týsdagur 7. juli 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. juli 2015 · Nr. 77
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341899, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Terji Nielsen
Í dag er 8. juli. Harvið eru tað tríggj
ar vikur inntil síðstu politisku
nýggjársrøðuna og tríggir mánaðir
fram til 29. oktober ella síðsta
møguliga valdagin.
Vit kunnu rokna við, at tað í
politiska veruleikanum verður frá
hondini og í munnin fram til valið.
Royndirnar vísa tó, at í føroyskum
politikki er ilt at rokna við nøkrum
sum helst. Alt kann henda, og alt
ber til.
Samgongan legði fyri við eftir
fáum vikum at gera ógvusligar
broytingar í skattastiganum og í
skattingini av pensiónum. Hetta
varð samtykt fyri jól í 2011 og har
við ein mánað eftir, at samgongu
skjalið varð undirskrivað tann 14.
november 2011. Politiski turbolens
urin, serliga eftir at frágreiðingin
hjá Gammeltoft-Hansen varð al
menn, leggur ikki upp til víðfevnd
ar samtyktir, men møguleikin skal
ikki útihýsast, at samgongan nú fer
at gera eitt ordans hirs.
Fólkaflokkurin, sum hevur av
gerandi orðið, og løgmaður og eis
ini Jenis av Rana hava sagt, at tað
framvegis ber til at samtykkja
stóru broytingarnar í fiskivinnu
lóggávuni. Tað hevur ljóðað veru
leikafjart, men nú er neyðugt at
flyta fokus frá tí, sum hevur eyð
kent samgonguna og politiska
veruleikan seinastu tíðina.
Tí hevði tað ikki undrað, um
uppskot um broytingar í fiski
vinnulógini verður samtykt nakrar
dagar fyri valið. Nú snýr tað seg
ikki um breiða semju – heldur ikki
hjá andstøðuni. Nú snýr tað seg um
at sætta sær og sínum.
Ein sovorðin samtykt er tó tor
før at ímynda sær. Jenis brúkar
sína tíð og orku at stríðast við tey
samkyndu. Hetta er hansara val
stríð. Ríkisfelagsskapurin verður
dagsskráin hjá løgmanni. Tað er
hansara valstríð, og fólkaflokk
urin, sum hevur sitið við vald
inum síðani 1996 – burtursæð frá
nøkrum krákumánaðum – fer at
billa veljarunum inn, at hann er
garanturin fyri sjálvstýri og betri
umstøðum hjá vinnulívinum og
pensionistunum og nú eisini hjá
teimum, sum búgva í høvuðsstað
num.
Í lóggávu verður tað frá hondini
og í munnin. Á fiskivinnuøkinum
fer tað at snúgva seg um at fáa
fiskidagarnar samtyktar. Tað er
so upplagt, at allir dagarnir verða
inndrignir, sum ikki verða brúktir,
men sum verða amboð at rudda
grunnarnar, um fiskaríið skuldi
tikið seg uppaftur. Tað kemur ikki
upp á tal, nú valið nærkast. Hvussu
tað yvirskipað gagnar Føroyum
hevur ikki so nógv at siga – als ikki
nú tað í dag er eitt 3 vikur og 3 mán
aðir undan valinum.
Jenis brúkar tíð og orku
at stríðast við tey samkyndu
Seinastu dagarnar hevur
sølan av atongumerkjum
og gisting á G! gingið sera
væl.
Fleiri sløg av gisting eru
útseld eitt nú skúlastov
urnar, og nýggja tilboðið
um at gista í uppsettum
rúmi í skúlahøllini. Men
húsvognar við síðutjaldi í
Familjukampingini í Syðru
gøtu eru eisini útseldir
meðan bert heilt fá pláss
eru eftir til húsvognar utt
an síðutjald í Syðrugøtu.
Vanliga tjaldingarøkið er
somikið stórt, at tað enn eru
pláss eftir, men eisini her
gongur sølan sera væl. Eins
og
atgongumerkjasølan
hevur gingið strúkandi.
Ein 35 ára gamal føroyingur
er dømdur at sita í fongsli í
12 ár, fyri at hava dripið konu
sína.
Dómurin
fall
í
gjár,
skrivar Ekstrablaðið.
Tað var fyrst januar í ár,
at hann hann stakk konu
sína so illa við knívi, at hon
doyði av løstinum.
Tey høvdu gingið saman
fyrr, og síðsta vár hittust
tey aftur, og giftust. Men tey
samdust ikki væl, og fóru
frá hvørjum øðrum longu
aftur í heyst, men funnu
kortini saman aftur á jólum.
Tá ið hann hevði stungið
hana, ringdi hann sjálvur til
løgregluna og boðaði frá. Og
í gjár varð hann so dømdur
at sita í 12 ár, og hann tók
við dóminum, sigur Ekstra
blaðið.
Fleiri sløg
av gisting
útseld
Føroyingur dømdur
fyri morð í Danmark
Tað verður frá hondini og í munnin
Tað er
eitt stórt
framstig
fyri okkum
sum sam
felag, at vit
í dag hava
pláss fyri
LGBT skrúð
gonguni
Helena Dam á Neystabø
kjak s 10
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Savnsmynd