Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juli 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. juli 2015 sosialurin 78 14 Tiðarlinja Kaj Leo Holm Johannesen, 50 ár, løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum 26.september 2008: Valdur til løgmann fyrru ferð November 2011: Afturvaldur til løgmann Nýggjárið 2012: Vildi stovna eitt ríkjasamband millum Danmark, Føroyar og Grønland September 2013: Loysir Kára P. Højgaard úr landsstýrissessinum September 2013: Niðurleggur innlendismálaráðið Oktober 2013: Misálit á løgmann (fall) Mei 2014: Misálit á Jørgen Niclasen (fall) September 2014: Vitjaði í Moskva, meðan ES royndi at boykotta Russland November 2014: Misálit á Jóhan Dahl (fall) Januar 2015: Helt at Føroyar eiga at taka ímóti 60 flóttafamiljum Juni 2015: Sambandsflokkurin misti fólkatingssessin Juni 2015: Fragreiðingin frá Hans Gammeltoft-Hansen. Juli 2015: Oyggjaleikir og Rynkeby-súkkling Ágangurin á løgmann Ófriðarligt valskeið Hóast sitandi samgonga hevur 20 tinglimir aftanfyri seg, so hevur ágangurin verið stórur á løgmann og hansara fólk í hesum valskeiðnum Árni Gregersen Løgmaður hevur fleiri ferðir sagt, at hann hesi seinastu tvey árini hevur verið fyri ómetaliga stórum ágangi. So stórum, at tað hevur gingið útyvir hann, børnini og familjuna annars. Viðhvørt kann tað, løgmaður sigur, virka eitt sindur erkvisið, men veruleikin er, at hetta valskeiðið hevur løgmaður fingið munandi fleiri atfinningar, enn hann fekk í sínum fyrra valskeiði. Fyri at taka tær álvarsligu atfinningarnar fyrst, so hevur løgmaður í hesum valskeiði fingið eitt misálit frá andstøðuni. Misálitið var lagt fram í oktober 2013 í samband við ætlanirnar at lata eitt privat felag byggja og reka undirsjóvartunnilin millum Skálafjørðin og Streymoy. 11 tingfólk atkvøddu fyri upp­ skotinum. Í mei 2014 var aftur eitt mis­álit reist. Hesaferð móti lands­ stýrismanninum við fíggjarmálum, Jørgen Niclasen. Tað snúði tað seg um tollmálið. Í tí føri noyddist løgmaður út at siga, at hann hevði fult álit á landsstýrismanninum. Uppskotið um misálit fall eisini, men heili 16 tingfólk atkvøddu fyri tí. 17 ímóti. Og tá ið kom var út á heystið 2014 var aftur eitt misálitisuppskot lagt fram. Hesaferð móti lands­ stýrismanninum við vinnumálum, Johan Dahl. Málið snúði seg um fíggjarviürskiftini hjá Strand­ ferðsluni. 14 tingfólk atkvøddu fyri upp­ skotinum. Koyrdi landsstýrismann Løgmaður hevur eftirlit við landsstýrisfólkum og hann hevur eisini ábyrgdina av, at landsstýrið er arbeiðsført. Tað vil siga, at er ov nógvur politiskur ófriður kring eitt landsstýrisfólk, so skal løgmaður rudda upp. Tað gjørdi hann eisini í 2013, tá ið hann valdi at senda Kára P. Højgaard, landsstýrismann, til hús. Aftur hesaferð var tað undirsjóvartunnilin, sum var orsøkin til ófriðin. Í sama viðfangi umlegði løg­ maður landsstýrið og niðurlegði innlendismálaráðið. Ein rímuliga ógvuslig broyting, sum nógv tá funnust at – serliga tí avgerðin ikki tyktist væl fyrireikað. Størstu politisku ákoyring­ar­nar hevur løgmaður tó helst fingið frá sínum egnu, nú Sambands­ flokkurinin tapti fólkatingsvalið og misti fólkatingssessin. Atfinningarnar hava verið bæði móti, at flokkurin bert stillaði løgmann upp í Havn, men eisini tí at løgmaður var og súkklaði á Mallorca undir einum parti av valstríðnum. Sambandsfólk hava funnist at, at framferð helst hevur virkað arrogant móti veljarunum hjá flokkinum. Altjóða atfinningar Atfinningarnar vóru eisini hvassar, tá ið løgmaður var á vitjan í Moskva í september 2014. Endamálið við ferðini var at tryggja føroyingum framhaldandi møguleika at útflyta fiskavørur til Russlands, hóast ES og harvið eisini Danmark høvdu sett hørð tiltøk í verk móti Russlandi. Orsøkin var ágangurin hjá Russlandi móti Ukraina. Táverandi danski uttan­ríkis­ ráðharrin, martin Lidegaard, segði millum annað: – Vit hava øll ábyrgdina av, at onnur ikki fáa sær frammíhjá vinning, av tí sum onnur missa av tiltøkunum. Hann legði tó afturat, at hann vónaði at Føroyar hóast alt fóru at finna eina skilagóða javnvág í málinum. Í Føroyum vóru eisini at­ finningar, men tær tagnaðu rættuliga skjótt, tí føroyski útflutningurin til Ruslands hevur givið føroyska samfelagnum ómetaliga nógv síðani. Frammaundan vóru Føroyar farnar í stríð við ES. ES valdi at banna føroyskum fiskavørum, tí føroyingar ikki vildu makka rætt í samráðingunum um uppsjóvarfisk. Í einum málið, sum spenti bandið millum Føroyar og Danmark nógv, var løgmaður eisini fyri atfinningum millum donsk embætisfólk. Hetta var, tá ið Føroyar løgdu sak móti ES. Eitt mál, sum gjørdi at bannið móti fiskavørum varð tikið burtur – og so var sakin slept. Ríkjasamveldi Í 2012 spældi løgmaður út í ólavsøkurøðu síni, at hann sá fyri sær, at Danmark , Grønland og Føroyar gerast eitt samveldi, sum er sett saman av trimum sjálvstøðugum tjóðum. Hetta fall nógvum sam­bands­ fólki fyri bróstið og síðani tá hevur lítið verið at hoyra um hetta hugskot. Eitt tað seiansta útspæl frá løgmanni var, tá ið hann fyrr í ár helt, at einar 60 flóttafamiljur kunnu koma til Føroyar. So kunnu vit taka okkum av teimum. Hetta var eitt uppskot, sum als ikki fekk undirtøku millum samgongufelagarnar hjá løgmanni. Fólkaflokkurin var beinanvegin frami og helt, at vit skulu hjálpa flóttafólki í nærumhvørvinum – ikki við at flyta tey til Føroyar. Síðani hevur onki veirð at hoyra til hetta uppskot. Í løtuni súkklar Kaj Leo Holm Johannesen til Paris saman við Rynkeby-liðnum. Eisini tað hevur ført til at­ finningar, tí í Føroyum er politiska støðan ikki heilt stabil, eftir at Gammeltoft-Hansen kom við sínari frágreiðing. Løgmaður sjálvur fær eina átalu frá tinginum, men hann hevur valt at halda seg burtur meðan hetta verður viðgjørt – heldur enn at vera aktivur í politiska, heita lívinum í summar. Á ólavsøku skal Kaj Leo Holm Johannesen halda sína seinastu ólavsøkurøðu í hesum valskeiðnum.