mánadagur 6. juli 2015síða 40
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 28 • 6. juli 2015
8
Miðlahúsið
Ókeypis lýsingarblað
E
in nýggj salat- og sandwich café
er latin upp í Steinatúni í Havn.
Talan er um caféina Terminal,
sum er í ovaru hæddini á pizzahandli
num Take Away. Tað eru Muldi Manai
og Regin Bláhamar, sum eiga og reka
Terminal.
Matstovan er ljós og hugnalig við
góðum innbúgvi, har er gott útsýni til
Steinatún og ferðsluna í miðbýnum.
Umframt sjálva matsovuna kunnu upp
til 50 fólk sita uttandura og njóta eina
máltíð við onkrum góðum afturvið.
Eisini ber til at keypa mat út við.
Matstovan er opin mánadag til og
leygardag frá kl. 11.30 til 20. Sunnu
dag er stongt.
Mouldi Manai sigur, at matstovan
leggur dent á sunnan lættan mat til
sámuligan prís.
Terminal í miðbýnum
Silja Danielsen og Mouldi
Manai í matstovuni
Flutningshjálpin eisini í Eysturoy og Norðoyggjum
F
lutningshjálpin hjá Sp/f Bilrøkt
umfatar nú eisini tænastur í
Eysturoy og í Norðoyggjum.
Ein av flutningsbilunum hjá Bil
røkt er nú fast plaseraður í Eysturoy,
har hann kann røkja allar upgávurnar
har í leiðini og kemur at flyta bilar og
maskinur.
Bilrøkt hevur flutningsbilar, sum
eru til tænastu alt samdøgrið. Talan
er um sergjørdar bilar til endamálið.
Vit hava flutningsbilar, sum
kunnu koma eftir bilinum, har hann
er uppsteðgaður og koyra hann á
verkstaðið, har hann skal umvælast.
Høgt tænastustøði og góð tænasta
eru lyklaorðini í øllum okkara virk
semi. Vit leggja alt í at halda tað,
ið vit lova. Tænastan er skipað sum
døgntænasta, har fólk kunnu ringja
alt samdøgrið um t.d. ein bilur er
uppstøðgaður og stendur í vegin fyri
ferðsluni. Tað kann eisini vera bilar,
sum skulu á verkstað, ella bilar sum
bert skulu flytast úr einum staði í
annað.
Hjálpar- og flutningsbilarnir klára
at flyta allar vanligar persón- og
vørubilar, eins og trukkar og onnur
arbeiðstól. Jákup á Borg frá Sp/f Bil
røkt sigur, at endamálið er at kunna
veita eina góða tænastu til tey
sum hava brúk fyri slíkum bilum til
ymiskan flutningstørv. Vit hava skip
að tað soleiðis, at fólk kunnu ringja
eftir hjálpar- og flutningsbilinum alt
samdøgrið.