Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juli 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. juli 2015 · Nr. 80 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341899, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Terji Nielsen Útbúgvingarnar innan handverk og sjóvinnu eru ógvuliga týdn­ ingar­miklar. Annar partur eru akadem­isku útbúgvingarnar. Í dag fáa umsøkjarar svar um upptøku á Fróð­skaparsetinum. 248 fáa lestrar­pláss, og 133 fáa at vita, at tey standa á bíðilista, ella at tað ikki er pláss fyri teimum. Talið á teimum upptiknu er væl hægri, enn tað var fyri fáum árum síðani. Yrkisrættaðu útbúgv­ ingarnar – lærari, pedagogur og sjúkrarøktarfrøðingur - eru fram­ vegis tær, sum størstur áhugi er fyri. At 20 nú fara undir at lesa orku­verkfrøði, og 24 fara undir at lesa master í løgfrøði er stig rætta vegin. At talið økist á teimum, sum lesa í Føroyum, er gott grundarlag fyri, at minni partur av ungdómunum hvørvur. Kanningar hjá Studna vísa, at sammett við í grannalondunum eru tey ov mong, sum ikki koma aftur eftir lokna útbúgving. Tað er ein stór avbjóðing. Útferðarlongsulin fer ongan­tíð at hvørva, og tað er stór sam­felags­ lig íløga, at tað almenna umvegis Studna stuðlar teimum, sum lesa langt burturi í verðini. Tað hevur tó alstóran týdning, at tey verða fleiri, sum heldur lesa í Føroyum. Her verður m. a. hugsað um tey, sum kenna seg noydd at fara til Danmarkar, tí heilt vanligar út­ búgvingar ikki eru í Føroyum. Í so máta eru tíðindi hugalig um nýggju yrkisakademisku útbúgvingina inn­an búskap og marknaðarførslu á Føroya Handilsskúla. 32 eru tikin inn, og 10 standa á bíðilista. Róm var ikki bygdur eftir einum degi, og soleiðis er tað heldur ikki við Fróðskaparsetrinum. Síðstu árini hevur talan verið um glottar. Til­vitanin kennist vaksandi fyri, at út­búgv­ing ikki nýtist bara at vera út­reiðsla, men eisini er inntøka. At talið á lesandi økist ber nýggjar avbjóðingar við sær. Ein er gransk­ingin, sum er grundarlagið undir undirvísingini á Setrinum. Hon er treytað av játtan og av før­leikum hjá starvsliðnum. Við­ hvørt gongur rætta vegin, men í lítlum samfelag kemur tað illa við, tá ið lyklapersónar fella frá. Ein onnur er, at Setrið ikki bjóðar út­búgv­ingar innan búskap. Tað eigur at vera avbjóðing, sum liggur til høgra beinið at loysa, nú yrkis­ akademiskar útbúgvingar innan búskap og marknaðarførslu eru í eygsjón. Ein triðja avbjóðing er lestrar­umhvørvið. Tað líkist ongum, at Setrið ikki eigur ein kampus, og at tað hoyrist lítið og einki um ætlan­ir hesum viðvíkjandi. At talið á lesandi økist ber nýggjar avbjóðingar við sær Tórshavnar Býráð er nú farið í samráð við dag­stovn­ ar, og skúlar í kommununi, um at fáa eina skipan, har øll børnini fáa mat ímeðan tey eru á stovninum. Tað sigur Heðin Morten­ sen, borgarstjóri. Hann sigur, at ætlanin er at seta pening av til enda­ málið á fíggjarætlanini fyri næsta ár. Hann sigur hetta, nú Bogi Andreasen, býráðs­ lim­ur, hevur boðað frá, at hann fer at leggja upskot fyri bý­ráð­ið, sum skal tryggja, at børn, ið ganga í skúla ella dag­stovni í Havn, fáa heils­ugóðan mat hvønn dag. Men hann sigur, at í ætlan­ini, arbeitt verð­ur við, skal bý­ ráðið tryggja fíggjar­ligu karmar til, at allir stovnar kunnu bjóða børn­unum heitan mat, men at tað kort­ini verða for­eldrini og stovns­leið­ar­ ar í sam­ráð, ið av­gera hvat skal bjóð­ast á stovn­unum. Borgarstjórin heldur, at tað er ikki óvan­ligt, at ein samgongu­limur boðar frá einum uppskoti, býráðsmeirilutin longu arbeiðir við. Men hann heldur kortini, at tað er óheppið. – Tað er einki nýtt í uppskotinum frá Boga Andreassen. Allir sam­ gongu­limir vita, at vit ar­ beiða við málinum, men vit ætlaðu at bíða við at al­ manna­kunngera tað, til tað varð liðugt. – Men soleiðis er poli­ tikk­ur, øll klára ikki at bíða, men leypa framav, sigur Heðin Mortensen. aki@sosialurin.fo Øll klára ikki at bíða, men leypa framav, sigur Heðin Mortensen Áki Bertholdsen Tveir Norðmenn, faðir og sonur hava nú sett sær fyri at fara tvørtur um Atlants­ hav í einum báti. Tað er um ein 8,6 metra langan, skjóttgangandi, RIB- bát, teir ætla at sigla við úr Horten í Oslofjørði í Noregi, til Chicago í USA. Pápin, tann 55 ára gamli Andreas Øverland, og son­ urin, tann 29 ára gamli, Alexander Øverland, kalla hetta fyri ein størsta mann­ fólka­túrin av øllum. Teir hava nú siglt suður um Noreg og eru komnir norð­ur til Haugesund. Teir ætla annars at sigla til Hetlands, Føroyar, Ísland, Tvørtur um til Baffinsland í Kanada og síðani suður við amerikansku strondini, niðan­eftir St. Lawrence-á, til teir koma til Chicago, um einar tveir mánaðir. Teir siga við Båtliv, at teir fara undir ferðina til minn­ ist um ein forfaðir, Magnus Andersen, sum sigldi um Atlantshav í einum víkinga­ skipi fyri 122 árum síðani. Tað fall honum fyri bróst­ ið, tá ið amerikanarar ætlaðu at hátíðarhalda, at tað vóru 400 ár síðani, at Kolumbus fann Amerika, so hann smíð­ aði eitt víkingaskip, sum líkt­ ust Gokstads skipinum og sigldi um Atlantshav við tí, fyri at vísa amerikanarum, at Kolumbus var ikki tann fyrsti at sigla um Atlantshav. Eisini hann legði at í Chicago, har víkinginga­ skipið hjá honum nú er á forn­minnis­savnið. Teir báðir, sum nú leggja út á hav, siga, at teir vilja gera tað í opnum báti, akkurát, sum víkingarnir gjørdu, og teir hava kallað ferð­ina, Expedition Modern Norsemen.  Víkingarnir høvdu ikki nýmótans bátar, við lugari, wc og heitum vatni, siga teir við Båtnyt. Hann sigur, at RIB báturin er ikki stórt øðrvísi, tí har eru avgjørt ongir hentleikar. Men teir hava sjálvandi motor og alskyns hentleikar at navigera við og tí kalla teir seg nýmótans norðbúgvar. aki@sosialurin.fo Bogi kláraði ikki at bíða Faðir og sonur um atlantshav í opnum báti Stórar avbjóðingar bíða Setrinum Alt um kaikant Bjarni Hammer kjak síða 8 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Teir steðga eisini í Føroyum á vegnum Hetta er siglingarleiðin Feðgarnir, Andreas og Alexander Øverland