Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juli 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. juli 2015 · Nr. 77 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Eyðgunn Samuelsen løgtingskvinna Við einum lítlum penna­ stroki og eini lítil­lætn­ari frá­boðan frá fíggj­ar­mála­ ráð­num varð í farnu viku boðað frá, at tað nú næst­ an frá degi til dags verður loyvt at inn­flyta tví­falt so nógvar toll­frí­ar siga­rett­ir, sum fram­man­und­an. Sam­ stundis verður sam­an­set­ ing­in av tollfríum inn­flutn­ ingi av rúsdrekka broytt. Grund­gev­ingarnar eru næst­an láturligar, og tær halda ikki ein metur. Fyri nøkrum árum síðani varð, við heilsupolitiskum grund­gevingum, gjørt av at hálvera nøgdina av sigarett­ um, sum kundu inn­flytast toll­frítt. Nú verð­ur hetta broytt aftur, og grund­gev­ ing­in er, at tað er so ringt hjá ferða­fólki at finna út av, hvørj­ar reglur eru galdandi. Tað er eisini so strævið hjá ferða­vinnuni at skula hava fleiri ymiskar kunningar til ferða­fólkini, sigst. Samstundis verður loyvt at innflyta meira av øli, - og her eru grundgevingarnar, at tað kanska kann stuðla før­oysk­ari framleiðslu. Eisini verð­ur sagt, at regl­ur­ nar skulu líkjast meira teim­ um í granna­londunum, og dømi verða nevnd um tað. Men reglurnar verða al­ líka­væl ikki tær somu, sum í granna­londunum, og grund­ gev­ing­in um, at ymisk­ar regl­ur eru truplar at kunna um, er eftir øllum at døma bert galdandi fyri tub­bak, men ikki fyri øl. Hvat sigur Fólkaheilsuráðið Vit kunnu sjálvandi kjakast um, hvussu reglurnar skulu vera, og hvørt tað skal verða loyvt at innflyta stórar ella smærri nøgdir av tollfríum vør­um. Men tollreglurnar hava eisi­ni eitt heilsupolitiskt inni­hald, og tí kundi verið sera áhugavert at vitað, hvat Fólkaheilsuráðið hevur havt av metingum um hesar broyt­ing­arnar. Tí tey hava væl fingið høvi til at gera sín­ar metingar um tað ? At tosa ov nógv og handla ov lítið Tað er ikki meira enn gott hálvt ár síðani, at heilsu­ mála­ráð­harr­in Kar­sten Han­sen hartaði løg­tings­ lim­ir fyri at tosa ov nógv og handla ov lítið, tá tað snúði seg um heilsu­politisk átøk. Minn­ist ikki orðarætt, men Kar­sten Han­sen er á in.fo endur­givin fyri at siga: “... løg­ting­ið vil held­ur stuðla ein­um parti av vinnu­ni við at loyva henni at sel­ja toll­ frítt tubbakk, sum ger tað lættari at keypa og sel­ja tubbakk, hóast tað er próv­ fast, at tað er mangan er deyði­ligt. Men Karsten Hansen lov­ar samstundis, at hann steðg­ar ikki við stríðnum at seta fyribyrgjandi tiltøk í verk, og eitt tiltak er at strika reglur­nar um, at tað ber til at selja tubbakk toll­ frítt.” Kanska verður í løg­ tingi­num tosað ov nógv og handl­að ov lítið, sum Kar­ sten Hansen sigur. Men her hava vit væl eitt dømi um ein lim í samgonguni sum tos­ar í eina ætt, meðan sam­ gong­an handl­ar í eina aðra ætt - beint øvugt av tí, sum sagt verð­ur! Heilsupolitiskt sjálvmál Her er talan um eitt klokku­ reint heilsupolitiskt sjálv­ mál hjá samgonguni. Ringt er at finna út av, hvat hendir her í sein­na hálv­leiki í sam­gongu­dysti­ num. Málmaðurin er far­in súkklu­túr móti krabba­ meini, með­an fíggjar­mála­ ráð­harrin skor­ar í egið net við átaki, sum kann økja um krabba­meins­til­burð­ir­nar. Heilsu­mála­ráð­harrin hevur fing­ið ein heilsupolitiskan fram­man­á og er allarhelst sett­ur út á bonk­in at svala sær á........ ella er hann vístur av vølli­num av sínum egnu ? Her er í hvussu so er einki, sum hongur saman. Hvørki av tí, sum heilsu­ mála­ráð­harrin sigur um heil­su­politisk átøk ella í grund­gev­ing­unum fyri at gera um­tal­aðu broyt­ing­ar­ nar. Kanska er tað bara val­ agn har dyrgt verður við tub­b­aki og øli? Heilsupolitiskt sjálvmál hjá Karsten Hansen Helena Dam á Neystabø forkvinnna i Mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs Mentamálanevnd Tórs­havn­ ar Býráðs heldur, at henda skrúð­gonga hevur týdning fyri býin, og fyri tey virði sum Ólavsøkan umboðar, og hava vit tí eisini stuðlað til­taki­num. Eg ivist ikki í, at stóra undir­tøkan sum júst henda skrúð­gonga fær, er grundað á, at allar flestu føroyingar ynsk­ja eitt samfelag, har vit virða hvønn annan, júst so­leið­is sum vit eru. Skrúð­ gong­an hevur øll árini verið væl fyriskipað. At Miðflokkurin finnur uppá at samanbera leiklutin hjá LGBT við leiklutin hjá Sea Sheperd er langt úti. Sea Sheperd roynir við pro­pa­ ganda og eisini ósann­ind­um at seta Føroyar í ringt ljós altjóða, og tað eiga vit at ver­ ja okkum fyri. Sjálv­andi við viti og skili og við virðing fyri van­ligum manna­rætt­ind­um. Tað er eitt stórt framstig fyri okkum sum samfelag, at vit í dag hava pláss fyri LGBT skrúðgonguni og tí fjøl­broytni og margfaldi, sum hon myndar, og sum boð­ar frá at Føroyar eru eitt samfelag, har pláss er fyri menniskjum við øllum brigd­um. Sjálvandi verður skrúð­ gong­an í ár, eins og undan­ far­in ár. Sjálvandi verður LGBT- skrúðgongan í ár Ágrýtin og litfagur tryggleiki eru orð, sum renna einum í huga, tá tú sær málningarnar hjá A9TA, sum er danska kunst­nara­navnið hjá Ani­ tu Køtlum Petersen. Hon hevur tryggan sans fyri uppliving, og djørvu litir­ nir eru við til at lata eyguni upp fyri nógvum litbrigdum í ullferðini á seyði, eini fjalla­ líð, einum landslagi - teir lata upp eyguni á teimum, sum hyggja,  og  vísa fjølbroyttu litir­nar, norðari partur av heimi­num hevur at bjóða. Hon fagnar við heilt ser­ ligari gleði ídnu hondunum á føroyskum kvinnum, sum binda kærleika og ull saman til at verma síni kæru. Litir, ull og kærleiki, breitt út á lø­ rift. Tá tú hyggur at mynd­ un­um hjá Berit Kyed, er tað merkis­vert, hvussu lítið brúk er fyri orðum. Berit er eld­ hug­aður ekspressionistur, sum hevur nógv upp á hjart­ að. Her verður talað beint frá hjartanum við breið­ um pensli, stórum arm­ rørsl­um  og  litum, ið gleða, eggja og royna mørk. Myndevnini, sum hesa ferð partvíst hava fing­ ið íblástur av vitjan í Før­ oyum, eru vovin yvir temað - eygleiðandi, tig­andi menniskja. Allur paletturin er í brúki - gleði, sorg, vón­ loysi, sinnisrørsla, kær­leiki - lív­ið og deyðin. Fernisering verður 9. juli klokkan 16.30,  og  síðan er fram­sýn­ingin opin frá 13 til 18 hvønn seinnapart fram til 14. juli. Køtlum og Kyed í Lítluvík Í tíðarskeiðnum 9.-14. juli sýnir Anita Køtlum Petersen fram málningar saman við donsku listakvinnuni Berit Kyed, sum sigur, at “Føroyar og føroyingar hava rakt hana so beint í blóðið”