Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-13, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juli 2015síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 29 • 13. juli 2015 8 Miðlahúsið Ókeypis lýsingarblað Fríggjamorgunin gifti Heðin Mortensen, borgarstjóri, eini hjún í Ráðhúsinum í Havn Úr Týsklandi til Føroya at giftast T að ger hann so mangan, men tað serliga við hesum hjúnunum er, at bæði brúður og brúðgómur eru útlendsk, men vildu sleppa til Føoyar at giftast. Tey bæði Soleiðis Sebastian Deubler og Viet Nga Chu, siga við heima­síðuna hjá Tórshavnar býráð, at tey vildu giftast eitt forkunnugt og vakurt stað, og tí komu higar higar saman við vinum og familjuni. Tey hittust fyri 10 árum síðani, og í dag eru liðin akkurát 100 mánaðir, síðani tey gjørdust par. – Vit eru her, tí náttúran er eina­ standandi, og tí vit vildu gera brúd­ leypið til eina heilt serliga hending í lívi okkara, siga hjúnini. Eftir brúdleypið fór nýgifta parið at ferðast ymsastaðni í landinum. Leiðin gekk fyrst til Vestmanna og síðani fóru tey øll til Suðuroyar, áðrenn tey fara heim aftur til Týsklands. Signar á Summar Festival Signar í Homrum verður við á Summar­festival­ inum í ár S ignar í Homrum telist millum best umtóktu tónleikarar í land­inum, og hann verður eisini við á Summar Festivalinum í ár. Signar hevur havt nakrar minn­ iligar framførslur á festival­inum í Klaksvík, og tað er neyvan ov nógv sagt, at hann hevur sum fáur megnað at fingið lív í tjaldið. Nú skal Signar royna ein nýggjan pall á Summar Festivalinum í ár. Signar skal saman við Henning Nicodemussen og John Johansen spæla á Torginum, og teir fara at undirhalda festivalgestunum við stóru hittunum hjá Signar, so sum Tað er gott at elska og Sorgblídni.