Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-10, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juli 2015síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. juli 2015 sosialurin 78 29 Svínoyggin er eitt paradís myndir: privat Summarmánaðirnar innibera ferðing, øðrvísi upplivingar og spennandi tiltøk. Summi fara uttanlands, meðan onnur nýta hesa tíðina at uppliva Føroyar frá síni bestu síðu. Komandi mánaðirnar fer summarútgávan av Vikuskiftis Sosialinum at tosa við alskyns føroyingar, sum greiða frá sínum upplivingum av at ferðast í egnum landi. Ferðast Eitt er at ferðast í egnum landi. Men at ferðast í egnari kommunu og uppliva bæði stórbýin og útoyggjamentanina er nakað heilt serstakt. Svínoyggin er eitt paradís og eitt frírúm, sigur Jóhann Lutzen, býráðslimur í Klaksvík Barbara Holm S íðani Jóhann Lutzen var smá­drongur hev­ur hann ferð­ast nógv út í Svínoynna. Úti á Váli í Svínoy hevur mamma hans­ara eini hús, sum hon hevur havt so leingi Jóhann minnist. Barna og ung­dóms­árini nýtti Jóhann Svín­ oynna sum eitt frírúm saman við fam­iljuni, og soleiðis er tað enn. Hvørt summar ferðast Jóhann, kona hansara og teirra lítli sonur til Svínoyar. – Tað er ein fantastiskur familju­ trivnaður, sum tú fært í Svínoy. Har kanst tú veruliga fáa kvalitetstíð saman, sigur Jóhann. Í Svínoy fáa tey dagin at ganga við at spæla spøl innandura, og ganga í haganum, fanga síl og njóta náttúr­una á ymiskan hátt. – Sonurin elskar at vera har, eins og eg elskaði tað tá eg var smá­ drongur. Hann hevur júst lært at súkkla einsamallur, og gleðir seg at fara út aftur til Svínoyar at súkkla oynna oman og niðan, greiður Jóhann frá. Vinfólk og aðrir familjulimir hjá Jóhann nýta eisini høvið at vitja í Svínoy nakrar dagar, tá ið Jóhann og familja hansara eru har. – Um kvøldarnar sita vit úti og práta, vit grilla góðan mat og njóta eitt glas av víni í kvøldarsólini. Tað er nakað heilt serligt, greiður Jóhann frá. Tað besta við at vitja í Svínoy er, at Jóhann og familja hansara sleppa at uppliva meira av tí fantastisku náttúru, sum vit hava í Føroyum. – Bert 30-40 minuttir frá Klaks­ vík, og tú ert bumbaður 50 ár aftur í tíðina. Tað er bara í Føroyum, at tú kanst uppliva stórbýarmentanina og út­jaðarahugnan í somu kommunu, greiður Jóhann frá. Í summar gongur leiðin, sum vera man, aftur til Svínoyar. Eina viku fara tey at vitja hugnaligu húsini í Svínoy, og aftur hesaferð fara vinfólk at vitja Jóhann, konu hansara og lítla sonin. – Eg kann avgjørt viðmæla øllum at fara til Svínoyar, leggur Jóhann aftrat. í egnum landi