Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-13, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juli 2015síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 29 • 13. juli 2015 18 Ókeypis lýsingarblað TEMA Eystur kommuna Vilmund Jacobsen Handilin Rokoko selur klæðir til bæði vaks­in og børn, kvinnur og menn. Klædnamerkini til hennara eru eitt nú Sisters-point, Jacqueline de Yong, Noisy May, Masai, Cat & Co., Marc Lauge, One Two og Mongul. Handilin hevur eisini eitt stórt úr­ val í støddunum 42-56 frá Zhenzi og Juna Rose. Til mannin ella dreingin hevur Roko­ko klædnamerkini Shine, Lind­ berg, Jack´s og Bison. Skjótt verður eisini lekra klædna­ merkið til menn, Garcia, ein partur av vøru­út­boðnum. Børnini eru heldur ikki gloymd í Norðragøtu, tí her eru merk­ ini Kids up, D-xel og Fixoni. Góð G! tilboð Samstundis, sum Rokoko í Norðra­ gøtu ynskir øllum ein góðan G! Festi­ val, leggur handilin aftrat, at tey í hesi vikuni fara at bjóða við­skifta­ fólki nøkur sera góð tilboð, sum lýst verð­ur við í Vikublaðnum í dag. Rokoko hevur røtur aftur til 8. de­ sem­ber í 1988. Í dag starvast fleiri dugnaligar kvinn­ur í handlinum og eru við­skifta­ fólki til tænastu. Handilin hevur viðskiftafólk úr øll­um Føroyum. Tvær ferðir um árið eru tey uttan­lands og keypa inn, umframt at nógv verður keypt á netinum. Rokoko í Norðagøtu fær vørur hvør­ja viku - alt árið, og her er nógv for­vitnis­ligt og forkunnugt at finna. Rokoko við nógvum góð­ um tilboðum Klædnahandilin Rokoko í Norðragøtu er á tremur við nýggjasta summarmótanum Vilmund Jacobsen E l-Talvuvirkið í Norðragøtu, sum Eyð­un Hansen eigur og rekur, hev­ur stívliga 30 ára royndir á før­oys­ka marknaðinum. Felagið er vorðið ein slóðbrótari inn­an føroyska el-vinnu við høvuðs­ den­ti á el-talvur, bæði stórar og smá­ ar. El-Talvuvirkið hevur ment seg nógv øll hesi ár, og umframt at framleiða allar el-talvur, projektera, hava eftirlit og viðlíkahald, bjóðar fyritøkan nú eisini eina røð av tøkniligum og orku­ spar­andi tænastum og loysnum til skipaflotan. - Vit gera sjálvvirkandi skipanir, sum synkronisera saman og kunnu um­sitast og stýrast frá eini teldu á brún­ni, sigur stjórin. Framkomnar skipanir Eyðun Hansen sigur, at framkomna skip­an­in, sum El-Talvuvirkið hevur gjørt umborð á strandfaraskipinum Teist­a­num, er eitt gott dømi um, hvat ger­ast kann tøkniliga. - Tað er tó ongantíð soleiðis, at talan bara er um eina tøkniliga og sjálv­virk­andi skipan. Ein manuell skip­ an er eisini við, um tøknin á ein ella ann­an hátt skuldi spælt eitt puss. Stjórin á El-Talvuvirkinum væntar, at skipanin umborð á Teistanum helst er ein hin mest framkomna av sínum slag í heiminum. - Líknandi skipan er instalerað um­ borð á verksmiðjutrolaranum Enni­ bergi, og nú eru vit eisini farnir at seta eina skipan upp umborð á upp­sjóv­ar­ skipi­num, Fagrabergi. Eyðun vísir á, at tað eisini hevur eydn­ast reiðarínum Faroe Origin, sum eig­ur ísfiskatrolaran Rók, at spara rætti­liga nógva olju við einari skipan hjá El-Talvuvirkinum. - Vit hava nógvar fyrispurningar um hesar framkomnu skipanir, ið vit kun­nu veita. Talan er um fyri­spurn­ing­ ar bæði úr Føroyum og útlandinum. So, hetta sær rættiliga lovandi út, sig­ur stjórin. Dugnalig starvsfólk El-Talvuvirkið hevur ein starvs­fólka­ hóp við stórum førleikum. Her eru eitt nú el-innleggjarar, elektrotøkningar, skips­elektrik­arar og maskinmeistarar. Fyritøkan hevur serkunnleika í eitt nú at projektera og installera el-an­ legg, alarmskipanir og stýringar, og her er serkunnleiki í at framleiða el- talvur, at viðlíkahalda el-kervi, gene­ rat­or­ar og el-motorar. Fyritøkan í Norðragøtu leggur stórt virði í førleikan at veita liðiligar loysnir, ið eisini fevna um bráðfeingistørv í eini neyðstøðu. - Okkara fólk eru altíð til reiðar at trað­ka til - antin tað er á landi ella sjóg­vi, sigur Eyðun Hansen, stjóri. El-Talvuvirkið við framkomnari tøkni - Skipanin umborð á Teistanum er helst ein hin mest framkomna av sínum slag í heiminum, sigur Eyðun Hansen, stjóri á El-Talvuvirkinum Eyðun Hansen (h.m.) og høgra hond hansara, verkætlanarleiðarin, Súni Jacobsen Mynd: Vilmund Jacobsen