týsdagur 14. juli 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. juli 2015 · Nr. 80
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Hann er valdur á Løgting
fyri Sambandsflokkin síðani
2002, men nú stillar hann
ikki uppaftur.
Johan Dahl er 55 ára
gamal. Síðani 2008 hevur
hann verið landsstýrismað
ur, bæði í fiskivinnumálum
og seinni í vinnumálum.
– Eg haldi ikki, at eg havi
meira at geva. Tí velji eg ikki
at stilla uppaftur til komandi
val, sigur hann.
Longu eftir seinasta val
í 2011 segði Johan Dahl, at
hetta fór at verða hansara
seinasta skeið sum ting
maður.
Tað vísti seg tó, at hann
ikki bleiv tingmaður, men
helt fram sum landsstýris
maður í samgonguni, sum
var gjørd millum Sambands
flokkin, Fólkaflokkin og Mið
flokkin.
– Eg havi hug at royna
meg aftur í privata vinnulív
inum og skal eg gera tað, so
er tað umráðandi, at eg ikki
verði ov gamal. Sitið eg eitt
valskeið afturat, so verði eg
60 ár, sigur hann.
Vinnulívsmaður
Johan Dahl er ættaður úr
Vági.
Upprunaliga er hann út
búgvin bankamaður, men
stutt eftir at hann hevði
fingið útbúgvingina gjøgd
ist hann stjóri á Vágs Skipa
smiðju. Har var hann í átta
ár.
Samstundis var hann eis
ini stjóri í familjufyritøkuni
Á Gørðunum.
Eftir tað fór hann til Dan
markar at arbeiða, men hann
var eisini partur av fyritøku
í Skotlandi, sum fekst við at
selja útgerð til fiskivinnuna.
Frá 1996 stóð hann á
odda fyri J.Marr Seafoods
í Føroyum og har var hann
líka til hann var valdur í Løg
tingið í 2002.
Seinni var hann stjóri á
virkinum í Kollafirði, sum nú
arbeiðir makrel í stóran stíl.
Tað var eisini hann, sum
stovnaði fyritøkurnar Faro
mar, Faroe Cold Store saman
við A. Marr og A. Sinclair úr
Skotlandi.
Hann
stovnaði
eisini
saman við beiggja sínum
Hans Atla Dahl og øðrum
fyritøkuna
Amplexa
Genetics. Ein fyritøka, sum
arbeiðir við genroyndum og
genanalysum í starvsstov
um.
Politikari
Johan Dahl var valdur á ting
fyri Sambandsflokkin í 2002.
Tá var val eftir at samgongan
millum Fólkaflokkin, Tjóð
veldi, Miðflokkin og Sjálv
stýrisflokkin
slitnaði,
tí
Tjóðveldi legði eitt uppskot
fram um misálit á Anfinn
Kallsberg, løgmann.
Valið gav Sambandsflokk
inum risastóra framgongd og
Johan Dahl kom á ting. Hann
fekk sess í fíggjarnevndini,
uttanlandsnevndini og trivn
aðarnevndini.
Í 2004 var aftur val og eftir
tað var ein samgonga skipað
millum
Javnaðarflokkin,
Fólkaflokkin og Sambands
flokkin.
Tá var Johan Dashl valdur
til landsstýrismann, men tað
gingu bert tríggjar vikur, so
loysti Jóannes Ejdesgaard
hann úr starvi, tí hann ikki
hevði álit á honum.
Síðani 2008 hevur Johan
Dahl verið landsstýrismaður
og hann hevur sitið innarlaga
í Sambandsflokkinum.
Tvær ferðir hevur hann
verið í álvarsligum politisk
um illveðri, meðan hann hev
ur verið landsstýrismaður.
Fyrru ferð var í november
2008, tá ið misálitisuppskot
var reist móti honum, sum
landsstýrismanni í sambandi
við, at hann sum landsstýris
maður við vinnumálum lat
Smyril Line fíggjarligan ser
stuðul.
Tað var Kári á Rógvi,
løgtingsmaður fyri Sjálv
stýrisflokkin, sum legði upp
skotið fram, men tað var
ongantíð sett undir atkvøðu
greiðslu.
Uppskotsstillarin
valdi
at taka misálitisuppskotið
aftur eftir at tað hevði fingið
1. viðgerð.
Aftur í 2014 var Johan
Dahl, landsstýrismaður, í
politiskum ódnarveðrið.
Hesaferð snúði málið seg
um Strandfararskip Lands
ins. Pengar manglaðu í hjá
stóra landsstovninum.
Allir andstøðuflokkarnir,
Tjóðveldi,
Javnaðarflokk
urin, Framsókn og Sjálv
stýrisflokkurin, løgdu saman
uppskotið fram.
Misálitið bygdi á eina
serliga frágreiðing frá Løg
tingsgrannskoðarunum, har
teir millum annað skrivaðu:
»Leiðslan á Strandfara
skipum Landsins hevur fleiri
ferðir gjøgnum árið 2013
boðað frá, at tað resta 4,8
mió. kr. í játtanini, m.a. tí at
sparingar, sum ætlanin var
at fremja, ikki vórðu settar
í verk.
Hóast tað, bað lands
stýrismaðurin í vinnumálum
ikki um eykajáttan.« (bls. 2) -
»Løgtingsgrannskoðararnir
átala hvassliga, at lands
stýrismaðurin ikki kunnaði
Løgtingið ella bað Løgtingið
um eykajáttan, hóast hann
var vitandi um, at játtanin
til stovnin ikki fór at halda.«
Uppskotsstillararnir vístu
á, at hetta var brot á stýris
skipanarlógina eins og tað
var brot á lógina um landsins
játtanarskipan.
Hóast orðingarnar í við
merkingunum til uppskotið
vóru hvassar, so vóru bert 14
atkvøður fyri uppskotinum,
so tað fall burtur.
Tað hendir
Í síni tíð sum landsstýris
maður, hevur Johan Dahl
verið í politiskum illveðri,
men hann hevur eisini eitt
umdømi, sum ein lands
stýrismaður, sum fær ting at
henda.
Sum
landsstýrismaður
við vinnumálum umboðar
hann almenna partin í al
mennum partafeløgum og
har tað almenna hevur sett
pengar í privatar fyritøkur.
Tað vil siga tað er hann
og hansra aðalráð, sum ofta
velja nevndarformenn og
nevndir í stóru almennu
monopol og monopollíkn
andi fyritøkunum.
Mest eyðsýnda nevndar
fomrnasskiifti var, tá ið hann
valdi Niels Mortensen, stjóra,
til formann í nevndini fyri
Atlantsflog.
Úrslitið var, at nevndin
skifti stjóran, sum hevði sitið
har í 18 ár, út.
Eisiniu á Føroya Tele
hevur Johan Dahl gjørt sína
ávirkan galdandi. Har skifti
hann herfyri so at siga alla
nevndina út. Stutt eftir segði
stjórin seg úr starvi.
Vinnuframagrunnin hev
ur hann eisini broytt og skift
nevnd í.
Sum
landsstýrismaður
hevur Johan Dahl havt ali
vinnuna undir sær. Har
hevur hann eisini gjørt sína
ávirkan galdandi.
Annars hevur hann ar
beitt við at broyta fleiri
vinnulógir, men ofta eru tað
danskar og altjóða lógir, sum
eru gjørdar um til føroyska
vinnulívið.
Johan Dahl veit ikki heilt
at siga, hvat hann fer at
takast við, tá ið hann leggur
frá sær sum politikari:
– Sjálvandi hevur ein altíð
onkrar ætlanir við lívinum,
men akkurát hvat eg fari at
takast við í vinnulívinum
dugi eg ikki at siga í dag,
sigur Johan Dahl.
post@sosialurin.fo
Fer úr politikki í privatu
vinnuna at royna seg
– Eg havi givið tað sum eg kundi, nú eiga onnur at sleppa framat,
sigur Johan Dahl, landsstýrismaður, sum gevst í politikki
Johan Dahl
Savnsmyndir: Álvur Haraldsen