mánadagur 6. juli 2015síða 60
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 28 • 6. juli 2015
28
Miðlahúsið
Ókeypis lýsingarblað
Dragasund KG 2
Humber
Hawk í
Miðvági
við Óla Olsen
M
eðan Erik hevði Dragasund,
fiskaði hann við línu og
royndi eftir sild við gørnum.
Hann sigldi eisini dúgliga á bretska
marknaðin við ísfiski.
Í 1950 fór Leif Niclasen, sonur Erik
til Eysturgrønlands við Dragasundi.
Teir fóru av Klaksvík 1. august og
settu fyrstu setuna 9. august. Men
tað lá ikki so væl fyri henda túrin.
Nógvur ísur, og so vóru hvørki veður
ella streymur til vildar. Fimm dagar
royndu teir á Kap Danbankanum, har
teir fiskaðu seks tons av kalva, eitt
sindur av toski og nakrar hákellingar.
Teir vóru aftur í Føroyum síðst í
august.
Í 1959 var Dragasund aftur í
Eysturgrønlandi. Hetta var í sambandi
við
stórslignu
fiskiroyndina
hjá
Kjølbro, tá ið Karin K var móðurskip.
Heldur ikki ta ferðina lá fyri. Ísurin
rýmdi ongantíð av góðu fiskileiðunum
undir Eysturgrønlandi tað summarið.
Spell var tað, tí tá ið snørið onkrar
løtur varð kastað, var ofta fult av
stórum toski.
Fleiri bátar komu illa fyri, tí at
ísurin skrúvaði seg saman um teir,
men hvørja ferð eydnaðist teimum
at koma leysir aftur. Teir komu heim
aftur í øllum góðum við 170 tonsum
av saltfiski.
Sylvan Jacobsen og Páll Poulsen,
skiparar í Klaksvík, keyptu Dragasund
seinnapartin í sekstiárunum, og í
1969 átti Sylvan fiskifarið, sum hann
róði út við, einsamallur.
Men 2. februar 1988, tá ið teir fóru
á Norðhavið við snellu, fór báturin
at leka úti á fiskileið. Helst hevur
skamlop verið, tí nú kom eldur eisini
í skipið, og hann breiddi seg skjótt.
Esther, sum lá nærindis, hevði fingið
eitt prei um, at báturin var farin at
leka, og nú teir máttu skunda sær í
gummibátin, var gamla sluppin skjót
at taka teir upp. Dragasund brann og
sakk hetta sama kvøldið 12 fjórðingar
úr Kallinum.
Kelda: Fjúrtandi 4. og 5. februar 1993.
Mynd: Jógvan Háfjall
Erik Niclasen, skipari í Klaksvík, átti henda stóra útróðrarbátin, sum varð smíðaður í
Korsør í 1948. Hann var 77 tons og hevði fyrst ein 240 hesta alpha-diesel og síðan
ein 280 hesta. Kjølbro reiddi bátin út og átti hann eitt stutt skifti sjálvur
Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar bilmyndir
saman við stuttum teksti og upplýsingum til:
maggi@sos.fo
B
ilurin hesa vikuna er ein Humber
Hawk frá 1950 hjá Sigvaldi
Hansen í Miðvági, sum sjálvur
situr í bilinum. Bilurin hevði Fø 185,
var myrkareyður og varð nýttur sum
hýruvognur.
Humber Hawk vórðu framleiddir
í ymiskum modellum frá 1945 til
1967 av Humber Car Company í
Onglandi, sum var partur av Rootes
Group, ið var ein konsern av enskum
bilverksmiðjum,
sum
framleiddi
bilmerkir sum t.d. Hillman, Humber,
Singer, Sunbeam og Commer.
Í gomlum lýsingum í føroysku
bløðunum sæst at eitt tíðarskeið
var tað fyritøkan P/F Havgrímur
Johannesen í Havn sum seldi Humber.
Myndaeigari: Sigvald Hansen
Skipssøga
bilasøga