mánadagur 13. juli 2015síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 29 • 13. juli 2015
12
Ókeypis lýsingarblað
TEMA
Eystur kommuna
Vilmund Jacobsen
G!
Festivalurin í ár verður uttan
borgarstjóran, Jóhan Christi
ansen. Saman við familjuni
hevur hann annars verið á øllum festi
valunum síðan byrjan, tá tey hava ver
ið heima.
Í ár verður so eitt av árunum, har
borgarstjórin og familja hansara ikki
verða heima.
- Vit eru nøkur, sum plaga at ferð
ast saman um summarið. Hetta hava
vit gjørt í nógv ár, og sum árini eru
gingin er ferðalagið vorðið alsamt
fjølmentari, soleiðis at vit nú eru eini
30 í tali.
Jóhan sigur, at vanliga plaga tey at
ferðast ymsastaðni í Føroyum, men í
ár er avgerð tikin um at fara uttan
lands.
- Tosað hevur verið aftur og fram
um, nær vit skuldu fara, og tað er so
blivið til tað, at vit verða burtur - júst,
meðan G! Festivalurin er. Hetta er
sjálvandi nokso keðiligt, men fær ikki
verið øðrvísi í ár.
Vælkomin
Borgarstjórin vísir á, at G! ikki minst
er eitt familjutiltak, og tí plaga hann,
konan og børnini at fara vera saman
á G!, meðan dagur er.
- Tá kvøldið kemur, plaga børnini
at vera heima, og tá plaga vit at fara
ein túr út aftrat.
Vegna
Eysturkommunu
ynskir
Jóhan Christiansen at bjóða øllum
hjartaliga vælkomnum á G! Festivalin.
- Hetta er eitt frálíkt høvi hjá okk
um at vísa blíðskap og vísa fram okk
ara kommunu. G! Festivalurin er eitt
sera væl vitjað tiltak, sum hópur av
fólki á ymiskan hátt stendur afturfyri
og er partur av, sigur Jóhan Christian
sen.
Vilmund Jacobsen
T
að er Sóley Danielsen, ið spælir
allar leiklutirnar í hesum leiki,
sum er um 10 ára gomlu Tóru,
ið er høvdingadóttir og livir í víkinga
øldini.
Tóra er væl hjálpt av síni ganda
amulett, sum tó eisini gevur henni
fleiri lumpisligar fíggindar og av
bjóðingar, ikki minst gudin Loka.
Sóley er millum annað kend frá
einkvinnuleikinum, Einki orð, har hon
eisini spældi nógvar leiklutir, júst
sum hon hevur tørv á í hesum leiki
num um djørvu Tóru, sum fer úr Gøtu
til Kirkjubøar at bjarga pápa sínum,
ið er tikin til fanga.
Leikurin er upprunaliga svenskur,
og hann er sera væl umtóktur í heim
landinum. Í Svøríki var tað leikstjórin,
Magnus Palm, ið setti leikin upp, og
tað er eisini hann, ið hevur leikstjórn
að føroysku útgávuni av Óðins Eyga.
Ungi rithøvundurin og tónleikarin,
Trygvi Danielsen - sum hevur fingið
Mentanarvirðisløn Landsins til ungt
listafólk - hevur týtt leikin til før
oyskt.
Tað er ókeypis at vera á G! til
klokkan 16 um dagin, og tvær
sýningar eru fyri ta tíð, so tær eru
eisini ókeypis.
Borgarstjórin ikki heima á G! í ár
- Eg havi verið á øllum G! Festivalum, tá eg havi verið heima, men í ár verið eg ikki
heima, tíverri, sigur borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen
Spennandi barnaleikur á G!
Barnaleikurin, Óðins Eyga, verður vístur á G! Festivalinum í ár. Hetta er leikur, har áskoðararnir hitta eina
djarva gøtugentu, víkingar, gandaravnar, risastórar úlvar, ein áttabeintan hest og gudarnar, Loka og Óðin
Sóley Danielsen hevur
allar leiklutirnar í
barnaleikinum, Óðins
Eyga, sum verður vístur
á G! Festivalinum í
ár - og er ókeypis
- Tað er sjálvandi keðiligt, at vit ikki verða heima á G!Festivalinum, men í ár fær tað ikki verið øðrvísi, sigur Jóhan Christiansen,
borgarstjóri í Eysturkommunu, sum vegna kommununa ynskir øllum hjartaliga vælkomnum