mánadagur 13. juli 2015síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 29 • 13. juli 2015
20
Ókeypis lýsingarblað
TEMA
Eystur kommuna
Vilmund Jacobsen
S
kósølan við Gøtugjógv hevur
skógvar til vaksin og børn,
bæði til gerandisbrúk, gangi-
og renniskógvar og skógvar til betri
brúk.
Terji Hansen, sum eigur og rekur
handilin, er fryntligur og góður í ráð
um, tá ræður skógvar.
Teir sera vælumtóktu Skechers-
skógvarnir eru líka sum “flaggskipið”
hjá Skósøluni. Hesir eru lutfalsliga
nýggir á marknaðinum, men tað eru
eisini hesir, sum fólk í stóran mun
vilja hava.
Við sínum stóra og fjølbroytta
útboði hevur Skósølan eisini onnur
merki av skóm, eitt nú Athletic
College-skógvar. Hesir eru lutfalsliga
bíligir, vakrir og eru ætlaðir bæði
ungum og tilkomnum. Veitari av
Athletic College eru teir somu, sum
eisini selja Kennedy-skógvar.
Skósølan hevur eisini fingið so
nevndu Viking Gore-Tex-skógvarnar
upp í sítt úrval. Hetta eru vatntættir
skógvar, sum fáast bæði til kvinnur
og menn, men ikki til børn.
Viking-merkið er kent fyri sína
dygd og styrki og er vælegnað til
arbeiðsbrúk eins og til gongd í bø og
haga. Viking Gore-Tex er eisini er ein
trail-ella offroad-skógvur, sum tað
verður sagt.
Viking er ikki minst kent sum
dygdarmerki innan gummistyvlar, ið
Skósølan eisini hevur, eins og handil
in hevur vælumtóktu Helly Hansen-
gummistyvlarnar.
Ógvuliga populerir
Skechers-skógvarnir fáast til alt van
ligt brúk, bæði sum renni-, gangi-og
arbeiðsskógvar. Tað, sum sermerkir
Skechers, er, at teir eru ógvuliga
lættir, eins og teir eru populerir og
viðurkendir sum renniskógvar.
Hóast skógvarnir eru lættir, taka
teir væl móti stoyti, og við sínum
"runda" botni fara teir væl við ryggi
num, tí tann, sum rennur ella gongur
í teimum, lendir á miðfótinum, so
leiðis at stoyturin ikki fer úr halinum
og upp í ryggin.
Terji Hansen sigur, at tað nýggja
við Skechers-skóm, er innleggið, ið
verður rópt Memory Foam.
- Innleggið kann ikki keypast
leyst, men liggur fast í skónum.
Innleggið er ógvuliga behagiligt
at ganga á, og tað hevur rættiliga
“fangað”. Fólk, sum einaferð hava
stigið í ein Skechers-skógv við Me
mory Foam, eru seld og keypa. Inn
leggið er skúm-kent. Tað avlastar
trýstið og formar fótin niðri í skón
um. Øll kunnu brúka Memory Foam,
sigur hann.
Skechers-nýtt
Terji Hansen vísir á, at Skechers
stendur ikki í stað, og her er eisini
ymiskt annað nýtt.
- Vit hava nú eisini Skechers GO
RUN, Skerchers STRADA og Skech-
KNIT, ið minnir um vakurt bundið
tilfar.
Eigarin av Skósøluni við Gøtu
gjógv hevur júst fingið heim ein hóp
av nýggjum skóm og bjóðar øllum
vælkomnum inn á gólvið til eitt
skógvaprát.
Skechers-skógvar
ógvuliga populerir
Skósølan við Gøtugjógv er altíð eina vitjan verd, og nú hevur
forvitnisligi handilin eisini fingið nýggjar Skechers-skógvar
Terji Hansen við nýggjastu modellunum av
Skechers-skóm. Skósølan er løtt at finna, har hon
liggur beint við kirkjuna við Gøtugjógv
Mynd: Vilmund Jacobsen
Vilmund Jacobsen
S
øldfirðingurin, Marni Berg, sum
nú hevur keypt Reklamuhúsið
í Norðragøtu og hevur broytt
navnið til Reklamuprent, hevur koyrt
lastbil seinastu 12 árini. Nú hann hev
ur keypt Reklamuhúsið, hevur fram
vegis lastbilin, men nú er tað mest
pápin, sum koyrir.
Spennandi og avbjóðandi
- Eg haldi, at Reklamuprent er bæði
spennandi og avbjóðandi. Fyri umleið
5-6 árum síðan gjørdi eg ymiskar
free-lance uppgávur fyri táverandi
Reklamuhúsið. Nú hava vit so keypt
aktivini, hava stovnað nýtt felag, eg
eri spentur eftir at reka hetta virksemi
víðari.
Hann sigur, at tað, sum Reklamu
prent í fyrstu syfti serliga leggur seg
eftir, er at dekorera skelti, gera klistri
merki, dekorera bilar og gera klædna
prent.
- Ætlanin er, at vit skulu veksa okk
um størri og gerast betri sum frálíðir.
Tað má vera málið, tá tú fert í holt við
nakað. Men, í fyrsta lagi vilja vit hava
teir møguleikar, sum eru í húsinum,
upp at koyra sum eru her.
Marni sigur, at hann kundi væl
hugsað sær, at Reklamuprent keypti
ein 3D-printara.
- Men, tann stóri-format printarin,
sum er í húsinum, er farin av toruni, og
tí verða vit noyddir fyrst at gera íløgur
í ein nýggjan. Hetta verður helst tann
fyrsta íløgan, sum vit fara at gera.
Nógvir møguleikar
Men, hvat kann Reklamuprent annars
gera?
- Tað eru faktist eingi mørk fyri,
hvat vit kunnu gera og dekorera.
Vit kunnu dekorera næstan alt - og
saktans eisini bæði bilar, lastbilar og
bussar, umframt handlar, skelti við
fótbóltsvallir. Vit kunnu snøgt sagt
gera bæði stórt og smátt.
Marni Berg sigur, at Reklamuprent
kann gera at kalla alt innan folio-ar
beiði sum er klistur, eins og prent á
klæðir við máling.
- Eg arbeiði eisini við eini ætlan um
at kunna “tapetsera” bilar. Ein av okk
ara veitarum skipar fyri skeiðum um,
hvussu hetta kann gerast, og hvørji
materialini til slíkt arbeiði eru.
Hann leggur aftrat, at Reklamu
prent er einasta virki í Føroyum, sum
kann prenta tey góðkendu skeltini,
sum eru úti á vegunum.
- Vit hava eisini ein fresara, sum
vit kunnu fresa navnabretti við, og
hetta er so eisini ein møguleiki, sum
Reklamuprent hevur, sigur Marni Berg.
Reklamuprent kann gera ein heilan hóp
- Tað eru faktist eingi mørk fyri, hvat vit kunnu gera og dekorera,
sigur Marni Berg, sum hevur keypt Reklamuhúsið í Norðragøtu
- Ætlanin er, at vit skulu veksa okkum størri og gerast betri sum frálíðir, sigur Marni Berg
Mynd: Birgir W. Høgnesen