Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juli 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. juli 2015 · Nr. 80 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen 1. oktober 2013 var almenni Keypsportalurin tikin í brúk. Fíggjarmálaráðið hevur gjørt eina eftirmeting og vís­ ir, at almennu Føroyar hava spart pening, síðani Keyps­ portalurin fór at virka. 26 útboð hava verið um­ vegis Keypsportalin frá byrjan til 31.desember í fjør. Landið hevur goldið á leið 30 milljónir fyri keypini. Munurin á hægstu og lægstu boðunum í heszum tíðar­skeiði var 20 prosent. Reglurnar eru soleiðis, at tilboð yvir 800.000 krónur skulu bjóðast út, meðan tilboð sum kosta millum 50.000 krónur og 800.000 krón­ur skulu latast minst tveim­um veitarum at bjóða uppá. Síðani keypsportalurin kom eru tað tó nógv av til­ boð­unum, sum eru boðin út alment, sum hava virði, sum liggur millum 50.000 og 800.000 krónur. Eftirmetingin er jalig, men kortini verður mælt til ávísar broytingar, sum skulu gera tað eitt sindur lættari at hand­fara. – Landið er framvegis í einari tilvenjing at byggja upp eina veruliga keyps­ mentan, men eg kann stað­ festa longu nú, at kapping førir til lægri prísir og við tíðini verður vinningurin hjá sam­felag­num størri, sigur Jørgen Niclasen, fíggjar­ mála­ráð­harri. Afturmeldingar Fíggjarmálaráðið hevur fingið nakrar afturmeldingar frá fyri­tøkum um, hvussu Keyps­portalurin eigur at arbeiða. Eitt sum hevur verið ein partur av útboðnum, er hvat vektar hvussu nógv, tá ið til­ boðini verða vurderað. Prísurin vektar so at siga altíð 50 prosent, men onkur mælir til, at tað er betri at seta krøv enn vekt­ing á onn­ ur viðurskifti. Fyri­tøkur­nar halda, at tað er lættari at fyri­halda seg til krøv, tá ið til­boð skulu gerast. KT-vinnan mælir til, at alt KT omanfyuri 50.000 verður bjóðað út á sma hátt sum tað sum verður mett at kosta meira enn 800.000 krónur. Fíggjarmálaráðið mælir tí í frágreiðingini til, at 800.000 krónur markið verður slept og at tað í staðin verður krav, at alt omanfyri 250.00o krón­ ur verður útboðið alment. – Reglurnar um keyp av vørum og tænastum hjá land­inum eru framvegis rætt­iliga nýggjar, og landið er tí enn í einari tilvenjing at byggja upp eina veruliga keyps­mentan. Mælt verður tí frá at gera størri broytingar í rund­skrivi og Keypsportali, skrivar fíggjarmálaráðið. Gjøgnumskygni Grundleggjandi byggir Keyps­portalurin á tríggjar megin­reglur: virði fyri peng­unum hjá tí almenna, gjøgnum­skygni og at fremja kapp­ing­ina. Gjøgnumskygni eydnast væl, tí alt sum verður boð­ið út liggur frammi á Keyps­portal­inum og ein kann síggja, hvør hev­ur bjóð­að og hvør hevur vunnið tilboðið. Tað gevur eisini eina meira sjónliga kapping, tá ið tað sæst hvør tað er sum bjóð­ar og hvør tað er sum vinnur. At tað almenna eisini á hend­an hátt vísir viðing fyri, at tað eru skattaborgarans peng­ar, arbeitt verður við, er sjálv­andi eisini ein fyri­mun­ ur. Bæði stjórarráð og al­ mennir stovnar hava brúkt Keypsportalin síðani hann fór at virka. Seks ferðir ehvur KT Landsins biðið um tilboð gjøgn­um Keypsportalin, meðan Landsverk fimm ferðir hevur brúkt hendan møgu­leikan. Landsverk eigur størstu upphæddirnar – serliga tí stovnurin hevur keypt fleiri bilar á hendan hátt. Størsta einstaka upphæddin er ein bilur við serligari rampu fyri 520.000 krónur. Tráðleysa KT-netið til Landssjúkrahúsið kostaði góðar 400.000 krónur. – Vit halda, at tað er ómeta­liga gott, at vit hava fingið hetta slag av gjøgnum­ skygni og vit halda eisini tað er gott, at øll sleppa framat at bjóða, sigur Høgni Thomsen, Teldutænastan. Kærur Tá ið tilboð verða givin, so er hetta beinleiðis kapping fyri veitararnar. Tí er avgerandi,a t reglurnar eru greiðar. Ongin kærustovnur er at taka sær av málunum, sum koma inn, men stjórnar­ráð­ ini skulu sjálvi taka sær av kærunum. Higartil er bert ein kæra komin inn. Hon var í sambandi við, at Almannavekrið skuldi keypa skrivstovuinnbúgv. Ein tilboðsfyrispurningur var sendur til tríggjar veit­ arar, men Almannaverkið valdi ikki at taka av bíligasta til­boð­num. Hetta var kært, men kær­ an fekk eina ómetaliga klom­ bruta viðgerð, áðrenn hon endaði í fíggjarmálaráðnum. Ráðið segði klárt, at talan var um eitt mistak, men onki kann gerast, tí so nógv tíð var fráliðin. TAKS kom í miðlarnar, tá ið eisini tríggjar fyritøkur fingu tilboðsfyrispurning. TAKS tók av dýrasta til­ boð­num, men hetta fekk so stóra umrøðu í miðlunum at TAKS eftir boðum frá fíggjar­málaráðnum valdi at bjóða út av nýggjum. 20 prosent bíligari fyri landið við keypsportali Í 18 mánaðir hevur Keypsportalurin virkað – tað hevur spart landinum pengar politikkur Tilmæli til broytingar: • Flestu útboðini á Keypsportalinum liggja væl undir 800.000 kr., sum er markið fyri at útboð skal bjóðast út umvegis Keypsportalin. Tí verður mælt til at lækka markið fyri útboð á Keypsportalinum niður á 250.000 kr. • Mælt verður somuleiðis til at lækka undantakið fyri KT-veitingar frá 800.000 kr. niður á 250.000 kr., soleiðis at rundskrivið frameftir verður galdandi fyri KT-veitingar, har virðið á sáttmálunum er omanfyri 250.000 kr. • Rundskrivið leggur upp til, at stór vekt eigur at verða løgd á prísin. Mælt verður tí til at áseta í rundskrivinum, at prísurin skal vekta í minsta lagi 50%, og at eingi einstøk viðurskifti kunnu vekta minni enn 5%. • Mælt verður til at eggja kommunum at nýta Keypsportalin, eins og byggiverk-ætlanir landsins eisini eiga at verða bodnar út umvegis Keypsportalin. – Vit hava sjálvandi nógv eftir at læra, men hetta sparir landinum pening, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum