hósdagur 9. juli 2015síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. juli 2015
sosialurin 78
9
Barbara Holm
S
einastu árini er byggivinnan
fleirfaldað, og hetta hevur
verið ein avbjóðing hjá Ar
beiðseftirlitinum. Arbeiðs
uppgávurnar hjá stovninum eru
øktar í tali, og hetta hevur ítøkiliga
viðført, at ein eyka játtan er latin til
Arbeiðseftirlitið, sum verður nýtt til
at gera eyka kanningar innan byggi
vinnuna.
Í dag eru tey sjey fólk í Arbeiðs
eftirlitinum, harav eitt starvsfólk
burturav arbeiðir við eftirlitið innan
byggivinnuna.
Tað er eitt krav, at øll arbeiðsóhapp
verða fráboðað til Arbeiðseftirlitið,
men eyðsæð er, at størri fyritøkur
eru raskari at fráboða enn smærri.
Hóast talið av fyritøkum innan
byggivinnuna er vaksið, so er talið
av arbeiðsóhappum ikki vaksið í tali.
– Vit fingu 17 fráboðanir um ar
beiðsóhapp innan byggivinnuna
í fjør, og hetta er áleið tað, vit fáa
hvørt ár. Tað er gleðiligt at síggja, at
hóast alsamt fleiri fyritøkur eru inn
an byggivinnuna, so eru ikki fleiri
arbeiðsóhapp, sigur Leivur Persson.
Hann vísur á, at talið av arbeiðs
óhappum innan donsku byggivinn
una í 2014 var 4500, og skuldi tað verið
umsett til føroysk viðurskifti, so átti
talið at verið áleið 45.
– Vit hava minni enn helmingin av
tí. Men eitt tal sigur ikki nógv, tí tú
noyðist at meta um álvaran av óhapp
inum, vísur Leivur Persson á.
Hann sigur, at tað eru ymiskir
mátar at meta um støðuna í føroysku
byggivinnuni, tá ið umræður arbeiðs
óhapp, og alt eftir hvat barometir tú
nýtir, er úrslitið ymiskt.
Í og við, at hendan vinnugreinin
veksur seg alsamt størri, so hevur
Arbeiðseftirlitið spent seg út fyri at
halda eyka eftirlit her.
– Tað vit síggja er, at júst trygd í
samband við hæddir ikki er í lagið. Vit
hava fleiri dømi um, at falltryggingar
útgerð ikki verður nýtt á nøktandi
hátt, og tað kann, sum vit vita, fáa
álvarsamar avleiðingar, sigur Leivur
Persson.
Arbeiðseftirlitið ger samstundis
nágreinilig hagtøl innan byggivinn
una, nú tey eru farin at varpa ljós
á trygd innan hetta økið, og hann
væntar, at komandi ár verður mun
andi lættari hjá Arbeiðseftirlitinum
at seta inn júst har, sum tørvurin er
størstur.
Arbeiðseftirlitið kannar
byggivinnuna í ár
– Arbeiðseftirlitið setur meira inn í ár enn vanligt er, fyri at eftirkanna hvussu
trygdin er í byggivinnuni. Higartil hava vit gjørt eftirlit á millum 50 og 60
arbeiðsplássum, sigur Leivur Persson, deildarleiðari hjá Arbeiðseftirlitinum
2009 2010 2011 2012 2013 2014
Tils.
2009 2010 2011 2012 2013 2014
Tils.
2009-14
Flutningur og havnararbeiði
1
1
2
1
5
13
12
5
16
9
8
61
66
Fiskiídnaður
22
3
8
12
10
11
58
25
5
24
34
29
31 134
192
Jarnídnaður
9
2
7
3
7
11
36
36
Handil og skrivstovur
2
2
1
4
1
9
2
3
2
2
10
19
Skúlar, barnagarðar o.líkn.
2
7
3
1
4
4
18
2
3
1
2
8
26
Heilsa og røkt
41
30
49
39
60
72 263
3
4
7
1
3
11
23
286
Byggi- og timburídnaður
1
1
19
15
17
16
17
14 102
103
Vinnukaving
1
2
1
1
Samanlagt
68
42
62
56
76
90 354
73
41
65
70
69
79 375
764
Kvinnur
Menn
Bæði kyn
Ár
Óhapp
2009 . . . . . . . . . . . . . . . . 141
2010 . . . . . . . . . . . . . . . . . 83
2011 . . . . . . . . . . . . . . . . 127
2012 . . . . . . . . . . . . . . . . 126
2013 . . . . . . . . . . . . . . . . 145
2014 . . . . . . . . . . . . . . . . 169
Hetta er holið, sum Suni úr Hørg datt niður ígjøgnum
Myndir: arbeiðseftirlitið
Niðurstøða hjá Arbeiðseftirlitinum í samband við óhappið
Út frá kanningunum á staðnum kann Arbeiðseftirlitið staðfesta:
1. At óhappið skyldast at skaðarakti er dottin niður ígjøgnum eitt ljósop í takinum.
2. At ongin fallverja var fyri opið, tá óhappið hendi.
3. At ongin sekunder fallverja var nýtt, tá óhappið hendi, t. d. seðlar ella
nót/arbeiðspallur undir opinum.
Opini í takinum vóru vard við áfestum plátum. Hetta er nøktandi verja. Tá pláturnar blíva
loystar, skal tó onnur verja setast í staðin. Trygdarseðlar eru slík verja. Hesi vóru tó ikki í brúk.
Arbeiðseftirlitið metir harumframt, at arbeiðið átti at verði betri fyriskipað við nýtslu av nót/
arbeiðspallur undir opunum.
Metingin hjá Arbeiðseftirlitinum er, at sjálvt um fallið skyldast eitt hendiligt óhapp, so er
manglandi nýtslan av fallverju tó beinleiðis orsøk til, at óhappið gjørdist so ógvusligt.
Var nøktandi útgerðin tøk og í brúk, so hevði nevna óhapp ikki havt nevniverdan skaða við sær.