mánadagur 13. juli 2015síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 29 • 13. juli 2015
10
Ókeypis lýsingarblað
TEMA
Eystur kommuna
Vilmund Jacobsen
T
íðliga í summar byrjaði entre
prenørfyritøkan Kreton at grava
út til nýggju útstykkingina hjá
Eysturkommunu í Syðrugøtu, og æt
lanin hjá kommununi er, at 17 av 25
grundstykkjum skulu kunna seljast til
heystar - og hini átta á sumri í 2016.
Fyri kommununa er hetta eitt týð
andi stig, tí samstundis, sum fá byggi
øki eru eftir í kommununi, eru nógvar
umsóknir um grundstykki.
Tveir nýggir vegir skulu byggjast.
Hesir verða knýttir í Garðabrekku
í Syðrugøtu, og útsýnið av nýggja
byggiøkinum og yvir Gøtuvík og
Norðragøtu er gott.
Jóhan Christiansen, borgarstjóri í
Eysturkommunu, sigur, at gongst, sum
ætlað, verða tey fyrstu grundstykkini
útlutað eftir summarfrítíðina.
Onnur byggiøki
Eysturkommuna arbeiðir eisini við
einari nýggjari útstykking í Leirvík, og
her hevur kommunan sett skjøtil á at
keypa jørð í Leirvík, har bókstaviliga
einki grundstykki er eftir. Í Leirvík
standa eini 3-4 hús í gerð í løtuni, og
áhugin fyri at byggja í Leirvík er stórur.
Áður hevur verið nevnt, at tað kanska
serliga er í Syðrugøtu í Eysturkommu
nu, at fólk ynskja at seta búgv, men
borgarstjórin ásannar, at hugurin at
seta búgv í Leirvík er ikki minni.
- Kanska kunnu vit siga, at fólk,
sum ikki frammanundan búgva í okk
ara kommunu, vísa á Syðrugøtu, og
her er tað ivaleyst G! ið hevur sín
týdning.
Jóhan vísir á, at Undir Gøtueiði,
sum vendir móti Skálafjørðinum, eru
seks tøk grundstykki, men her hevur
áhugin at byggja ikki víst seg at vera
serliga stórur.
- Hesi grundstykki eru atkomilig, tó
at vegurin ikki er avfalteraður.
Hann leggur aftrat, at í Norðragøtu
eru kanska eini 2-3 grundstykki eftir,
og her verður eisini arbeitt við eini al
ternativari loysn við leigubústøðum.
- Leiguíbúðirnar, sum Bústaðir byg
di í Leirvík, eru ógvuliga populerar.
Her keypti Bústaðir verkætlanina og
grundøkið hjá kommununi og framdi
byggiverkætlanina í verki. Vit ynsktu,
at hesar íbúðir skuldu kunna brúkast
av øllum, og at tær tí ikki vóru leigaðar
út sum desideraðar eldraíbúðir, tó at
allar eru atkomiligar við koyristóli.
Okkum dámdi ikki tankan um at býta
fólk upp í bólkar, og tí eru tað eisini
ymisk fólk, sum leiga hesar íbúðir í
Leirvík, og tað vísir seg at rigga væl.
Veksandi fólkatal
Borgarstjórin fegnast annars um, at
fólkatalið í Eysturkommunu sambært
yvirlitinum hjá kommununi nú er á
2.018 fólkum, og hann heldur, at
íbúgvaratalið hevur ein "tendens" til
at veksa, tó at fólkatalið einaferð
hevur verið á 2020.
- Vit høvdu eitt "dýkk" fyri umleið
trimum árum síðan, tá fólkatalið kom
niður á 1930. Men, síðan eru vit vorðin
fleiri aftur, og sambært yvirlitinum,
sum Landsfólkayvirlitið sendi út fyrr
í ár, hevði Eysturkommuna yvir eitt
ár størsta fólkavøksturin í Føroyum -
næst eftir Tórshavnar kommunu.
Jóhan vísir á, at tá summarið er av,
og heystið stundar til, minkar fólka
talið í kommununi nakað - av náttúr
ligum ávum, sum hann tekur til.
- Fólk fara av landinum at lesa og
annað, men eg haldi ikki, at vit her í
Eysturkommunu missa nógv fólk til
aðrar kommunur í Føroyum, sigur
hann.
Býráðshúsini
Ein verkætlan, sum liggur frammar
laga hjá Eysturkommunu í løtuni, er
byggingin av nýggju býráshúsunum í
Norðragøtu. Her eru øll loyvi komin
upp á pláss við eitt nú byggisamtykt
og friðingarmyndugleikum.
Jóhan Christiansen sigur, at tað er
byggifyritøkan KBH á Toftum, sum
skal standa fyri arbeiðnum, og í løtuni
hevur fyritøkan sáttmálan til gjøg
numlestur, sum hann rópar tað.
- Verkætlanin, sum fer at kosta
slakar 20 miljónir krónur, er nakað
krympað frá upprunaligu ætlanini.
Onkrar sparingar ella skerjingar eru
eisini gjørdar, síðan arbeiðið varð boð
ið út, men verkætlanin er ikki minkað
í vavi síðan tá.
Borgarstjórin væntar ikki, at tað
fara at ganga so nógvir dagar aftrat,
til skjøtil verður settur á verkætlanina
við nýggju býráðshúsunum.
- Byggitíðin verður umleið hálvt
annað ár, so tað verður um reppið, um
vit, sum nú sita í býráðnum í Eystur
kommunu nú, koma at húsast her, sig
ur hann brosandi.
Kostnaðurin fyri verkætlanina ligg
ur í løtuni á 19,4 miljónum krónum,
men verður hetta tal avrundað til 20
miljónir krónur, verður tað eisini saml
aði kostnaðurin av arbeiðnum.
Tað er kendi arkitekturin og gøtu
maðurin, Osbjørn Jacobsen, sum
hevur teknað nýggju býráðshúsini hjá
Eysturkommunu.
40% av álíkning
Í løtuni skyldar Eysturkommuna um
leið 40% av eini álíkning, men við
teimum íløgum, sum nú verða gjørdar
í útstykking og nýggju býráðshúsini,
fer skuldi at veksa nakað, tó at hon
framvegis fer at liggja langt undir eina
álíkning.
- Vit hava valt at gjalda nógv niður
á lán, sum kommunan hevur, og tey
eru í løtuni á umleið 50 miljónum
krónum tilsamans. Vit kundu sjálvsagt
longt um afturgjaldingartíð, men tað
hava vit valt ikki at gera, tí vit ynskja
ikki, at skuldin gerst ov stór. Við
nýggju íløgunum verður skuldin trýst
nakað upp, men við tað, at vit sum
nevnt gjalda lutfalsliga nógv niður
á lánsskuldina, minkar lánsskuldin
skjótt aftur.
Jóhan vísir á, at fólk í Eystur
kommunu sum heild tjena væl, og
kommunan fær væl persónsskatti og
partafelagsskatti.
- Vit hava ongan “hala”, um vit
kunnu siga so. Her er nógv fiskivinna
í økinum, bæði í Leirvík og Gøtu, men
vit hava eisini nógv fólk, sum eru
í góðum, føstum størvum, og eitt
nú hevur Leirvík nógv lærarafólk,
umframt at nógv fólk er í allari
kommununi, sum starvast innan
barnagarðsøkið og røktarøkið, sigur
borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan
Christiansen.
Eysturkommuna gongur
spennandi tíðum á møti
- Í løtuni skyldar Eysturkommuna umleið 40% av eini álíkning, men við teimum íløgum, sum
nú verða gjørdar í útstykking og nýggju býráðshúsini, fer skuldi at veksa nakað, tó at hon
framvegis fer at liggja langt undir eina álíkning. Vit eru samd um, at skuldin skal ikki gerast
ov stór, og tí gjalda vit nógv niður á lánini, sigur borgarstjórin, Jóhan Christiansen
- Nógv fiskivinna er í
økinum, bæði í Leirvík
og Gøtu, men vit hava
eisini nógv fólk, sum eru í
góðum, føstum størvum,
sigur Jóhan Christiansen,
borgarstjóri í
Eysturkommunu
Mynd: Vilmund Jacobsen