Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juli 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. juli 2015 sosialurin 78 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: »Hvat um ein heldur seg hava sæð grind og boðar frá, men tað var ikki grind? Er tað deyðarevsing?« Sæð á Facebook: »That moment, tá man skal skunda sær úr bilinum, og hevur gloymt at loysa trygdarselan...« Nógv kjak hevur seinastu dagarnar verið um nýggju grindalógina, sum eitt nú áleggur fólki at boða frá, um tey síggja eina grind Gera tey ikki tað, kunnu tey verða sektað við bót ella fongsulsrevsing í serliga grovum føri. Ikki minst hevur føroyska ferðavinnan funnist hvassliga at lógini, tí hon hevur vakt ans úti í heimi, har tað hevur verið gjørt vart við, at ferðafólk í prinsippinum kunnu revsast, boða tey ikki frá, um tey síggja eina grind, meðan tey vitja í Føroyum. Páll Isholm verður settur sum stjóri á nýggja mið­náms­skúl­ anum á Kambsdali. Skattainntøkurnar í teimu­m sjey kommununum í Suðuroy vóru størri fyrra hálvár í ár, enn tær vóru sama tíðarskeið í fjør. Samant­aldi vøksturin í skatta­inntøkum var 2.803.521 krónur. Oyggjaleikirnir á Jersey eru komnir at enda, og føroysku ítróttar­fólkini koma heim við 18 gull-, 18 silvur- og 24 bronsu­ heiðurs­merkjum. Tað røkkur til eitt saman­lagt fjórða­pláss á leikunum. Fýra ungir mans klatra uppá 313 metra høga Trøllkonufingur. Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafirði, boðar frá, at hann fer at stilla upp fyri Tjóðveldi til løgtingsvalið. Skipið, Sam Simon, hjá Sea Sheperd, kemur til at Føroya at vera við í herferðini hjá umhvørvisfelagsskapinum móti grindadrápi í summar. Sp/F Meitilberg Arts, við Eiriki Meitilberg, avdúkar eitt framkomið føroyskt knappaborð til Iphone og Ipads, sum fyritøkan hevur ment. »Grindalógin« Kend sjónvarpsrøð heldur fram South park Mest nýtta orðið hesa vikuna ...uppá ein minutt íslendskir ríkisborgarar búðu í Føroyum tann 28. Apríl í ár. Tað merkir, at íslendingar eru tann bólkur av útlendskum ríkisborgarum, sum tað eru flest av í Føroyum. Næstflestir eru filipinar, ið eru 125 í tal, meðan 110 tailendskir ríkisborgarar búgva í Føroyum. 171 mangt og hvat Comedy Central, ið stendur aftan­ fyri kendu sjónvarpsrøðina, South Park, boðaði í vikuni frá, at kenda teknirøðin sleppur at halda áfram í minsta lagi fimm ár afturat »Oh, my God! They killed Kenny!« Ja, hvør kennir ikki hendan setning­in, ið mangan hevur verið á lofti í sjónvarps­ raðsendingini, South Park. Og nú letur til, at vit koma at hoyra júst handan setningin nakrar ferðir afturat. Í vikuni boðaði sjónvarpsrásin, Comedy Central, frá, at kenda teknirøðin sleppur at halda áfram í minst fimm ár afturat. Nýggja avtalan tryggjar Cartman, Kyle, Stan og Kenny møguleikan fyri, at teir enn kunnu gera beistagerðir og prika til ymisk viður­skifti í heimssamfelagnum. Núverandi sáttmálin millum Comedy Central og menninar aftanfyri teknirøðina, Trey Parker og Matt Stone, var fyri tvey ár afturat – fram til 2017, men nú er so nýggjur 3-ára sáttmáli undirskrivaður millum partarnar. South Park sá fyrstu ferð dagsins ljós í 1997, og hevur ein hyggjaraskara, ið spennir seg frá 18-49 ár. Serliga er teknirøðin væl dámd, sambært demografiskum kanning­ um, millum menn í aldr­inum frá 18-34 ár. Hetta veit Los Angeles Times at siga. Nýggj app vísir, hvør slettar teg Facebook Tú trúði kanska, at tit vóru góðir »vinir« Men nú er ein nýggj app komin, ið vísir tær, um tínir vinir sletta teg frá teirra vinaskara á Facebook. Í gjár hevði tú 887 vinir á Facebook. Í dag hevur tú bert 886 vinir. Hvør hevur nú slettað meg? Havi eg postað okkurt býtt, spyrt onkur kanska seg sjálvan. Um talið av tínum Facebook-vinum blívur við at minka, hevur tað higartil ikki verið møguligt at funnið útav, hvør tað er, ið nokk ikki hóvar so væl tað, tá tú hevur lagt myndir upp av tínum lekkra døgurða, ella tá tú spennir varrarnar saman til ein stóran truttmunn. Men nú eru ráð fyri tí! Ein nýggj app hevur sæð dagsins ljós. Og hon hjálpir tær at síggja, hvør tað er, ið nú ikki longur vil hava teg sum vin! Hetta nýggja forritið, ið kallast ”Who Deleted Me”, er ókeypis at taka niður, og kann nýtast til bæði iPhone og Android, men eisini til Google Chrome. Um tú ert forvitin at finna útav hesum, so mást tú heldur skunda tær at fáa fatur á hesum forritið, tí appin kann einans halda eyga við tínum vinum frá tí løtu, tú hevur lagt tað inn á tína telefon ella teldil. Tí hóast tað hevði kunnað verið áhugavert at funnið útav, hvør hevur slettað teg frá teirra vinaskara, so ber ikki til hjá hesi app at finna útav, hvør ”vinur” hevur slettað teg seinasta mánað ella ár. Meira fæst at vita á heimasíðuni: www. deleted.io Visti tú? Føroyingar brúktu í fjør 217.547 tons av olju fyrst og fremst www.in.fo