mánadagur 6. juli 2015síða 44
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 28 • 6. juli 2015
12
Ókeypis lýsingarblað
Sunda Kommuna fegnast um, at
borgarar í kommununi taka stig til
tiltøk, sum savna og samansjóða.
Saman vil fyrireikarunum av tiltak
inum vil kommunan gera sítt til,
at umstøðurnar verða av teimum
bestu.
Býráðið hevur í ár orðað ein
stuðulspolitikk, har man staðfestir
at Sunda Kommuna ynskir at fjálga
um mentan og trivnað.
Mín vón er, at tiltakið fer at savna
fólk úr allari kommununi og úr
øllum Føroyum. Latið okkum leggja
gerandisdagin frá okkum eina løtu
og njóta samanhaldið og góða
føroyska tónleikin.
Eg vil takka teimum mongu, sum
ótroyttiliga hava gjørt eitt stórt sjálv
boðið arbeiði fyri at fáa tiltakið at
bera til.
Verið vælkomin til Oyrarbakka
leygardagin 11. juli 2015
Heðin Zachariasen
borgarstjóri
Latið okkum leggja gerandisdagin
frá okkum eina løtu
Vit eru sera errin av at kunna bjóða tær vælkomnum til stóra
tónleikatiltakið við Brúnna leygardagin 11. juli 2015
Fyrireikararnir av við Brúnna
hava í ár valt at hava eitt heilt
serligt tónleikatilboð tann 11.
juli. Talan er um ein forkunnuga
konsert við navnframum sang
ara, á einum heilt serligum
parti av økinum, har tað bert
er pláss fyri fáum áhoyrarum.
Fyriskipararnir upplýsa ikki hvør
sangarin er og hvar sjálv kon
sertin verður. Tað einasta, sum
verður upplýst er, at konsertin
verður í einum heilt serligum
umhvørvi, við einum av føroya
allar størstu sangarum. Tað
er ein partur av upplivingini
at áhoyrararnir ikki vita hvør
sangarin er fyrrenn tey koma til
tiltakið.
Fyrireikararnir hava valt at
kalla hetta tiltakið Njørður.
Njørður var norrønur gudur av
vanaætt, sum búði í Nóatúni.
Hann ráddi fyri vindi og veðri,
sjógvi og eldi. Enn á okkara
døgum verður tikið til at “nú
øtlar hann vindin”. Tá er tað
Njørður sum øtlar vindin.
Njørðurtiltakið verður stuðlað av
njord.fo.
Vilt tú hava eina heilt serliga
uppliving á tónleikatiltakinum
við Brúnna, skalt tú, umframt
at ogna tær eitt atgongumerki
til við Brúnna, skunda tær at
fáa fatur á atgongumerki til
Njørðurtiltakið. Sera avmarkað
atgongd. Atgongumerkini fáast
á heimasíðuni vidbrunna.fo
Njørður
við Brúnna
Eitt tiltak í tiltakinum
kl.
19.45
Lýsingarsøla: Birgir waag Høgnesen Myndir: við loyvi frá festivalinum “við brúnna” Umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen / Sosialurin