fríggjadagur 10. juli 2015síða 32
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. juli 2015
sosialurin 78
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
32
Hetta hevur verið
heilt ótrúligt
Uni Arge
Yrki: Tónleikari
Bústaður: Tórshavn
Hvat ætlaði tú at blíva, tá ið tú bleivst vaksin?
Snikkari! Men tann dreymurin fánaði skjótt burtur, og síðan havi
eg smíðað nógv við orðum á ymsum pallum og snikkað saman løg.
Fótbólturin gav eisini høvi til at negla nakrar bóltar í málið, og tað besta
var at skora fyri Føroyar, tí øll vóru so glað.
Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn?
Vit skulu klappast av og á, men tora illa at viðganga tað. Innari
smádrongurin verður øgiliga fegin tá.
Hvat burdu børn vitað um tað at vera vaksin?
At lívið fyri ein stóran part er ein endurtøka av skyldum, men at tú
ongantíð mást gloyma barnið í tær sjálvum og flenna og spæla, so leingi
tú kanst.
Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til veruleika?
Eg geri tað, eg tími, so eg livi í mínum dreymi. Abbasonurin er síðsta
stóra undrið, eg fekk fyri púra onki. Einastandandi.
Um tú tordi, so hevði tú?
Eg tordi ikki upp í Lítlu Dímun, men fór, so logikkurin er kanska meira:
Um eg ikki tori, kann eg finna upp á tað allíkavæl.
Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað?
Ótryggleiki og ótti í okkum sjálvum elva ofta til fordómar og øvund
mótvegis øðrum. Minni av tí hevði skapt ein friðarligari heim og eina
betri samveru.
Nær vart tú seinast veruliga ovfarin?
Valkvøldið 18. juni. Tey, sum arbeiða hart og treiskast allar forsagnir,
kunnu sigra upp á fáar dagar. Tað var hugtakandi.
Tað seinasta, tú hevur lært, er?
Halt teg burtur viðhvørt. Tað kann vera ein fyrimunur.
Tann støðugt ringa samvitskan snýr seg um?
Ikki at fáa loyst uppgávur nóg skjótt. Men eg veit, at tann kenslan lutvíst
stendst av mínum egna ótolni, og so sleppi eg bara øllum og fari út at
floyta. Tá fellur 5-oyrað ofta heilt skjótt.
Enda setningin: Føroyingar burdu:
…hugsað seg um, tá teir banna Føroyar og føroyingar niður og norður.
Virkar ein hurð í einum bygningi ikki, siga vit ofta: ”Alt er nakað lort í
Føroyum!” Dummar onkur seg illa, siga vit: ”Typiskt føroyingar!” Hetta er
eitt merkiligt slag av sjálvpínaríi, sum fólkalívsfrøðin átti at granskað í.
Virkar ein hurð í Týsklandi ikki, siga týskarar jú ikki: ”Typiskt okkara lorta
land!” Teir orðna hurðina. Vit áttu at verið ernari av okkum sjálvum.
Áki Bertholdsen
– Lagið er ótrúliga gott, og hetta hevur
verið ein heilt ótrúliga góður túrur.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johan
nesen, løgmaður. Hann er ein av
teimum 47 súkklarunum, ið manna
føroyska Team Rynkeby-liðið, sum
hava súkklað úr Føroyum til París
hesa seinastu vikuna, og sum koma til
París í dag, seinnapartin fríggjadagin.
Endamálið við súkklutúrunum
er at savna pening inn til børn við
krabbameini, og familjur teirra.
Og løgmaður er sera væl nøgdur
við túrin higartil, segði hann á
miðdegi í gjár.
Tað vóru tey hundrað kilometrar
frá Paris, men skuldu gista og rinda
møðina, áðrenn tann seinasta teinin.
Í góðari venjing
Løgmaður heldur, at øll eru í rættiliga
góðari venjing, men tað er eisini
neyðugt, tí teinurin er langur, 2500
kilometrar, og allur vegirnir eru ikki
líka slættir og líka góður. Samstundis
skulu teir halda eina miðalferð upp á
einar 23-25 kilometrar um tíman, og
tað er ikki so lítið, tá ið hugsað verður
um, at mótbrekkur og óslættur veður
er á leiðini.
Hvønn dag súkkla tey einar 200
kilometrar, ella eina átta tímar um
dagin.
Tað eru eisini mótbrekkur á ferðini,
so tað hann heldur, at súkklararnir
hava tikið eitt megnartak fyri eini
góðari sak.
Í fjør viðraði rættiliga illa, men í ár
hevur veðrið avgjørt verið til vildar.
Løgmaður var eisini við í fjør Men
hann sigur, at tað var bara eina løtu
mikudagin, at tey fingu ein ferðil av tí
sama veðrinum, tey høvdu tað mesta
av túrinum í fjør.
Men hesa ferð er løgmaður betri
fyrireikaður, tí nú hevur hann
føroyska, ullinta undirtroyggju við,
so tað verður ikki betri.
Men hann hevur ikki havt so nógv
brúk fyri henni, tí hitin hevur ligið
um 15 - 20 stig.
Í dag, fríggjadagin koma tey til
París, og har fara út ímóti 15.000 fólk
at taka ímóti øllum rynkebyliðunum,
sum koma úr fleiri londum.
Hann sigur, at tað er ein øgiligur
spenningur í luftini tann seinasta
dagin. Men hann leggur afturat, at
tann seinasta teinin, mugu tey ikki
punktera, tí tá er eingin at lappa, ella
at skifta hjól, so í ringasta føri, kann
ein súkklari, sum punkterar, verða
noyddur at renna seinasta teinin við
súkkluni inn um málstrikuna.
Hetta er eitt megnartak, fyri eini góðari sak, sigur løgmaður,
sum brynjaði seg væl við ullintari undirtroyggju
Løgmaður: