fríggjadagur 10. juli 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Grafiskt snið/layout:
Pætur Eyðunsson Jensen
Uppseting: Sosialurin,
tekniska deild
Prent: Prentmiðstøðin
Miðlahúsið:
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Vikuskiftisredaktørar
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Lýsingar
Frida Mellemgaard,
lýsingasamskipari
lysing@sosialurin.fo
tel. 341826
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
10. juli 2015
Tað kann væl vera, at løgtingsvalið verður
leygardagin 29. august. Formansskapurin í
tinginum var mikudagin liðugur at viðgera
frágreiðingini hjá Gammeltoft-Hansen.
Formansskapurin tekur undir við tilmæl
inum hjá Gammeltoft-Hansen. Uppskot til
samtyktar verður lagt fyri tingið um, at tingið
skal geva Kaj Leo Holm Johannesen og Kára
P. Højgaard átalu fyri teirra leiklut í CIP mál
inum. Spurningurin er, hvørjar avleiðingarnar
verða fyri løgmann. Kári P. Højgaard hevur
kent avleiðingarnar. Tá ið løgmaður loysti
hann úr landsstýrissessinum var tað orsaka
av politiskum turbolensi, og ikki tí Kári P.
Højgaard hevði gjørt nakað skeivt, segði
løgmaður. Fram til á ólavsøku – tingið
verður neyvan kallað saman í úrtíð,
hóast andstøðan sigur seg fegna vilja
hava, at tað verður so - fer turbo
lensurin at økjast. Formansskapurin
leggur upp til, at siðvenjan í fólkatinginum
við gulum kortum – ljósari og myrkari – skal
verða partur av politiska gerandisdegnum í
løgtinginum, og at tingið skal gera av, hvørjar
avleiðingarnar av kortunum skulu verða. Í
stýrisskipanarlógini er einki millum misálit og
álit. Tingskipanin er grundað á stýrisskipanar
lógina og hevur tískil heldur ikki henda
møguleikan. Eitt er ábyrgd landsstýrismanna
og nakað annað er politiski moralurin og
politiskt rættvísi. Hetta seinna snýr seg um at
telja upp í 17. Hitt fyrra er grundað á siðvenju.
Í donsku skipanini, sum Gammeltoft- Hansen
grundar sítt tilmæli á, er siðvenjan myndað
yvir fleiri ættarlið, og ráðharrar leggja ofta frá
sær, tá ið turbolensurin í pressuni er stórur, og
áðrenn spurningurin um misálit verður reistur
í fólkatinginum. Eisini á hesum økinum
hevur heimliga politiska skipanin víst seg at
vera óbúgvin, og tað er óhugsandi fram til á
ólavsøku í mikroovni at baka nýggja siðvenju.
Tí liggur tað til høgra beinið, at løgmaður fer at
geva støðuna upp í hendurnar á veljarunum,
heldur enn at geva møguleikan fyri at verða
hoyggjaður til av andstøðu og pørtum av sam
gonguni. So kann nývalda tingið taka lógir,
siðvenjur og tingskipan til nýggja viðgerð.
Tað er sannlíkt, at løgmaður, eftir at hava
hildið ólavsøkurøðuna, fer at krússa tingið av.
Ventilurin er, at valið, sum skal vera í seinasta
lagi 29. oktober, verður útskrivað á ólavsøku.
Møguleikin fyri uppskoti um misálit dettur
burtur, og harvið verður talan um valstríð
og ikki um stríð í løgtinginum um løgmann.
Ásetingarnar siga, at valið skal vera 4-5 vikur
eftir, at tað er útskrivað. Frá á ólavsøku og
fram til leygardagin 29. august eru hálv fimta
vika, og tann leygardagin – tveir mánaðir und
an evsta markinum – verður løgtingsvalið.
Tað er okkara boð!
Mikudagin var ein søguligur dagur
við Gjógv
Teir fóru á fjall í Sáttarenni, og ein av fjall
monnunum var eingin annar enn danski
forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen,
skrivar Ásfinn Sigvardsen á heimasíðuni hjá
gjáarfólki, www.bygdin.fo
Hann sigur, Løkke, sum tey kalla hann
har norðuri, hevur mangan verið og rikið við
teimum við Gjógv, men hetta er furstu ferð
hann er sum forsætisráðharri.
– Vit kunnu bara staðfesta, at hetta
er fyrstu ferð, at nakar forsætisráðharri
hevur verið á fjalli í Føroyum, sigur Ásfinn
Sigvardsen.
– At tað so var her hjá okkum, eru vit –
rætt skal vera rætt – ikki so lítið errin av,
leggur hann afturat.
Hann sigur, at annars merkti fjallfólkið
eisini, at hetta var nakað serligt, tí vaktarhald
var við rættina alla tíðina.
Hendan fjalldagin var húskið Løkke
væl mannað. Sólrun, konan, er altíð við, og
so vóru synirnir Bergur og Símun, við gentu,
eisini við.
Ásfinn Sigvardsen vísir á, at Løkke og
Sólrun eiga tveir gyllin í Sáttarenni og skera
einar fimm ella seks seyðir um árið.
Løkke hevur fortalt teimum við Gjógva,
at honum dámar stak væl tað feska føroyska
kjøtið, men leggur minni í tað ræsta og tað
turra.
Ásfinn Sigvardsen skrivar á bygdin.fo, at
fyrstu ferð, løkka var við Gjógv, var í 1989,
og siðani tá hava túrarnir í Hoygarðin verið
mangir.
Hann leggur afturat, at eisini Petur Elias
Petersen, ÍSF-forseti, plagar av og á at vera
ein partur av fjallskipanini, og tað var hann
eisini í gjár.
– Okkara millum kalla vit hann ofta
Forsetan, og á rættini helt ein fjallmaður
fyri: Hetta má vera ein søguligur dagur, tveir
forsetar á fjalli í Sáttarenni, sigur Ásfinn
Sigvardsen við heimasíðuna www.bygdin.fo
Føroyski fólkaskúlin nærkast
endanum sambært formanninum í
Lærarafelagnum
Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelag
num, vísir í Skúlablaðnum á, hvussu játtanin
til skúlaverkið er skorin inn á bein, men hann
fegnast kortini um, at nú er lagt upp fyri, at
játtanin kortini skal hækka við somu upphædd,
sum lønir og eftirlønir hækka. Annars hevði
staðið enn verri til.
– Tað er sjálvandi eingin náttúrulóg, at
játtanin skal hækka. Tað er bara tað, at virk
semið í fólkasjkúlanum økist, og økt virksemi
skal fíggjast so ella so.
– Tá karmarnir eru so trongir sum nú, so er
áneyðugt at tálma útreiðslunum, men sam
stundis er stórur vandi fyri at køva hvønn
neista, sigur Herálvur Jacobsen.
Hann sigur, at hetta sæst eisini aftur í fleiri
av álitunum, sum seinnu tíðina eru gjørd, tí har
eru orðingarnar varligar, og lítið víðskygdar, tí
fíggjarlig fyrilit hava skert flogið.
– Niðurbrótingin av fjøltáttaða
fólkaskúlanum heldur fram.
Men hetta er vilji løgtings
ins. Tað verður ikki longur
tosað um fólkaskúlan sum
aðaltáttin í menningini av einum
fólkaræðisligum samfelag. Nei,
fólkaskúlin er ein kabal, sum
skal fáast at ganga upp, við sviki
um neyðugt, sigur Herálvur
Jacobsen í Skúlablaðnum.
Valið verður ventilurin
Lars Løkke á fjalli við Gjógv
Stúrir fyri framtíðini
forsætisráðharrin
fólkaskúlin
Hvør f...
vil vera normal?
Barbara Holm
Klumman s18
Útihýsing er ikki
eitt kristið virði
Theodor E. D. Olsen
Síða 12-13
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri