fríggjadagur 10. juli 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. juli 2015
sosialurin 78
18
klumman
Barbara Holm
Hvør f... vil vera normal?
T
it kenna tað helst øll. Kenslan av,
at fyri hvønn dag vit eldast læra vit
eisini, at einki er sum vit hildu tað
var. Lívið er ikki svart/hvítt, og fyri
hvønn dag leggjast nýggjar nuansur aftrat.
Atburður, sum tú sum tannáringur helt vera
fullkomiliga óvanligur, er í dag púra skiljandi.
Tú kanst seta teg inn í fleiri støður, og skilja
fleiri hendingar, og tú veitst, at tín liviháttur
er ikki tann einasti rætti.
Til dømis var tað einaferð (hvar fór tíðin?)
óskiljandi, at vinkonurnar heldur vildi vera
saman við sjeikinum enn tær. Í dag vita vit,
at soleiðis er tað sjálvandi. Tað var einaferð
óskiljandi, at foreldur fóru hvør til sítt. Í dag
vita vit, at tað eru nógvar ymiskar orsøkir,
sum kunnu elva til hjúnaskilnað, og onkuntíð
er tað tann rættasta loysnin. Standardurin
var órímiliga høgur og einstáttaða tanka
gongdin hin sterkasta, og eingin slingur í
valsinum varð góðtikin.
Kanska er tað fantastiskt, kanska er tað
ræðuligt, at standardurin lækkar við árunum.
Kanska er tað fyri summi hart, at tú mást
innsíggja, at ikki alt er, sum tú helt tað var.
Tað eru ivaleyst ymiskar meinigar um tað.
Men í mínum hugaheimi er eingin ivi – tað
er ein av teimum heilt stóru gávunum tú
fært í lívinum. At tú skilur, at einki er svart/
hvítt, og at tú tískil letur eyguni upp fyri, at tú
ikki hevur rætt til at døma nakran persón ella
nakran atburð (skal nakar døma nakran, so er
tað dómstólurin, og tá er talan um lógarbrót,
sum sjálvandi er nakað annað).
Tú lærir eisini, at einki nýtist at vera
soleiðis, sum tú helt tað var – at heimurin er
nógv meira nuanseraður enn tú áður visti.
Kanska er alt, sum fyrr var hvítt, nú svart. Og
kanska er alt, sum tú fyrr helt vera svart, nú
ljósareytt, grønt, ella ælabogalitt?
Tað, sum undrar meg mest í hesum LGBT
døgum er, at tey, sum eru ímóti, seta fólk
upp í »normal« og »ónormal«. Hvør f.. vil vera
normal? Og kann nakar vaksin persónur av
álvara siga, at tey vita hvat er normalur og
ikki normalur atburður?
»Tað er ikki normalt at tendra uppá
ein av sama kyni" siga tey javnan. Tað er
gudsspottandi devulskapur; eitt brot við tað
kristiliga, tað normala, tað, sum er "meiningin
við lívinum«.
Eg skal ikki gera meg klóka uppá hvat er
meiningin við lívinum og ikki (.. hví ger nakar
tað?). Men eg haldi meg vita so mikið sum, at
eingin er normalur allatíð. Øll hava atburð,
sum kanska víkur frá tí, sum »normal« fólk
ella meirilutin ger.
Og hví vil nakar vera bólkaður sum
»normalur«? Hvat er normalt?
Í mínum hugaheimi hevur tað altíð verið
nakað av einum herðaklappi at fáa at vita,
at man ikki ordiliga er sum onnur. At vera
ein í gráa massanum av miðaláhugaverdum
persónum, er tað gott? Er tað tað, sum vit vilja
hava fólk at stremba eftir?
Hvør hevur funnið uppá, at tað, at vera
»normalur« er eitt góðskustempil? Álvaratos
– tann dagin vit øll kunnu bólkast í tann
kassan, sum vit í dag rópa »normalan«, eru
vit eitt sera fátækt samfelag. Uttan so, at
tað tann dagin verður »normalt« at vera
»ónormalur« – so er tað kanska okey. Og
takk Gud fyri, at vit ikki longur eru so svørt/
hvít í Føroyum. Hvønn lit vit skulu vera veit
eg ikki, men eg haldi tað vera herligt, at allir
ælaboganslitir eru komnir fyri at vera. Eg ætli
mær í øllum førum at hátíðarhalda ymisk
leikanum so nógv sum møguligt, og biðja til
várharra um, at vit øll halda fram við at vera
so ymisk, sum yvirhøvur til ber. Hurra fyri
ymiskleikanum!
tekning: connie bertholdsen Brockie
»Tó málfrøðin mest hevur fávit
mítt fest, um flest merkir best
ella barasta flest«
Kári P.
Hvat er «normalt»? Sprotin sigur:
meiningar