Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-13, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juli 2015síða 46

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 29 • 13. juli 2015 22 Ókeypis lýsingarblað TEMA Eystur kommuna Vilmund Jacobsen E ru Føroyar vorðnar so ríkar, at okk­um ikki nýtist at gagnnýta alt tað til­feingi, sum er í havinum? Tað er ein spurningur, sum Eirikur á Húsa­mørk, stjóri á Høvdavirkinum - Faroe Marine Products - mangan hev­ ur sett sær. Virkið á Hagaleiti í Leirvík er vorð­ ið rættiliga stórt og hevur eina fram­ leiðslu­orku, sum er nógv størri enn tann rávøra, sum virkið í løtuni kann upp­dríva í Føroyum. Ein orsøkin til, at henda rávøra - ella “skrambul” frá fiskivinnuni sum onk­ur vildi sagt - ikki kemur upp á land, er, at ein rúgva av virðismiklum til­feingi, sum Høvdavirkið kundi keypt og brúkt í sínari framleiðslu, verður tveitt í havið aftur. Um ánna eftir vatni Royndir hava meira enn einaferð verið gjørdar at keypa toskarhøvd úr Norður­noregi, og seinasta royndin var við Høga­kletti fyri páskir í ár. Meðan skip verður leigað til hesa upp­gávu - at flyta toskarhøvd úr Norður­noregi til Føroya - liggja føroysk skip og føroyskar skipsmanningar og tveita somu rávøru í havið aftur. Mangur vildi tí sagt, at hetta er at fara yvir um ánna eftir vatni. - Ja, á leiðini heim aftur sigldu vit fram­við føroyskum skipum, sum lógu og kastaðu toskarhøvd í havið aftur, sig­ur Eirikur á Húsamørk, ið sjálvur hev­ur ilt við at skilja samanhangin, men noyðist at ásanna veruleikan. Aftur og aftur hevur hann víst á, hvussu stór virðir talan er um, sum før­oysk fiskiskipavinna tveitir í havið aft­ur, og hann hevur eisini víst á, hvat lóg­in um vinnuligan fiskiskap sigur um gagn­nýtslu av okkara tilfeingi, ogn Før­oya fólks. Í lógini um vinnuligan fiskiskap stend­ur í grein 2, at “livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum og tey rætt­indi, føroyska heimastýrið við sam­ráð­ing­um hevur rokkið ella eftir altjóða rætti eigur uttan fyri før­oysku landleiðirnar, eru ogn Føroya fólks. Dentur verður lagdur á - í um­sit­ingini av hesi lóg - at varðveita til­feingið og at troyta og gagnnýta hetta burð­ar­ dygt á skilabesta hátt, lív­frøði­liga og búskaparliga, við virðing fyri sam­ bandinum millum ymisku dýra- og plantustovnarnar í havinum og meingi teirra, til tess at tryggja besta sam­ felags­búskaparliga íkastið frá fiski­ vinnuni, støðugar arbeiðs- og inn­ tøku­møgu­leikar og møguleikar fyri vinnu­lig­um virksemi um alt landið…” - Hevði alt, sum fer í havið aftur um­borð á føroyskum fiskiskipum, verið virkað á skilabesta hátt, høvdu Før­oyar verið eina ella hálva aðru miljard ríkari í útflutningsvirði. Heldur virðisminking Eirikur á Húsamørk hevur ikki minst sett spurnartekin við, hvussu nógv - ella lítið - føroysku verksmiðjuskipini, sum fiska í Barentshavinum, fáa burt­ ur úr sínari kvotu, og hann heldur, at toska­kvotan, sum Føroyar fáa í býti við makrel og svartkjaft, saktans kun­ di givið Føroyum einar 150 miljónir krón­ur meira í útflutningsvirði. - Hetta er ein kvota, ið reiðaríini, sum fiska hana, einki gjalda fyri, tó at Før­oy­ar lata makrel og svartkjaft fyri hana sum býtisfisk. Tí skuldi í minsta lagi eisini áligið teimum ein skylda at fáa sum mest burtur úr hesum til­ feingi. Stjórin hevur víst á, at av eini toska­kvotu í Barentshavinum á um­ leið 30.000 tons, fara umleið 2/3 av hes­um tilfeingi í havið aftur. Tað er at kalla bara flakið, sum verður selt, með­an restin, sum telur umleið 2/3 av til­feinginum, verður tveitt í havið aft­ur. Hann heldur, at hetta líkist púrasta ong­u­m, tá hugsað verður um andan í lóg­ini um vinnuligan fiskiskap. - Tí vil eg ikki kalla tað eina virðis­ øk­ing, sum hesi skip og reiðarí fremja, men heldur eina virðisminking. Eirikur á Húsamørk heldur, at hevði betri verið fyriskipað, kundu skip siglt í pendul­farti, sum hann tekur til, upp í Barentshavið og tikið ímóti høvdum og avskurði frá hesum trolarum. - Tú hevur ikki totala virðið, fyrr enn tú hevur fingið alt, sum tilfeingið kann geva, og eg vil meta, at tað, sum hendir við føroysku skipunum í Barents­havinum, er ein virðisminking á einar 5 krónur fyri kilo. Hetta eru reiðarí, sum fara út at troyta nøkur lunn­indi, sum verða forhandlað við russ­ar og norðmenn, og eg haldi, at tað eigur ein størri ábyrgd at hvíla á hes­um reiðaríum enn tað, sum vit hava sæð hesi árini. Ivasom vinnunevnd Fyrr í ár legði ein av and­støðu­flokk­ unum uppskot fyri løgtingið um í størri mun at gagnnýta føroyska tilfeingið, so­leiðis at meira kann fáast burtur úr til samfelagsbúskapin, samstundis sum hetta eisini kann hava við sær eina arbeiðsskapandi effekt. - Eg varð boðsendur í vinnu­nevnd­ ina at greiða frá okkara sjónarmiðjum, og dúgliga varð nikkað eftir tí, eg segði. Eg var eisini á løgtingi og lurt­ aði eftir viðgerðini av hesum máli. Men, hóast andstøðuflokkurin, sum legði uppskotið fram, beyð sær at gera broytingar í uppskotinum fyri at fáa samgonguna at taka undir við tí, so varð uppskotið kortini felt at sam­ gongu­ni. Uppskotið snúði seg um eina til­lag­ingartíð, har álagt verður fiski­ flota­num - í smáum stigum - at føra alt tilfeingið til lands. Eirikur á Húsamørk noyddist at ásanna, at sjálvt vinnunevnd løg­ting­ sins mælti frá at samtykkja uppskotið - uttan tó at koma við nøkrum veru­ lig­um grundgevingum fyri, hví tey ikki vil­du taka undir við hesum. - Eg havi tosað við politikarar um hesi viðurskifti, hvørja ferð tey hava vitj­að okkum í Leirvík, og tey hava havt á orði, hvussu fantastiskt tað er, at vit kunnu fáa so nógv burtur úr tí, sum annars fellir frá í framleiðsluni. Men, fyri mær virkar tað, sum um tein­ ur­in úr Leirvík til Havnar er so mik­ið langur, at politikararnir hava gloymt okkum á Hagaleiti, tá tey aftur sess­ ast á løgtingi. Stjórin heldur tað vera stórt spell, at tað hesaferð ikki eydnaðist at fáa løg­tingið at taka undir við at áleggja eina ávísa skyldu á fiskiskipaflotan um stigvíst at føra alt tilfeingið til lands. - Vit hava virkið, tólini og arbeiðs­ fólkið, og vit hava marknaðin, tó at hetta er ein viðbrekin og fátækur mark­naður. Flestu reiðarar siga, at verð­ur teimum álagt at føra høvd og av­skurðir heim við, so fara teir at gera tað, men líkt er ikki til, at politiski meiri­lutin ynskir hetta, og tað er rætti­liga undrunarvert. Eirikur á Húsamørk sigur, at hevði Høvda­virkið havt eina slíka nevnd - ella vinnunevnd - sum vinnunevnd løg­ting­sins í hesum førinum, so hevði virk­ið ikki verið til, men hevði langt síð­an verið farið á húsagang. - Eg eri spentur til komandi løg­ tings­val, og mín krossur fer so ikki til nakran teirra, ið ikki hevur sum mál at gagnnýta alt tað, sum upp úr havi­ num kemur. Men, eg havi eina vón um, at tað eru nøkur, ið vilja vísa seg um menn og rættar kvinnur. Eg eri fegin um, at eg ikki skilji politikk. Gjørdi eg tað, hevði eg slett ikki klárað at koyrt hesa fyritøku, sigur stjórin í Leir­vík, sum annars fegnast um, at Høvda­ virkið hevur nógv góð sambond í Før­ oyum, bæði við virkir og reiðarí - eing­ in nevndur og eingin gloymdur. - Hevði Høvdavirkið havt eina slíka nevnd sum vinnunevnd løgtingsins, so hevði virkið ikki verið til, men hevði langt síðan verið farið á húsagang. Eg eri fegin um, at eg ikki skilji politikk. Gjørdi eg tað, hevði eg slett ikki klárað at koyrt hesa fyritøku, sigur Eirikur á Húsamørk, stjóri á Høvdavirkinum í Leirvík - Tú hevur ikki totala virðið av tilfeinginum, fyrr enn tú hevur fingið alt, sum tilfeingið kann geva, og tilfeingið kann geva nógv meira, enn tað ger í dag, sigur Eirikur á Húsamørk, stjóri á Høvdavirkinum Høvdavirkið er eitt stórt og vælútbygt virki. Her eru eisini hugnalig rúm, forkunnugir møblar, og arbeiðsfólkið hevur høvi at seta seg í nútímans mýkingarstólar Mynd: Vilmund Jacobsen Eirikur brúkar høvdið - men skilir ikki politikk