hósdagur 9. juli 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. juli 2015
sosialurin 78
6
persónssøga
– Eg minnist sekundini áðrenn eg rakti jørðina. Tað
einasta eg hugsaði var: Ná Suni, hatta var tað. Nú er
slut. Soleiðis sigur 32 ára gamli Suni úr Hørg, sum í fjør
datt yvir 9 metrar niður á eitt hart betonggólv
datt 9,70
metrar
niður
á betong
Barbara Holm
E
ingin maður skal upp á
tekjuna uttan trygdarlínu,
og dettur onkur niður, og
yvirlivir, so skal eg persón
liga drassa viðkomandi upp aftur, og
tveita hann av aftur«.
Tað var tað fyrsta Suni úr Hørg
segði, tá ið hann kom til arbeiðis tann
28. mars í 2014. Sum arbeiðsformaður
fyri Búsetur var tað hansara uppgáva
at tryggja, at allir menninir vóru
tryggir og ikki tóku nakran kjans. Á
nærmast fløtu tekjuni 9 metrar og
70 yvir jørðini arbeiddu teir hendan
morgunin. 15 minuttir eftir Suni
hevði ávarað um at nýta trygdarlínu,
datt hann sjálvur av tekjuni.
– Tað passar slett ikki sum tey
siga í Hollywood filmunum. Tú sær
ikki lívið frammanfyri tær, meðan
tú dettur. So hasi Hollywood fólkini
lúgva, sigur Suni við einum smíli, tá ið
hann skal seta orð á hendingina fyri
góðum ári síðani.
Sterki, smílandi og blíði sumbing
urin er í dag viðtikin av hendingini.
Við einum blindastavi, ongari sjón
í høgra eyga, og tunnilsjón í vinstra
eyga, hevur hann trupulleikar við at
læra alt tað, sum hann dugdi áðrenn.
Tað skal alt lærast av nýggjum. Men
lyndi og sinni hava tað gott.
Skuldi bara líka
Teir vóru farnir upp á tekjuna henda
morgunin at hefta ein dúk yvir eitt av
holunum á tekjuni. Allir vóru farnir
í trygdarlínu uttan Suni. – Eg skuldi
bara líka festa dúkin áðrenn, sigur
hann og ristur uppá høvdið.
Hann festi dúkin og rætti síðani
amboðið víðari til næsta mann og
reisti seg upp. Síðani gjørdi hann tað,
sum ein ongantíð skal gera á einum
slíkum arbeiðsplássi. Hann gekk
beint fram – ávegis eftir trygdarlínuni
– meðan hann hugdi til síðuna.
– Tað er regla nummar eitt. Ongan
tíð gakk eitt fet á einari tekju, uttan
at tú ert vísur í, at tað er trygt, sigur
Suni.
Brádliga var ikki longur fast undir
fótum, og hann misti balansuna.
Tað passar slett
ikki sum tey siga
í Hollywood
filmunum. Tú
sær ikki lívið
frammanfyri tær,
meðan tú dettur«
Framhald á næstu síðu
Suni úr Hørg
Arbeiðsóhapp