Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-13, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juli 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 29 • 13. juli 2015 6 Miðlahúsið Ókeypis lýsingarblað Hetta til ólavsøka minnir Ráðið fyri Ferðslutrygd føroyingar á at byrgja fyri rúsdrekkakoyring. ‘Vinir lova ikki vinum at koyra skít’ er rakstrarróp eins og undanfarnu árini. Hesaferð verður boðskapurin einamest at hoyra á útvarpsrásum og á internetinum. Fólk verða eggjað til at leggja uppí, um tey varnast, at vinfólk, skyldfólk ella starvsfelagar ætla at koyra ávirkað RFF minnir føroyingar á at steðga rúsdrekkakoyring Langt frá hugburði til atburð Flestøll venda sær frá rúsdrekka­ koyring. Kortini er tað eitt kent fyri­ brigdi. Tað kann vera langt frá hug­ burði til atferð. Nú mong hugna sær til festivalar og stevnur kring landið, kunnu koma støður, har fólk koyra ávirkað. Í november 2014 svaraðu før­oy­ ingar í Gallupkanning upp á spurn­ ingin, »Í hvønn mun hevði tú roynt at forð­að tí, um tú sást ein, sum ætlaði sær at koyra bil, hóast hann/hon hevði drukkið rúsdrekka? (Og vænt­ andi hevði ov høga promillu)«. 85% svar­aðu, at tey heilt vist høvdu roynt at forðað tí. Hetta eru 3 % fleiri enn í 2013. Spurd, hvussu ofta tey koyra við pro­millu hægri enn 0,2, svaraðu 95 % »ongan­tíð« í november 2014. Hetta er greið ábending um, at flestøll venda sær frá rúsdrekkakoyring. Vís kærleika – legg uppí Greitt er, at menn í størri mun enn kvinn­ur koyra við ov høgari promillu. Hetta verður í átakinum víst við mynd av ein­um, ið hevur tikið billyklarnar frá vinmanninum. Boðskapurin er, at tað er umsorgan at forða rúsdrekka­ koyring – eingin vil sínum vini so illa, at hann koyrir ávirkaður. Soleiðis leggja vit uppí Kanningar vísa, at nógv tey flestu sótu saman við øðrum og drukku, áðr­enn tey koyrdu ávirkað. Tað kann tó vera trupult at leggja uppí og steðga einum at seta seg við róðrið. Tí er skilagott at avtala ferðina heim, áðrenn farið verður á festival ella stevnu, so sleppast kann undan pín­ lig­um støðum. Átakið, ‘Vinir lova ikki vinum at koyra skít’ skal tí senda veitslu­gestir trygt heim. Við átakinum vil Ráðið fyri Ferðslu­trygd tí: • ávirka fólk, sum kundu umhugsað at koyrt, tá tey hava smakkað sær á • minna vinfólk, familju og starvs­ felagar á at leggja uppí, um onkur ætlar at koyra ávirkað/ur. • gera vart við, at tað er umsorgan at leggja uppí Løgreglan ger rúsdrekkakanningar, með­an átakið er. Ráðið fyri Ferðslutrygd Brynhild Høgnadóttir