Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-07, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juli 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. juli 2015 · Nr. 77 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur André Olsen Hóskvøldið vera seinnu upp­gerðirnar hjá teimum før­oysku liðunum í Europa League. Tey trý føroysku feløgini, sum tá skulu í eldin, eru Víkingur, HB og NSÍ. Víkingur skal í Norra spæla móti norska stórliðnum, Rosen­borg BK, meðan HB og NSÍ hava heimadyst. HB skal á Tórsvølli spæla móti FK Trakai, meðan NSÍ á Svanga­skarði skal spæla ímóti Linfield FC. Felags fyri øll trý liðini er, at tey ikki hava besta út­ gangs­støðið til seinnu upp­ gerð­irnar, umframt at einki av liðunum megnaði at skora í tí fyrru uppgerðini. Tí bendir alt á, at øll trý tey føroysku liðini, koma at siga farvæl við kappingina hós­kvøldið. Víkingur hevur truplastu mótstøðuna Víkingur hevur annars verið føroyski skansin, tá tað kem­ur til europeiskan fót­ bólt tey seinastu tvey árini. Bæði undanfarnu árini hava Víkingarnir leikt seg víðari. Í fjør enntá í tveimum førum. Tað er tó lítið, ið bendir á, at teir hóskvøldið koma at spæla seg víðari. Mótstøðu­ liðið, Rosenborg BK, vann í fyrru uppgerðini 2-0 á Svanga­skarði. Víkingur spældi ann­ars ein góðan dyst á Svanga­ skarði í fyrru uppgerðini, har teir í fleiri førum høvdu møgu­leikar fyri at leggja seg á odda. Gestirnir úr Rosen­ borg vístu tó sínar dygdir móti endanum, tá teir við tveim­um seinum málum vunnu uppgerðina. Víkinga liðið er annars væl brýnt til europeiskan fót­bólt. Flestu leikararnir á liðnum eru í góðum fótbólts­ aldri, umframt at stamman á liðnum er hin sama, sum hon hevur verið nógv av teimum undanfarnu árunum. Góðu úrslitini í Europa League tey bæði undanfarnu árini, hevur eisini verið grundar­lagið undir, at fleiri Víkinga­leikarar nú eru at finna á besta føroyska lands­ lið­num. Ein av leikarunum, sum av álvara hevur spælt seg á landsliðið eftir góðu av­rikini í Europa League tey bæði undanfarnu árini, er fram­rættaði profilurin, Sølvi Vatnhamar, sum ímóti Grikka­landi legði upp til bæði tey føroysku málini í minn­iliga sigrinum. Til dystin hóskvøldið, er Víkinga liðið nærum í sterk­ astu manning. Einasti leikari, sum ikki fær spælt við, er mið­vallarprofilurin, Súni Olsen, sum seinasta mánaðin hevur sitið uttanfyri við knæ­skaða. Dysturin hjá Víkingi hóskvøldið byrjar klokkan 18:00. Tað verður trupult hjá HB Annað føroyska liðið, sum hóskvøldið skal í eldin í Europa League er HB, sum í fyrru uppgerðini tapti heili 3-0 ímóti litaviska liðnum, FK Trakai á útivølli. Ringa útgangsstøðið frá fyrra dystinum ger, at tað skal okkurt heilt serligt til, um HB hóskvøldið skal spæla seg víðari í Europa League. Mótstøðuliðið, FK Trakai, er eitt lutfalsliga nýtt lið í fót­bóltssamanhangi. Teir vóru stovnaðir í 2005, og spældu á fyrsta sinni í bestu litav­isku deildini í 2014, har teir endaðu á einum fjórða plássi. Dysturin móti HB í sein­ astu viku, var tí eisini fyrsti dyst­urin hjá FK Trakai í euro­ peiskum fótbólti nakrantíð. Tað gjørdist serliga trup­ ult hjá HB í fyrra dyst­inum, tá teir seinasta hálva tíman í dystinum máttu spæla við einum manni í undirtali. Alex José dos Santos fekk bein­leiðis reytt kort. Hann verður tískil ikki tøkur til seinnu uppgerðina á Tórsvølli hóskvøldið. Heldur ikki Símun Samuel­sen er tøkur til seinnu upp­gerðina hjá HB í Europa League. HB boðaði seint mána­kvøldið frá, at Símun Samuelsen, sum í ár hevur verið leikandi hjálparvenjari hjá HB, er givin í felagnum. Fleiri onnur ivamál eru eisini í HB hópinum til dystin hóskvøldið. Tað ljóðar at bæði Jóhan Troest Davidsen og Andrew av Fløtum eru iva­samir til dystin. Dysturin hjá HB móti FK Trakai verður spældur á Tórs­vølli hóskvøldið klokkan 19:45. NSÍ er einasta vónin Seinasta liðið av teimum før­ oysku, sum hóskvøldið skal spæla Europa League dyst er NSÍ. Teir taptu í fyrru uppgerðini 2-0 móti Linfield FC á Windsor Park í Norður­ írlandi. NSÍ smæddist tó ikki burtur í fyrru uppgerðini í Norður Írlandi. Teir spældu ein góðan fyrra hálvleik, har teir í fleiri førum kundu havt lagt seg á odda. Men tað var altso heima­ liðið, Linfield FC, sum í seinna hálvleiki fekk bæði mál­ini í dystinum. Fyri gestirnar úr Linfield, er talan ikki um fremm­an­ dan túr til Føroy­ar. Seinastu trý árini hava norður írarnir trekt føroyskt lið. Í 2012 spældu teir Champions League dyst móti B36, har teir eftir brots­sparkskapping spældu seg víðari. Í 2013 spældu teir í Europa League móti ÍF, har teir eisini leiktu seg víðari, og í 2014 spældu teir aftur ímóti B36, har teir fyri triðju ferð spældu seg víð­ari móti einum før­oysk­ um liðið. Teir hava tí møguleikan fyri fjórðu ferð á rað, at spæla seg víðari ímóti einum før­oyskum liðið. Norður írsku gestirnir skulu hóskvøldið fyri fyrstu ferð royna seg uttanfyri Havnina í Føroyum. Allir hinir tríggir undanfarnu Eiga fyrstu málini til góðar Felags fyri øll tey føroysku liðini, sum hóskvøldið skulu spæla seinnu uppgerðirnar í Europa League er, at einki av liðunum megnaði at fáa mál í fyrru uppgerðini Europa League