Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juli 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. juli 2015 · Nr. 77 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vatnskipanin hjá Tvøroyrar kommunu er undir eftirliti av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, og í hesum sambandi verða vatnroyndir tiknar regluliga. Reint vatn í Tvør­ oyrar kommunu Vilmund Jacobsen – Umframt at taka royndir av vatnverkunum verða eisini royndir tiknar á virkjum eins og stakroyndir millum býlingshús. Eisini verða royndir tiknar av vatninum, áðrenn tað fer inn í reinsiverkið. Soleiðis verður alla tíðina fylgt við vatn­góðskuni, og hvussu væl skipanin virkar. Lagt verður aftrat, at síðani januar 2014 hava ikki verið staðfestar bakteriur í drekkivatninum, og kann sostatt staðfestast, at tað arbeiði,   ið hevur verið pri­ oriterað seinastu árini við at finna og útilokað, at óreinsað vatn kemur inn í skipanina, hevur givið úrslit.   – Við nýggju vatn­veit­ ingini eftir Brekkunum- Sjó­gøtu-Tvørávegur og sam­an­bindingini Trað­ar­ vegur-­Sornhúsvegur verða nú møguleikar at veita vatn út á havnarlagið, uttan at hetta nervar privatu húsarhaldini. Tvøroyrar kommuna veit at siga, at tað fer eisini at bera til at arbeiða uppá vatnleiðing uttan at bróta av til allan býin. – Smáir tveir kilometrar av høvuðsvatnleiðing eru lagdir niður fyri at røkka á mál.  Viðlíkahald av vatn­ netinum kemur tó ongantíð at halda uppat. Umframt lekar í samband við gomul jarnrør kemur eisini í framtíðini at verða viðlíka­ hald av nýggjaru plastikk (PE) leiðingunum. Tvøroyrar kommuna veit at siga, plast niðurbrýtist skjótari enn áður hildið. Rørveggirnir gerast veikari og koma ikki at klára trýstið í longdini. – Fyrstu plastleiðingarnar, ið vóru lagdar niður, mugu í dag roknast at hava mist 30% av upprunaligu styrkini og eru í summum førum klárar til útskifting, vita tey á Tvøroyri at siga. vilmund@sosialurin.fo Hansa Maria gjørt roktúr Mánamorgunin byrjaðu teir at landa trolbátin Hansu Mariu í Leirvík eftir roktúr á Rygginum. Trolbáturin hevur fiskað í lítið meira enn eitt samdøgur, og veiðan er stívliga 60.000 pund.  Sosialurin var á bryggjuni í Leirvík mánamorgunin, tá teir vóru í holt við at landa Hansu Mariu. Nógv tann størsti parturin av veiðini er stórur toskur, og nakað er av eitt nú upsa, kongafiski og øðrum fiskasløgum.  Tað var gott lag á bryggj­ uni í Leirvík. Onkur segði, at teir á Hansu Mariu bert høvdu fiskað í 20 tímar, onkur annar segði í 30 tímar. Men - líkamikið - er hetta ein góður túrur, ein roktúrur av teimum heilt góðu.