mánadagur 6. juli 2015síða 36
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 28 • 6. juli 2015
4
Miðlahúsið
Ókeypis lýsingarblað
Eri ikki stressaða týpan
Lýs teg sjálvan við
trimum orðum:
Rólig, jalig og álítandi
Hvat merki er bilur tín?
Volvo S40
Hvat merki er telefon tín?
Samsung Galaxy S5 Mini
Hvør er tín besta
summarfrítíðaruppliving?
Tað er ótrúliga ringt at velja eina burturúr,
man hevur havt so nógvar, um skal eg
velja eina, verður tað brúðarferðin í Rom.
Hvat orð ella hvønn
setning nýtir tú oftast?
Tvætl, tað er ikki so farligt...
Hvørjum hyggur tú at
hjá hinum kyninum?
Tað man verða andlitinum, persónligheitin
hevur sjálvandi nógv mest at siga, men
tað bilar ikki um hann eisini er penur.
Hvat ger teg í góðum lag?
Maðurin og døtrarnar, at NSÍ vinnur
og at onnur eru í góðum lag. Annars
nýtist mær ikki endiliga eina orsøk til at
verða í góðum lag, um alt gongur væl
og øll eru frísk, so eri eg í góðum lag.
Hvat stressar teg?
Tá eg eri sein á veg og genturnar ikki
tíma at skunda sær. Annars eri eg ikki
endiliga tann stressaða týpan, tað skal
nokk so nógv til, áðrenn eg stressist.
Hvør er tín yndisrættur?
Ræst kjøt og súpan.
Hvat gleðir teg?
Ein góður filmur, at hugna mær við vinum,
bindiklubbur, tá vinir og familja flyta
heim til Føroya og alt møguligt annað.
Hvat var seinasta ynskið,
sum tú fekst uppfylt?
Eg slapp at sova leingi sunnumorgunin.
Hvar arbeiðir tú?
Eg eri akkurát byrja sum dagligur
leiðari í Kaffihúsinum.
Hví valdi tú at arbeiða
innan júst hesa
vinnu ella øki?
Síðan eg var heilt ung, havi eg arbeitt
innan matstovu og ferðafólkavinnuna.
Eisini undir lesnað í Danmark starvaðist
eg innan hetta økið, og eg havi dámt
tað væl og helt tí, at tað var eyðsýndur
møguleiki, tá Kaffihúsið leitaði eftir leiðara.
Hvør er stuttligasta
uppliving tín í starvinum?
Eg eri akkurát byrja, so eg havi ikki
upplivað so nógv enn, men tað koma
heilt sikkurt nógvar stuttligar løtur.
Hvørjum tónleiki
lurtar tú eftir?
Eg elski tónleik, og lurti altíð eftir
tónleiki, tá eg havi møguleikan, Sting,
Stevie Wonder, George Michael osfr..
Mær dámar eisini sera væl føroyskan
felagssang, tá ið man situr til veitslur og
syngur og midnáttarsangin á Ólavsøku.
Country og klassiskur tónleikur er
nokk tað, eg lurtið minst eftir.
Hvat er besta
uppfinningin og hví?
Tað eru ógvuliga nógvar góðar uppfinningar
til dømis hjólið og flogfarið. Men afturat tí
er ein sutta heilt fantastisk, hon hevur hjálpt
nógvum foreldrum gjøgnum strævnar tíðir :)
Hvat er besta íløgan,
tú hevur gjørt?
Tað man verða Quookarin, sum vit keyptu
til køkin, har fái eg kókað vatn beinleiðis
úr krananum, og tað er deiligt, tá ið man
eigur smá børn, og tá man er tedrekkari.
Hvat er títt besta
heimaráð?
Eg havi onki heimaráð, eg vildi ikki kallað
meg nakað raska húsmóður við nógvum
góðum fiffum. Men eitt gott ráð er at lata
vera við at stressa um órudd, tað fer ongan
veg, og í veruleikum er tað ongin, sum leggur
í, um tað er órudduligt inni hjá tær, so hava
tey í hvussu so er ov lítið at ganga uppí.
Hevur tú nakað húsdjór?
Noy
Hvat hevði tú gjørt, um
tú vann eina millión?
Goldið ein part av húsaláninum
og hugnað mær við familjuni.
Hvat hevði tú gjørt, um tú
vann tíggju milliónir?
Goldið húsinið, keypt ein lekkran bil,
keypt babba ein Mercedes, givið mammu
okkurt, givið systkinum eitt sindur, latið
til vælgerðandi endamál, gjørt íløgur,
og so var nokk ikki so nógv eftir.
Hvat er best við
Føroyum og hví?
Familja, vinir, náttúran og
tryggleiki og so nógv annað.
Hvar ert tú um 10 ár ?
Hoyma í Havn
Selma Herup
Lat vera at
stressa um
órudd – tað fer
ongan veg
Stólurin
í stólinum hesa vikua