Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-06, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juli 2015síða 48

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 28 • 6. juli 2015 16 Ókeypis lýsingarblað Tað er ein forkunnugur úti­ seti, sum vitjar við Brúnna í ár. 52 ára gamli Alex Bærentsen er úr Trongis­ vági, men býr í Danmark og hevur ikki gjørt nógv við tón­leikin seinastu árini. Tó so hevði hann fleiri konsertir í Føroyum um jóltíðir, um­ framt at hann eisini hevur spælt í Danmark so seint sum í apríl. Konsertir, sum hava fingið góð skotsmál. Tí verður tað heilt víst ein serlig uppliving, sum maðurin við eyðkendu røddini kemur at geva gest­ unum við Brúnna. Alex hevur lagt eina rúgvu av útgávum eftir seg – bæði føroyskar eins væl og enskar, og alt frá andalig­um tónleiki, fótbólts­ sangum til country. Alex syngur sangir hjá Willie Nelson, Jim Reeves og Elvis umframt sínar egnu, sum øll kunnu syngja við til. Tí eru tað einans tvey ting, sum eru greið nú country­ croonarin vitjar – talan verður um fyrsta floks tón­ leik, og talan verður ikki um løg av jólaútgávuni, sum ann­ars er vorðin fólka­ ogn. Tað er annars ikki bara við útgávum, at Alex hevur ríkað føroyingar. Hann er eisini pápi Kristinu Bærendsen, sum eisini fer at spæla við Brúnna. Alex fer at fram­føra sínar kendastu sangir, væl stuðlaður av góðu tónleikarunum úr Brothers Inc. Sundalagið átti ein av teimum virknastu live­ bólkunum í Føroyum mið­skeiðis í 80’unum. Bacon spældi til dans og konsertir um allar Føroyar, men tó eina­ mest í Eysturoynni og oftast í Eydnuni á Oyrar­ bakka, sum var eitt tað mest væl­umtókta dansi­staðið í Føroyum tá. Bacon byrjaði fyrst í áttati árunum í Haldórsvík. Manningin frá byrjan vóru Jonhard Hansen, Eddie Jensen, Jógvan Joensen og Ragnar Nesstein. Eitt sindur av út­skifting var í 1983 tá ið Rúni Dam og Hans Olivur Joensen frá Norð­skála komu við, um­framt forsangarin Jóhan Erdland, sum var búsitandi í Vík, men flutti til Dan­markar miðskeiðis í 80’unum. Bacon spældi serliga nógv í 1984-1986. Í 1985 gav bólk­urin kasettu­ bandið “Í óvissu” út við átta sangum, har vit m.a. kunnu nevna løgini “Norðan úr myrkrinum” og “Tíni eygu”. Bacon luttók eisini á útgávuni Sundaløg við lagnum “Í skýmas­skoti”. Aftur at føstu manningini vóru eisini Hans Jákup Ellings­gaard og sang­ arin Jóhan Danielsen úr Leirvík við í tíðar­ skeið­um. Hans Andor Johannesen av Oyri var fastur ljóð­maður. Útgáva á veg Bacon er í holt við at gera eina fløgu, har tey 8 løgini av band­inum frá 80’unum eru endur­ innspæld. Harumframt verða fýra onnur løg frá tí tíðini við á fløguni. Fleiri av hesum løgum vóru partur av skránni, tá bólkurin spældi til kon­sertir og dans tá. Fløgan við hesum 12 løg­unum úr 80’unum kemur út í næstum. Vikuskifti 10. -11. juli er danski/føroyski tón­ leika­bólkurin Brothers Inc. í Føroyum. Leygar­ kvøldið luttaka teir á Við Brúnna tónleikatiltak­ inum á Oyrarbakka. Her fara tey, umframt at fram­føra sína egnu skrá, at spæla undir hjá Kristinu Bærendsen, Alex Bærendsen og Nicolinu av Kamarinum. Bólkurin er mannaður við sera royndum tón­leik­arum m.a. føroyska Marner av Lofti, sum spælir tan­ gentar, trummu­sláarin er Michael Kratz, bassisturin Tue Gudnitz, guitarspælarin Lasse Baggenæs og sangar­ innan Ida Lohmann, sum m.a. hevur lut­tikið í The Voice, tónleika­ kappingini. Bólkurin spælir dansi­ vinarligan tónleik, har dentur verður lagdur á tey størstu hittini gjøgnum tíðina. Tey hava eisini nøkur temu, sum tey kunna framføra við. Tey spældu t.d. í sam­bandi við danska Grand Prixið í Aalborg Gigantium í februar 2015. Ein sera fleksibul og væl­dámdur bólkur úr Jútlandi, sum heilt víst kann levera eitt super show. Tónleikabólkurin Av&á varð stovnaður á heysti 1985. Manningin var úr Norðskála, Oyrabakka og Oyri. Tað var í mangar mátar ein avleiðing av, at Eydnan á Oyrabakka, sum tá var ógvuliga virkin, hevði opið hús um kvøldarnar. Tónleikur var partur av hesum tiltøkum, og soleiðis funnu fólk saman, sum annars spældu hvør sær. Endin á hesum tiltøkum var eitt kvøld við framsýningum og framførslum av tí, sum arbeitt hevði verið við ta farnu tíðina. Hetta kvøldið framførdu tónleikararnir løg, sum teir sjálvir høvdu skrivað orð og sett tónleik til. Nakrir av teimum, sum vóru við í áðurnevndu verkætlan, tóku seg saman og stovnaðu bólkin Av&á. Endamálið við bólkinum var frá byrjan at spæla egnan tónleik. Tann fyrsta manningin var: Kári Andreassen: Guitar og sang, Gunnar Olsen: Leadguitar, Hans Jákup Ellingsgaard: Guitar, Hans Olivur Joensen: Bass og sang og John G. Joensen: Trummur. Eitt sindur av útskifting var í bólkinum í 1986. Nýggjur bassleikari gjørdist Thorberg Johannesen og Kristjan Geyti Johansen, sum til dagligt sat aftan fyri trummurnar í Black Panters, fekk litið í hendi sama leiklut í Av&á. Um hetta mundið flutti bólkurin úr Eydnuni. Nýggja venjingarhølið var á triðju hædd í Kystens Perle, størsta neystinum á Oyri. Síðstur við í Av&á var Hans Jørgen Jensen sáli. Hann spældi klaver og hammondurgu. Við hesari manning fór bólkurin undir miðvísar venjingar við teirri ætlan at geva eina LP plátu út. LP plátan „Dreymar“ við Av&á kom út í 1988. Manningin til Við Brúnna verður Kári Andreassen: Guitar og sang, Gunnar Olsen: Guitar, Jóhan Petur Andreasen: Klaver og orgul, Hans Olivur Joensen: Bass og kór, Kristjan Geyti Johansen: Trummur. Teir fara at spæla løg av LP plátuni, og nøkur nýggjari løg verða eisini at hoyra. Alex Bærendsen Bacon Brothers Inc. Av&á kl. 20.15 kl. 02.00 kl. 23.00 kl. 18.00