Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juli 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. juli 2015 sosialurin 78 20 afturum tónleikin Gamla garnavirkið á Oyri er nú vorðið ungdómshús, har ungdómurin m.a. hevur fingið góðar karmar at venja tónleik. Fyrsti tónleikabólkurin, ið er sprottin har frá, er Butterflies Sigurjón Einarsson L eygardagin tann 11. juli verð­ ur tónleikafestivalurin Við Brúnna á skránni á Oyra­ bakka. Frá klokkan 15 av, fara 15 føroyskir bólkar og ein­stak­ling­ ar at framføra tónleik. Ein av hesum bólk­unum er »Butterflies«, ið er sprottin úr nýggja ungdómshúsinum í komm­ununi, Garnhúsið. Ungdómsvirksemið í nýggja ung­ dómshúsinum byrjaði í 2012, eftir at stórur eftirspurningur hevði verið eftir einum stað, har ungdómur í komm­uni kundi samlast. Úrslitið gjørdist, at kommunan leigaði seg inn í gamla garnavirkið á Oyri, ið Articon nú eigur. Men av tí, at bert sunnari partur av húsinum varð nýttur til virksemi hjá felagnum, bar til hjá kommuni at nýta hin partin av bygninginum til ungdómin, har opið er mikukvøld frá klokkan 18 til 22 og fríggjakvøld frá 19 til 24. Aldurs­ bólkurin, ið møtist har, eru ung frá 14 ár og upp til áleið 18 ár. – Her plaga at møta eini 10-30 ung­dómar, tá vit hava opið. Men tá vit hava onkur serlig tiltøk, týpiskt eina­ferð um mánaðin, kann talið ofta verða størri, sigur Anja á Bø, ið er ann­ að av starvsfólkinum í húsinum. – Ungdómurin er sjálvur við til at laga virksemi hjá Garnhúsinum. Vit hava eitt húsráð, har ungdómurin sjálvur sleppur framat at seta teirra dám á virksemið í húsinum, og hvørji tiltøk kundu verið áhugaverd at havt. Tað handlar um at fáa allar aldurs­ bólkar hoyrdar, sigur Anja. Meiningin við húsinum er, at ung­dómurin skal hava møguleika at samlast, mennast og mentast á fleiri ymiskar mátar. Staðið skal vera eitt gott og gevandi stað, ið kann verða viðvirkandi til, at ungdómurin verður eggjaður til birta og menna teirra kreativu síður, har eitt nú tónleikur, sjón­leikur, handaligt virksemi o.a. eru í hásæti. Eisini skal húsið hava styttri skeiðir, upplýsandi tiltøk v.m., ið skal gera húsið til eitt livandi umhvørvi, sum talar til tann spírandi ungdóm í kommununi. Men kommunan er stór og spjødd, og tað kann kanska hava sína ávirkan á, at ikki fleiri ungdómar samlast í hús­inum. – Ja, tað hevði verið líkamikið, hvar húsini høvdu verið plasseraði, so hevði tað altíð verið ein trupulleiki at fingið ungdóm úr øllum økjum í komm­ununi at samlast. Men hóast tað, koma tey allastaðni frá, tá tiltøk eru fyri – serliga til tónleikacaféirnar, sigur Anja á Bø. Tað eru nógvir hentleikar í hús­ inum. Ein av hesum hentleikum er eitt tónleikastudio, ið hevur nógv ymisk ljóðføri, ið ungdómurin kann nýta til at jamma við. Eisini ber til hjá tón­leika­bólkum og einstaklingum at nýta hetta studio og húsið annars til at venja og spæla í, og tað hevur ein ungur tónleikabólkur serliga gjørt sær dælt av. Fingu navnið fimm minuttir áðr­ enn fyrstu almennu framførsluna Fyrsti tónleikabólkurin, ið er sprottin úr tilhaldsstaðnum hjá teim­ um ungu, Garnhúsið, er Butter­flies. Talan er um ungan bólk, mannaður við ung­dómi úr ymsu bygdunum í Sunda komm­unu. Limirnir eru mill­ um 16 og 20 ár, og spæla bæði egið til­far, umframt onkur cover-løg. Stíl­ urin er rock og country, ið til tíðir kann minna á sangir hjá Creedance Clearwater Revival. Bólkurin spældi til Við Brúnna í fjør, men tá hevði hann einki navn. Limirnir í bólkinum góðar umstøður til tónleik Ungdómurin í Sunda kommunu »Ja, nú var tað soleiðis, at ein av okkum hevði eina butterfly um hálsin, so tað bleiv navnið. Og tað hevur so bara hingið við« Myndir: sigmar mørkøre