hósdagur 16. juli 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Grafiskt snið/layout:
Pætur Eyðunsson Jensen
Uppseting: Sosialurin,
Tekniska deild
Prent: Prentmiðstøðin
Miðlahúsið:
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Vikuskiftisredaktørar
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Eirikur Lindesnkov
eirikur@sosialurin.fo
Lýsingar
Frida Mellemgaard,
lýsingasamskipari
lysing@sosialurin.fo
tel. 341826
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
17. juli 2015
Nú er tað greitt, at eingin ting
fundur verður fyrrenn á ólavsøku
Tað er neyðugt hjá andstøðuni at fáa í
minsta lagi tríggjar samgongumenn at skriva
undir áheitanina á tingformannin um at
kalla tingið saman. Eingin samgongumaður
tekur undir við áheitanini hjá andstøðuni.
Tíðin er farin at ganga undan, og harvið
hevur tað ikki stóran praktiskan týdning, at
tingið ikki kemur saman fyrrenn politiska
nýggjársdagin.
Talan er um lítið gjøgnumskygda bíði
støðu, sum er politisku Føroyum so líkur.
Miðflokkurin í samgongu hevur fleiri
ferðir givið til kennar, at hann heldur, at
løgmaður eigur at leggja frá sær nú beinan
vegin, tí hann hevur sagt ósatt fyri tinginum.
Bill Justinussen og Poul Michelsen, for
maður í Framsókn, skiftu orð um spurningin
í sjónvarpinum týskvøldið. Teir vóru samdir
í, at um skipanini skal vera lív lagað, so eigur
avleiðingin fyri løgmann av niðurstøðuni hjá
Gammeltoft-Hansen at vera, at hann leggur
frá sær alt fyri eitt.
Lítla tingmanningin hjá miðflokkinum
dregur ikki altíð eina línu. Men hóast bæði
Bill og Jenis í hesum føri fara at hava sama
sjónarmið sum andstøðan, so munar tað ikki
í politisku rættvísini, sum er grundað á at
telja upp í 17. Sambandsflokkurin og Fólka
flokkurin eiga 18 av teimum 33 í tinginum.
Tiltikið er tað, tá ið Anfinn Kallsberg løg
maður hevði tvær ólavsøkurøður uppi á sær.
Eina, sum hann fór at halda, um samgongu
stevið var frægari, og eina, sum hann fór at
halda, um tjóðveldismenn ikki avmonteraðu
politisku bumbuna, sum teir høvdu lagt
undir løgmann. Ólavsøkumorgun avmon
teraði tjóðveldið, og so helt løgmaður fyrru
røðuna. Kaj Leo Holm Johannesen fer ikki at
hava fleiri útgávur av røðuni við sær í tingið
ólavsøkudag. Í løtuni arbeiðis umsitingin við
løgmansrøðuni. Talan er um síðstu røðuna í
hesum valskeiðnum, tí verður hon afturlít
andi. Løglistarnir hava ofta verið langir. Um
hann verður langur ella stuttur hesaferð er
ilt at vita. Vit eru í bíðistøðu.
Løgmaður kann finna upp á so mangt, og
um enn hann velur at útskriva val ólavsøku
dag og harvið tekur fusin av andstøðuni og
miðflokkinum og slepppur undan uppskot
inum um nøs frá formansskapinum, ella um
hann bíðar í nakrar vikur, so nærkast løtan,
tá ið løgtingið skal á vektina hjá veljarunum,
og so verður nýtt samgonguskjal skrivað og
nýggjur løglisti lagdur fram.
Politiska skipanin og
politikkurin bíða, og tað
gera veljararnir eisini.
Frá øðrum ársfjórðingi í fjør
til annan ársfjórðing í ár er
brúkaraprístalið farið 1,2 prosent
niður, skrivar Hagstovan
Tað eru príslækkingar í nýtslubólkinum býli,
sum hava ávirkað brúkaraprístalið mest
seinasta árið. Rentan á íbúðalánum er farin
9,3 prosent niður, og prísurin á brenniolju til
húsarhald er lækkaður 11,8 prosent. Saman
lagt er býliskostnaðurin farin 4,7 prosent
niður.
Prísirnir eru eisini lækkaðir í fleiri øðrum
nýtslubólkum. Klædnaprísirnir eru lækkaðir
1,4 prosent, flutningsprísirnir eru farnir 1,7
prosent niður, meðan príslækkingin í nýtslu
bólkinum ymiskar vørur og tænastur hevur
verið 2,3 prosent.
Mesti prísvøkstur seinasta árið hevur
verið í nýtslubólkinum rúsdrekka og tubbak,
2,2 prosent.
Prísirnir á matvørum – samanlagt – hava
so at siga staðið í stað seinasta árið. Mestu
broytingarnar eru, at kaffi er dýrkað, og kjøt
er vorðið bíligari.
Annan ársfjórðing hækkaði brúkara
prístalið 0,4 prosent samanborið við fyrsta
ársfjórðing. Mesti prísvøkstur hevur verið í
nýtslubólkunum flutningur, 1,7 prosent, og
býli, 1,5 prosent. Mesta príslækking hevur
verið í nýtslubólkinum innbúgv, húsbúnaður
og líknandi, 0,8 prosent. Matvøruprísirnir
eru farnir 0,3 prosent niður seinasta árs
fjórðingin.
Annan ársfjórðing var brúkaraprístalið
117,7 samanborið við 117,2 fyrsta ársfjórðing.
Noreg er tað norðurlandið, sum hevur
besta umdømið millum fólk kring
heimin. Bert Kanada hevur betri
umdømi í heiminum
Stovnurin Reputation Institute hevur spurt
48.000 fólk um, hvat tey halda um tey ymsu
londini í heiminum, og niðurstøðan er, at
Kanada hevur tað besta umdømið.
Næst á listanum er Noreg, sum samstundis
er norðurlendskur vinnari. Norðurlond standa
seg sum heild væl á listanum – Svøríki er
nummar 2, Finland nummar 6 og Danmark
nummar 8.
Tað eru bæði beinleiðis upplivingar og ein
fatan av teimum ymsu londunum, sum fólk
hava brúkt í teira svarum.
Í niðasta enda á
listanum eru lond sum
Irak, Iran og Pakistan,
meðan Rusland, Kina
og Turkaland liggja
niðarliga á listanum.
Politikkurin er í bíðistøðu
Bíligari at liva í Føroyum
Noreg hevur
best umdømið
brúkaraprístal
Les eisini blaðið
á telefonini
At vera 34,
við barn og lesa
millum »12« tøl
Klumma
Síða 15
Tað ringasta er
at síggja børnini
millum flóttafólk
Finn Hansen
síða 12-14
Visti tú?
1. apríl búðu
20.292 fólk í
Tórshavnar kommunu
– 282 fleiri enn
somu tíð í fjør
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000