mánadagur 13. juli 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. juli 2015 · Nr. 79
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Jóannes Hansen
Tvær FM kappingar vórðu
avgjørdar á vestanstevnu í
Sandavági leygardagin, har
tað gekk sera skjótt og væl
at avgreiða kappróðurin. Í
fýra kappingum verður tað
ikki fyrrenn ólavsøkuaftan
– týsdagin um góðar tvær
vikur – at tað verður greitt,
hvør vinnur FM í 2015.
Fokus á venjingunum
Eingin spenningur var leyg
ardagin í Sandavági um
sigurin í kappingini millum
10-mannaførini.
Tá
ið
málið var hálvrógvið, legði
Klaksvíkingur
seg
fram
um Havnarbátin og Drekan
Reyða, sum høvdu verið
skutin frammanfyri, og so
hugdu klaksvíkingar ongan
tíð aftur um seg. Á mál
inum var fjarstøðan aftur til
Drekan Reyða væl meiri enn
ein bátslongd.
Janus Dam Jacobsen er
bátsformaður á Klaksvíkingi.
Hann heldur, at serligu um
støðurnar gjørdu sítt:
– Tað var ikki frítt, at tað
var rennisjógvur. Kanska
høvdu vit fleiri royndir í at
gagnnýta renningarnar. Vit
royndu at økja tempo nakrar
ferðir, og tað riggaði væl. Iva
leyst hevði tað verið tættari,
um umstøðurnar høvdu ver
ið øðrvísi. Vit kenna okkum
ikki at vera so nógv betri enn
hinir, sum úrslitið kundi bent
á. Nú ræður um at fáa armar
nar niður og fokusera á venj
ingarnar fram til ólavsøku
aftan. Hjá okkum verður
neyðugt at vera væl trimm
aðir, um tað skal eydnast at
vinna á ólavsøku og harvið
at vinna FM, men vit hava
gott mót, sigur Janus Dam
Jacobsen.
Leygardagin var mann
ingin á Klaksvíkingi tann
sama, sum hon var í Fugla
firði, tá ið Klaksvíkingur
eisini vann og harvið varð
veitti FM møguleikan:
– Orsaka av arbeiði og øðr
um umstøðum hava vit verið
noyddir at skifta fólk allar
tær undanfarnu ferðirnar.
Tað sá út til, at tað eisini upp
undir ólavsøku fór at verða
neyðugt at skifta, men nú
vísir tað seg, at manningin
verður tann sama á ólavsøku,
sum hon hevur verið tvær
tær síðstu ferðirnar, sigur
bátsformaðurin
á
Klaks
víkingi.
Meistararnir
Tað var í kvinnukappingum,
at meistararnir vórðu funnir
leygardagin. Firvaldur við
gentum og Erla Kongsdóttir
við kvinnum hava vunnið
allar róðrarnar higartil, og
harvið hava hesir bátarnir
fult stigatal.
Í
Sandavági
vunnu
Firvaldur og Erla Kongs
dóttir aftur. Erla Kongsdóttir
úr Fuglafirði vann eins sann
førandi, sum hon hevur
gjørt undanfarnu ferðirnar.
Onkuntíð fyrr í summar
hevur tíðarmunurin frá Erlu
og aftur til næsta bátin, sum
hesaferð var Ritan, verið
størri, men tað sigur einki
um, at sigurin ikki var púra
tryggur og sera sannførandi.
Hetta er triðja FM heitið,
sum Erla Kongsdóttir við
kvinnum vinnur til Fugla
firðar. Hini vóru vunnin í
2010 og 2014.
Ritan var sannførandi
vinnari
av
næstfremsta
plássinum. Harvið stendur
púra javnt millum Rituna og
Teistan, sum á ólavsøku fara
at kapprógva um silvurkrón
urnar í FM kappingini.
Eisini Firvaldur tryggjaði
sær FM við sætta sigrinum
av seks møguligum. Meðan
hinir fimm sigrarnir hava
verið heilt sannførandi, so
leyp ikki so nógv av í Sanda
vági. Genturnar úr Klaksvík
umborð á Fípuni Føgru vóru
sera raskar og treiskar. Tær
góvu Firvaldi ein skarpan
gang, men á málinum var
munurin ein hálv bátslongd
ella meiri enn tað.
Genturnar hava kappast
í 5-mannaførum síðani 2005.
Hetta er fyrsta ferðin, at
Firvaldur vinnur FM, sum
trý tey undanfarnu árini er
endað í Fuglafirði – Silja í fjør
og Erla Kongsdóttir í 2014 og
2013.
Tvørabáturin tætt við
Tað lá í luftini, at tað í Sanda
vági skuldi eydnast Froðbiar
sóknar Róðrarfelag at vinna
tvey FM heiti. Genturnar á
Firvaldi syrgdu fyri tí fyrra.
Í næsta róðrinum sá tað eina
løtu út til, at Tvørabáturin
skuldi
vinna
næsta
FM
heitið, men tað gjørdi hann
ikki.
Tað stemmaði ikki heilt
hjá Tvørabátinum, sum ikki
var heilt við í startinum, og
sum í endaspurtinum ikki
hevði marginalarnar við sær.
FM
vinnarin
í
fjør,
Hvessingur, ið sum oftast
fyrr í summar hevur verið
nummar seks, og sum á
varmakeldustevnu
endaði
á fimta plássi, megnaði at
vinna, hóast hann ikki var
millum teir, ið áttu besta
startin. Í tætta endaspurt
inum var hann frammanfyri
Páll Fanga, ið akkurát var
undan
Tvørabátinum
og
Smyrli.
Tað úrslitið ber við sær,
at tað eru sjey stig millum
Tvørabátin og Páll Fanga, ið
er næstfremstur í FM kapp
ingini. Um Páll Fangi vinnur
á ólavsøku, so skal Tvørabát
urin vinna í minsta lagi eitt
stig fyri at verða meistari.
Sannlíkið, fyri at Tvøra
báturin ikki verður meistari,
kennist at vera lítið og
einki. Men nørdar vísa iva
leyst á støðuna í 2013, tá ið
Sølmundur í hesi kapping
var fremstur og FM favo
rittur undan ólavsøku, tá ið
hann endaði á áttanda plássi
og spældi av við FM heitið.
Finalurnar
Umframt í kappingini mill
um
10-mannaførini,
har
finaluróður um FM bíðar
millum Drekan Reyða og
Klaksvíking, og har eisini
aðrir kunnu gera um seg, so
verða tríggjar finalur um FM
heitið á ólavsøku:
Í
kappingini
millum
8-mannaførini
vendi
tað
heilt øðrvísi á vestanstevnu,
enn tað gjørdi á varma
keldustevnu, tá ið Heiðabát
urin smurdi Argjabátin av.
Hesaferð var tað Argjabát
urin, sum sprakk avstað, og
tað var ongantíð ivi um, at
Argjabáturin fór at vinna.
Støðutalvan vísir 39 stig í
part, og harvið verður final
an á ólavsøku.
Í
kappingini
millum
5-mannaførini við dreingjum
vísir støðutalvan, at Frúgvin
hevur 38 stig, og at Sílið
hevur 37 stig. Leygardagin
vann Sílið fyri triðju ferð
á rað. Hesaferð var sigurin
teprari, enn hann hevur
verið tvær tær undanfarnu
ferðirnar. Tjaldrið megnaði
hesaferð ikki at blanda seg
í kappingina um fremsta
plássið.
Í
kappingini
millum
6-mannafør við kvinnum
vóru tað aftur hesaferð bara
tveir luttakarar. Jarnbardur
vann greitt á Gongurólvi.
Um tað ikki vera fleiri lut
takarar á ólavsøku, og um
Jarnbardur kemur á mál, so
verður báturin hjá Róðrar
felagnum Knørri meistari.
joannes@sosialurin.fo
Fýra finalur bíða í kappróðrinum inntil á ólavsøku, tá ið tað m. a. verður
avgjørt, um tað verður Drekin Reyði ella Klaksvíkingur, sum verður meistari
Tað verður
hart arbeiði
fram til
á ólavsøku
Vestanstevnuróður
kappróður