik­ vøllinum í Oswestry í Wales. Ville Nevalainen úr Finlandi verður dómari, og tað verður vorðið sum mótbrekka hjá Eyðuni Klakstein og hansara monnum. Serliga meint var tað, at walisiska liðið í evstu løtu skoraði sigursmálið í øll­ um regninum miku­kvøldið. Tað ber við sær, at B36 skal vinna 2-0 ella 3-2 á útivølli, um tað skal eydnast at halda fram í kappingini. – Eg var nøgdur við saman­spælið, men tað kostar at gera mistøk. Í Wales hava vit einki at tapa, so vit kunnu spæla uttan at vera darvaðir av nerv­um, sigur B36 venj­ arin Eyðun Klakstein. Og liðformaðurin Jákup á Borg leggur aftrat: – Tað verður trupult, men vit hava vón um, at tað skal eydn­ast okkum at megna tað, sum eingin roknar við. Víkingur í klønum tráði Í fjør vakti tað ans, tá ið Víkingur spældi seg í triðja inn­leiðandi umfar. Soleiðis verður tað ikki í ár. Rosen­ borg vann 2-0 á Svanga­ skarði. Inn­skifti Alexander Søderlund skoraði tvey mál tíggju teir seinastu min­uttir­ nar. – Vit spældu ímóti tí kanska besta liðnum í Norður­londum. Liðavrikið var gott, og vit spældu okk­ um til møgu­leikar, sum kundu havt borið fleiri mál við sær, men samantalt var Rosen­borg eitt gott lið, stað­festir Víkinga venjarin Sigfríður Clementsen. Rosenborg venarin Erik Hoftun var væl nøgdur við úrslitið: – Víkingur var væl skip­ að lið í verjupartinum. Sum tíðin leið loysnaðu eftir­ansingar­nar, og tá ið Alexander Søderlund kom á vøllin var tað pláss millum ketur­nar hjá teimum. Víkingur skal spæla í Tróndheimi mikukvøldið. Norskir miðlar gera ikki so nógv burturúr hesum dyst­ inum. Heldur eru teir farnir at hugsa um annað inn­leið­ andi umfarið, tá ið teir rokna við, at Rosenborg skal spæla ímóti KR í Reykjavík. Skoraðu ikki á útivølli HB fór heilt um koll síðsta hálva tíman, tá ið mótstøðu­ liðið skoraði tvær ferðir og vann 3-0. At Alex José dos Santos varð rikin av vølli, vísti seg at vera ógvuliga kostnaðar­mikið. FK Trakai vitjar á Tórs­ vølli mikukvøldið. Avbjóð­ ingin hjá HB er stór, og um tað eydnast mótstøðuliðnum at skora einaferð á útivølli, so verður hon heilt ómøgulig. NSÍ droymdi um at skora týdningarmikla málið á útivølli í Norðurírlandi. Tað eydnaðist ikki. At vera aftan­fyri 2-0 er ikki ein heilt ómøgulig støða. Stóra avbjóð­ingin á Svangaskarði verður at fáa brodd og tyngd í álops­partin og samstundis at binda fyri í verjuni, so Linfield FC ikki fær møgu­ leika at skora málið, sum heilt fer at punktera spenn­ ingin um samantalda úrs­ litið.