Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-13, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juli 2015síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 29 • 13. juli 2015 4 Miðlahúsið Ókeypis lýsingarblað Eg vil búgva í Vági Lýs teg sjálvan við trimum orðum: b-menniskja, smílandi og treisk. Hvat merki er bilur tín? Renault Megane og Ford Focus st. Hvat merki er telefon tín? Iphone 5S Hvør er tín besta summarfrítíðaruppliving? Túrarnir á Mallorca saman við systur míni og hennara familju, og hagar gongur leiðin aftur í august. Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast? Fínasta slag! Ordan! Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum? Eygunum og smílið. Hvat ger teg í góðum lag? Familjan. Tá sólin skínur. Góður tónleikur. Ein long telefonsamrøða við systur mína. Tá pápi mín fortelur stuttligar søgur um ting, sum hann hevur upplivað. Døgurði frá mammu. Eitt gott kvøld saman við grannunum ella bindiklubbanum. Hvat stressar teg? Tá tíðin ikki strekkir til. Hvør er tín yndisrættur? Tey fyrstu rivini, ið fara í ovnin um heystið. Hvat gleðir teg? At vit búgva í verðins besta grannalag, at eg havi stóra og góða familju, systkinabørn og vinir sum altíð eru fús at hjálpa til um okkurt er á skránni. Hvat var seinasta ynskið, sum tú fekst uppfylt? At brúdleyp okkara 6. juni gekk, júst sum tað skuldi hóast stutta fyrireikingartíð. Hvar arbeiðir tú? Í handlinum hjá okkum - Toystovuni í Vági. Hví valdi tú at arbeiða innan júst hesa vinnu ella øki? Har var arbeiði tøkt, tá eg var liðug við miðnámsskúlan. Vit vildu gjarna verða verðandi í Vági tætt við ommur og abbar við okkara lítla soni, sum varð føddur tríggjar mánaðir fyri eg fekk miðnámsprógv. Arbeiðið eri eg glað fyri, tað er spennandi og fjølbroytt, og eg vil enn gjarna búgva í Vági. Hvør er stuttligasta uppliving tín í starvinum? Ringt at siga - tað eru nógvar stuttligar. Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir? Dámi nógvan tónleik - ymiskan tónleik - men kanska serliga Ronan Keating, James Morrison, Ed Sheeran, Pink, Whitney, Celine.... Hvat er besta uppfinningin og hví? Elektricitetið - ringt at liva uttan. Hvat er besta íløgan, tú hevur gjørt? Húsini og 14 ára gamli Renault bilurin. Hvat er títt besta heimaráð? Smíl. Hevur tú nakað húsdjór? Nei, ikki enn. Foreldur míni hava ein fittan hund, ið børnini hjá okkum elska. Hvat hevði tú gjørt, um tú vann eina millión? Feira tað, og goldið húsalán. Hvat hevði tú gjørt, um tú vann tíggju milliónir? Sett væl av til børnini. Arbeitt minni og ferðast meir. Hvat er best við Føroyum og hví? Her er trygt, stutt til alt og vøkur náttúra. Hvar ert tú um 10 ár? Búgvi og arbeiði enn í Vági. Diana Dahl Tað stressar meg, tá tíðin ikki strekkir til Stólurin í stólinum hesa vikua