mánadagur 6. juli 2015síða 50
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 28 • 6. juli 2015
18
Ókeypis lýsingarblað
Marni Kruse er ein ungur
og spennandi tónleikari
av Oyrarbakka, sum eisini
framførdi við Brúnna í fjør.
Tað seinasta hálva árið
hevur hann íðin arbeitt við
sínari fyrstu EP, sum júst er
komin á marknaðin. Við
egnum løgum og tekstum
tekur hann oftast støði í
evnum úr gerandisdegnum.
Marni hevur seinastu
tíðina verið nógv frammi í
útvarpinum við sangunum
"Back Together", "Boombox
Songs" og "She's Beautiful".
Janus Trúgvason er
ættaður úr Hósvík, men
er búsitandi í Danmark.
Hann hevur spælt tón
leik í nógv ár og fram
førir ofta til tiltøk niðri.
Hóast Janus Trúgva
son fyri tað mesta er
kendur úr bólkinum
Safir, so er tónleikurin,
sum hann fer at fram
føra Við Brúnna ein
blandingur av kvæðum
og vísum. Nógv av til
farinum er sjálvkompo
nerað og møguliga
verður onkur sálmur
at hoyra eisini. Janus
syngur og spælir guitar.
Hann verður tó ikki
einsamallur á pallinum,
tí at Eyðun Mohr Hansen
kemur at framføra
saman við honum.
Eyðun Mohr Hansen
spælir m.a. saman
við Anniku Hoydal og
Martini Joensen.
13 ára gamla Maria á
Lakjuni fer at syngja
við Brúnna 11. juli í ár.
Sangfuglurin úr Fuglafirði
gjørdist landskend, tá
ið hon fyri tveimum
árum síðani gav fløguna
“Vøkur er verðin” út.
Serliga var tað lagið
“Sum eitt summar”, ið
var nógv at hoyra - og
er tað eisini enn.
Maria er júst byrjað
upptøkurnar til fløgu nr
2, so hon hevur nokk um
at vera í hesum døgum.
Við sær til Brúnna hevur
hon eitt orkestur, har
pápi hennara saman
við trimum ungum
harrum fer at spæla
undir. Hon fer bæði at
syngja løg av fløguni
“Vøkur er verðin” og
eisini nýggjari sangir,
henni dámar at syngja.
Síðani Jensina var barn,
hevur hon fingist við at
gera sangir og sendingar til
børn. Børnini kenna hana
frá sjónvarpinum, har hon
saman við Ljóðfílinum upp
livir mangt og hvat í Ding
ding Pippting og í Ding
dang Pappsang. Tónleikur
er drívmegin í nógva
tilfarinum, hon hevur lagt
eftir sær. Hon hevur spælt
inn tvær barnafløgur og
útgivið tríggjar DVD’ir við
upprunatilfari til børn. Hon
er útbúgvin innan gykl,
sjónleik, tónleik og myndlist.
Síðstu tvey árini hevur hon
arbeitt sum sjálvstøðugt
vinnurekandi í fyritøkuni
‘Purluknokki’. Hennara
framførslur eru eyðkendar
og altíð ein blanding av
øllum møguligum gyklandi,
tvætlandi og tónleikaligum
upplivingum. Hon fer at
syngja, roksa og snakka
um alt millum himmal og
jørð, og hon ætlar eisini,
at børnini skulu syngja við
onkuntíð. Og hvat man hon
hava við í kuffertinum?
Hon sigur, at hon gleðir
seg til at spæla í Sundalag
num, tí tú blívur í so øðiliga
góðum lag av at spæla
har. Ella sum hon sigur: Tað
er bara eitt lag, sum er betri
enn gott lag, og tað er
Sundalag!
Ungdómurin í Sunda
Kommunu hevur fingið eitt
ungdómshús, har tónleikurin
ljómar – Garnhúsið á Oyri.
Tankin er, at ungdómurin
við atgongd til eitt tílíkt
tónleikaumhvørvið fær
møguleika at royna seg
tónleikaliga. Og fyrsti
tónleikabólkurin haðani
er nú klárur at framføra.
Tey høvdu eina fína fram
førslu Við Brúnna í fjør og
hava verið umbiðin í nær
umhvørvinum til smærri
tiltøk, men nú skulu tey so
royna seg á øðrum sinni til
stóra tiltakið Við Brúnna.
Limirnir í bólkinum eru: Sang:
Silja Johannesen, Guitar:
Teitur Midjord, Guitar: Janus
Foldbo Holm, Bass: Eyðun
Hansen og trummur: Janik
Jensen.
Marni Kruse
Butterflies
Janus Trúgvason
Maria á Lakjuni
Pippkonsert
við Jensinu Olsen
kl.
01.30
kl.
15.30
kl.
17.15
kl.
16.30
kl.
19.45