Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juli 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. juli 2015 · Nr. 77 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Formansskapurin í ringari kattapínu Eftir tveir fundir í formansskapinum í Løgtinginum er enn ongin avgerð tikin Árni Gregersen Helst verður ein avgerð tikin á fundi í dag kl. 9.15, men Løgtingið og for­mans­ skapurin er komin í eina kattapínu av frá­greiðingini um tunnilsmálið, sum tingið sjálvt hevur biðið um. Tað tykist torført hjá teimum fýra í formans­skapi­ num at finna fram til eina semju um, hvat formans­ skapurin skal mæla tingi­ num til at gera við frá­greið­ ingina. Formansskapurin viðger tað tilmælið frá Gammeltoft, sum hevur við revsirættar­ liga partin av málinum at gera. Hans Gammeltoft-Han­ sen mælti í sínari frágreiðing til, at løgmaður fær eina nøs fyri at hava borið tinginum skeivar upplýsingar. Støðan hjá for­mans­skapi­ num er trupul, tí hetta er nýtt fyri tingið við einum slíkum tilmæli. Onki fordømi er, men formansskapurin og umsitingin veit, at tað sum nú verður gjørt, verður for­ dømi seinni. Politikkur Trupla støðan ger, at bæði umsitingin og for­mans­ skap­urin noyðast at hava tunguna mitt í munninum. Hvør steinur verður vendur og møguligar avleiðingar av tí, sum verður gjørt, verða eisini vurderaðar. Truplari gerst málið eisini av, at her eisini er talan um politikk. Í formansskapinum sita fýra mans. Tveir umboða Sambandsflokkin, sum er partur av samgonguni og ein Fólkaflokin, sum eisini er partur av samgonguni. Fjóðri limurin umboðar Tjóðveldi og andstøðuna. Á fundinum í dag fór Gerhard Lognberg, Sam­ bands­flokkurin, fyrst av fundi­num. Hann fór langt áðrenn hinir fóru av fundi­ num, so til bar ikki at røkka eina endaliga semju. Formansskapurin arb­eið­ ir við einum uppskoti at leggja fyri tingið. Roynt verður at finna eitt orðaljóð, sum er so mikið greitt, at málið ikki hevur fyri neyðini at verða beint í nevnd, men at tað kann fara beinleiðis til 2.viðgerð. Formansskapurin veit tó eisini, at tað skal bert ein tinglimur krevja, at málið fer í nevnd. So fer tað í nevnd. Løgtingsformaðurin kann einsamallur kalla tingið saman, men í løtuni er tað so, at tingfólk eru í summarfrí, men koma aftur til nýggju tingsetuna, sum byrjar klokk­an 13 ólavsøkudag. Løgtingsformaðurin kann velja at bíða við at leggja nakað fram fyrr enn tingið kortini kemur saman á ólavsøku, men tað er eisini soleiðis, at 14 tingfólk kunnu kalla tingið saman. Løgtingsformaðurin sjálv­ ur hevði onga viðmerking eftir fundin í gjár: – Eg havi onki at siga annað enn,a t fundur verður aftur í morgin klokkan 9.15, segði Jógvan á Lakjuni. Hann leggur tói afturat, at hann roknar við, at málið verður avgreitt í morgin. – Men onki er 100 prosent og onki er liðugt fyrr enn alt er liðugt, segði hann. Løgtingsvalið Formansskapurin í tinginum arbeiðir við niðurstøðuni hjá Hans Gammeltoft-Hansen, kanningarstjóra, men for­ mansskapurin veit eisini, at eitt løgtingsval stendur fyri durðunum. Tí má orðingin helst vera varislig, skal samgongan taka undir við henni. Hinvegin so veit meirlutin í tinginum eisini, at so skjótt tingið er saman, so kann andstøðan leggja fram eitt misálitisuppskot á løgmann. Tað kann gera støðuna trupla, júst tí at vit skulu hava løgtingsval í heyst. Spurningurin er tí um Javnaðarflokkurin fer at taka undir við einum mis­ álitið á løgmann. Flokkurin stendur væl í veljara­kann­ ingunum, men hevur uppá forhond sagt, at hann ikki fer í samstarv við Fólkaflokkin. Tað vil siga, at kvettir hann við einum misáliti sambandið við Sambands­ flokkin, so hevur hann bert Tjóðveldi at samstarva við av teimum størru flokkunum. Og so stendur flokkurin veikari í samgongusamráð­ ing­unum. Í morgin ger for­mans­ skapurin arbeiðið liðugt. Neyvan verður tingið kallað saman nú, men eitt uppskot verður klárt til tingsetanina á ólavsøku.