Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juli 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. juli 2015 · Nr. 77 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Terji Nielsen Tað má sigast at vera rætt­ iliga óvanligt, at ein bý­ ráðs­limur letur gera eina spurnar­kanning, sum hann sjálvur rindar fyri, og sum skal brúkast í kommunala ar­beið­inum hjá viðkomandi. Men tað er júst hetta, sum Bogi Andreasen, býráðslimur í Havn, hevur gjørt. Hann hev­ur fingið fyritøkuna Spyr at spyrja um 300 borgarar í Havn, hvørji ynski tey hava til komandi íløgur í komm­ un­uni og eisini onnur viður­ skifti í Havn. Stórar íløgur liggja fyri framman Spurdur, hví hann hevur latið hesa kanning gera, sigur Bogi Andrasen, at tað eru tað fleiri orsøkir til. – Eg havi millum annað gjørt tað, tí býráðið skal í næstum gera fleiri stórar íløgur í eitt nú skúla, havn og musikskúla. Hetta fer at binda kommununa í nógv ár fram­eftir, og tí er umráðandi, at vit, sum sita í býráðnum, eisini lurta eftir borgarunum í kommununi, tí vit skulu rað­festa aðrar íløgur, sum helst vera avmarkaðar næstu árini, sigur hann. Hann heldur, at tað er um­ráðandi, at kommunan lurtar eftir borgarunum. – Tað hevur alt at siga, at vit fylgja við í, hvat er tendensurin millum borg­ arar­nar, tí tað eru jú teirra pengar, ið vit arbeiða við, sigur hann. Skal brúkast í fíggjar­ ætlanarar­beiðinum Bogi Andreasen viðgongur eisini, at ein spurnarkanning, har 300 fólk eru hoyrd, er ikki tann mest umfatandi, men hann heldur tó, at ein slík kanning altíð kann geva eina ávísa ábending um, hvat fólk halda. – So eg ætli mær at brúka kanningina víðari. Eg ætli mær at taka hana við í fíggjarætlanararbeiði, ið liggur fyri framman, og eftir mínum tykki er ein slík kanning við til at lata okkum býráðs­limir í til at taka avgerðir viðvíkjandi íløgum, sigur hann. Matarskipan á dagstovnar Eitt av viðurskiftunum, sum fólk eru spurd í spurnar­ kanningini, er, um tey heldur vilja lækka ansingargjaldið á dagstovnum ella hava eina heilsugóða matarskipan á stovnunum. Bogi Andreasen sigur, at hetta heldur hann vera ein sera viðkomandi spurning, ser­liga tá ið man hevur í huga, at ávísir partar av bý­ ráð­num hava umrøtt møgu­ leikan at lækka ans­ingar­ gjaldið. – Vit vita, at tað eru býráðs­limir, sum hava verið alment úti og tosað um at lækka gjaldið, men eg metti, at tað vóru fleiri fólk, sum heldur vildu ynskt at hild­ið fast í gjaldinum og so fingið eina heilasugóða matar­skip­ an út á stovnarnar. Og tað vísir seg eisini í kanningini, at meiriluti er fyri tí loysnini, sigur Bogi Anderasen. Hann sigur, at hann tí fer at brúka nógv orku í nærm­ astu framtíð fyri at kanna hendan møguleika nærri, og hvussu hann møguliga kann setast í verk. – Vit eru valdir av borg­ar­ anum at røkja teirra áhuga­ mál, og tað eru teirra pengar, sum vit umsita. Tí haldi eg eisini, at vit hava skyldu til at lurta eftir teirra ynskjum, sigur hann at enda. terji@sosialurin.fo Umráðandi at hoyra borgaran Bogi Andreasen, býráðslimur í Havn, hevur fingið fyritøkuna Spyr at gera sær eina kanning, sum millum annað skal vísa, hvørjar íløgur liggja fremst í huganum á havnarborgarum. – Eg havi gjørt hetta, tí eg haldi tað vera umráðandi, at vit í býraðnum lurta eftir ynskjunum hjá borgarunum í kommuni, sigur hann kanning Bogi Andreasen, býráðslimur í Havn, hevur fingið fyritøkuna Spyr at gera sær eina kanning, sum millum annað skal vísa, hvørjar íløgur liggja fremst í huganum á havnarborgarum Savnsmynd