mánadagur 6. juli 2015síða 46
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 28 • 6. juli 2015
14
Ókeypis lýsingarblað
Tað verður av sonnum ein
stórsligin og forkunnug
konsert, sum verður við
Brúnna, tá Týr trína á pall.
Bólkurin spælir næstan
bara uttan fyri Føroyar
– men tá teir spæla her
heima, er tað altíð eitt brak
av eini konsert. At Týr eru
eitt stórt navn úti í heimi,
eru vísingarnar á YouTube
besta dømið um, tí teirra
videoløg eru víst fleiri
milliónir ferðir.
Bólkurin, sum byrjaði í
1998, hevur í dag sáttmála
við plátufelagið Metal
Blade Records, sum hevur
útgivið eitt nú Metallica,
Manowar og Slayer. Tað
sigur ikki so lítið um dygdina
hjá bólkinum. Í føroyskum
samanhangi vunnu Týr í
fjør ikki færri enn tríggjar
virðislønir á FMA. Bólkurin,
sum spælir tað, tey rópa
víkingamálm, hevur latið
ikki færri enn sjey útgávur
úr hondum, sum hava selt
sera væl uttan fyri Føroyar.
Týr telur fýra limir, men
ljóða sum teir eru 40 á
pallinum. Tað er hart, tað
er kontant, men fyrst og
fremst er tað ein stórsligin
uppliving at hoyra og síggja
vælsmurdu maskinuna.
Týr í skúlagarðinum á
Oyrarbakka – tað ljóðar ov
gott til at vera satt, men
tað er tað ikki. Týr spæla við
Brúnna.
Signar í Homrum hevur
verið virkin í tón
leiki í fleiri enn 25 ár. Í
90’unum gjørdi hann
serliga um seg í bólk
inum Kjølar, sum var ein
av best dámdu bólk
unum tey árini. Signar
hevur eisini skrivað
sangir og tekstir til
onnur, so sum All That
Rain og Jens Marna
Hansen. Seinnu árini
hevur Signar spælt
saman við bólkinum
ROX. Síðani útgávuna
“Myrka Nátt” frá 2012
hevur Signar veruliga
staðfest sína støðu sum
solistur, og við løgum
sum ”Tað er gott at
elska”, ”Kærleikans
Mátt” og ”Nú ert tú her”
hevur hann síðani mest
sum verið at rokna sum
fólkaogn.
Hon er bara 25 ára
gomul, men tað eru
longu nógv ár síðani,
at hon legði Føroyar
fyri sínar føtur – og nú
kemur hon so at spæla
fyri okkum við Brúnna.
Fyrr í ár vann Kristina
Bærendsen tvær FMA
virðislønir, hetta sum
Ársins sangari og Ársins
bólkur í flokkinum
Folk, country og blues.
Herfyri gav Kristina
eisini út sjónbanda
lagið Johnson City, so
tað er av sonnum ein
háaktuell dama, sum
vit sleppa at uppliva.
Kristina hevur útgivið
tvær fløgur sjálv, Kristina
í 2012 og Nothing’s here
to stay í 2014, ið báðar
eru metsølufløgur.
Áðrenn hetta hevði hon
gjørt vart við seg saman
við Halli Joensen, har
hon byrjaði at syngja
sum 18 ára gomul.
Tónlistarligu gávurnar
hevur Kristina ikki frá
fremmandum, tí pápi
hennara er fyrsti føroyski
countrysangarin
Alex Bærendsen, og
mamman, Andriása,
var virkin í Midnáttar
sangbólkinum. Henda
bólkin koma vit ikki at
hoyra við Brúnna í ár,
hinvegin eru bæði Alex
og Kristina á skránni.
Ummælini hon fær, eru
bara góð. Kristina er ein
tann fremsta røddin, vit
eiga í Føroyum yvir
høvur og fevnir bæði
um tann kensluborna og
tann lættara tónleikin.
Hon fer at framføra við
góða tónleikabólkinum
Brothers Inc. aftan fyri
seg.
Flamma er ein bólkur, ið er
kendur fyri sínar orkumiklu
framførslur, og sum veruliga
megnar at fáa lív í fjøldina
og fáa áhoyrararnar við.
Tey spæla egið tilfar, men
hava eisini ein serligan
eginleika at taka kend
løg til sín og gera tey til
síni egnu. Bólkurin hevur
drúgvar royndir á stóru
pallunum kring landið.
Tey hava spælt á eitt
nú Summarfestivalinum,
Voxbotn, Tórspalli, Tórsvølli
og á Country Festivalinum.
Flamma góvu út sína
fyrstu fløgu í 2013, og við
løgum sum eitt nú “City
Lights”, “Stay Like This
Forever” og “Not Out
Of Love” varð hendan
fløga væl móttikin og fekk
eisini umrøðu uttanlands.
Flamma eru í løtuni í
upptøkuhøli og spæla inn
nýggj løg, so fólk kunnu
gleða seg til at hoyra okkurt
av tí nýggja tilfarinum hjá
bólkinum.
Týr
Signar í Homrum
Kristina Bærendsen
Flamma
kl.
00.30
kl.
22.00
kl.
20.45
kl.
21.15