mánadagur 6. juli 2015síða 52
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 28 • 6. juli 2015
20
Ókeypis lýsingarblað
Martin Joensen hevur
verið virkin á føroyska
tónleikapallinum í útvið
fýrati ár. Í høvuðsheitum
sum limur og virkin sang
skrivari í Vestmonnum, og
síðani mitt í áttatiárunum
sum solistur. Martin skrivar
bróðurpartin av sínum tilfari
sjálvur. Millum kendastu
sangirnar er upplagt at
nevna Ró, Morgun, Svarta
Ravn og Uttan teg, sum er
ein sálmur, ið er við í nýggja
sálmabókaískoytinum.
Gjøgnum ár og dag eru
komnir út ímóti hálvtannað
hundrað sangir frá Martinsa
hond. Flestu av hesum
framførir Martin sjálvur,
meðan aðrir eru skrivaðir til
ymsar føroyska solistar.
Martin ger tann dag í
dag nýggjan tónleik. Fyrr
í ár gav hann út lagið Í
tøkum tíma, sum hevur
verið nógv spælt í Útvarp
inum. Martin er pápi Sakaris,
sum eins og pápin er virkin
tónleikari og millum annað
hevur framleitt og miksað
lagið, sum Martin gav út fyrr
í ár. Martin Joensen er altíð
garantur fyri eini erligari og
inniligari framførslu.
Tað eru tveir navnframir
menn, sum leggja navn
til bólkin Stongum &
Guttesen. Magnus og
Jóan Jakku hava gjørt
Tinganest til ein sannan
kultbólk – teir eru
ímyndin av vágasoundi.
Vágasoundið er íborið
og eyðkennir eisini tað,
teir hava lagt eftir seg
hvør í sínum lagi.
Tá Tinganest vitjaði
við Brúnna í fjør, var
talan um eina serstak
liga góða konsert, har
vit komu í gjøgnum alt
repertoireð frá góðu
gomlu slagarunum til
tað nýggjara tilfarið.
Llítið er at ivast í, at
vit fara at hoyra alt
frá Upp á tá, Annan
sang, Vágagellan og
Síðsti dansur til Kom
heim, DC4 og kanska
onkran fótbóltssangin
eisini. Heldur ikki er tað
óhugsandi, at teir báðir
fara at spæla løg hjá
Vágaverki, sum Jóan
Jakku er annar høvuðs
persónurin í.
Eitt av nýggju nøvn
unum við Brúnna verður
Tummas Jóhan Larsen
av Eiði.
Tummas er 22 ára
gamal og syngur og
spælir guitar. Hann
hevur fyri tað mesta
framført í lokala um
hvørvinum, men hevur
tó verið í finaluni í bæði
tónleikakappingini
Sement og Singer/song
writer kappingini fyri
nøkrum árum síðani.
Tummas spælir mest
coverløg, men tó onkur
egin løg eisini. Tummas
er tónleikaliga væl fyri,
og fer at framføra Við
Brúnna leygardin 11.
juli.
Havnarkonan á Langa
sandi, sum syngur á skálvíks
máli, hevur sungið so leingi,
sum menn vita um. Tað
er neyvan nakar pallur í
landinum, hon ikki hevur
staðið á, og hon hevur nú
í stíva hálva øld fingið fólk
at lurta, dansa og syngja
við. Saman við systkjum
sínum legði hon frá landi
miðskeiðis í fimmtiárunum,
og meðan Útvarpið sleit
barnaskógvar sínar, gjørdist
Nicolina fólkaogn. Vit kunnu
avdúka, at hon kemur
at undirhalda okkum Við
Brúnna við fleiri av sínum
landaplágum m.a. ”Tá
kvøldið kemur” og ”Mær
leingist” saman við góðum
tónleikabólki.
Norrøna Dansband varð
stovnað aftan á ein har
monikutúr við Norrønu,
og navnið hava teir
grundað á, at teir hittust
og spældu saman fyrstu
ferð umborð. Teir spæla
vælsvingandi dansitónleik
við íkasti av dansband og
countrytónleiki, og hava
allir drúgvar royndir frá før
oyska dansiumhvørvinum.
Manningin í Norrøna
Dansbandi hevur verið
virkin í dansiumhvørvinum í
nógv ár, og hava flest allir
spælt til dans við ymiskum
bólkum í eitt mannaminni.
Vit minnast millum annað
Ólav Magnussen frá
“Roberti, Jákup og Ólavi”,
og vit minnast Erling Berg
frá bólkum sum “Berg og
Jacobsens dansiorkestur”
og frá Driv, sum guitar
leikarin Gunnar Olsen
eisini hevur verið ein partur
av. Sakaris Hansen ella
“Saggi” hevur millum
annað verið fastur partur
í harmonikatúrunum við
Norrønu, eisini gomlu
Norrønu, sum sangari í
bólkinum “Sak”. Árni og
Hans Pauli hava eisini verið
virknir í dansiumhvørvinum,
Árni millum annað í 80’ara
bólkinum “Section” og bólk
inum “Í-cast” frá 00’unum.
Hans Pauli hevur mangan
spælt til dans við sínari
harmoniku, og hann hevur
millum annað ofta verið at
hoyrt í Eydnuni, har hann nú
aftur skal á pall saman við
Norrøna Dansbandi, sum
hevði ein rimmar dans á til
takinum Við Brúnna í fjør.
Martin Joensen
Norrøna Dansband
Stongum & Guttesen
Tummas Jóhan Larsen Nicolina av
Kamarinum
kl.
22.30
kl.
00.15
kl.
19.15
kl.
18.45
kl.
23.45