hósdagur 16. juli 2015síða 32
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. juli 2015
sosialurin 81
32
G! er farið av bakkastokki, og tað
merkir, at hundraðtals ungdómar
ferðast úr øllum landinum til
tjaldingarøkið í Gøtu. Tjaldingin er
fyri mong ein stórur partur av G!
festivalinum, og á hvørjum ári eru
nógv fólk og gott lív í á økinum.
Summi keypa sær enntá atgongd til
tjaldingarøkið uttan nakrar ætlanir
um at yvirnátta, men bert fyri at
sleppa inn at hitta aðrar ungdómar.
Hendan myndin er tikin um
middagsleitið hósdagin, men longu
mikudag byrjaðu tey ungu at seta upp
tjald á økinum.
Danska veðurstovan DMI boðar frá
regni alt vikuskifti, men vónandi ávirkar
tað ikki hugagóðu tjaldararnir, sum nú
eru til reiðar at njóta tónleikin, hugnan
og víðagitna tjaldingarøkið á G!.
Stóra tjaldingarviku
skiftið fyri framman
Uni Holm Johannesen
Yrki: Tíðindamaður
Bústaður: Tórshavn
Hvat ætlaði tú at blíva, tá ið tú bleivst vaksin?
Tað var so grúðiliga nógv. Njósnari, sjónleikari, bókavørður,
kovboy, fuglaskrímsl, tyrluskipari. Men journalistikkurin varð skjótt
mín størsta passjón.
Hvat átti hitt kynið vita um títt kyn?
Eg skal ikki svara fyri hinar, men tað kemur fyri, at eg pelli fyri at
sleppa undan at fáa skeld.
Hvat áttu børn vitað um at vera vaksin?
At lívið er ofta monotont og keðiligt, og tað er í fínasta lagi.
At lívið hevur sínar saftigu síður, og sínar minni saftigu síður.
At tað ræður um at hava eina realistiska tilgongd til lívið. At
løtuvinningar eru ikki nógv verdir. At tú fellur ikki uttanfyri tað
normala, um gerandisagurin er fátáttaður. At kjarrgalna tráðanin
eftir lukkuliga lívinum, sum bombarderar teg frá øllum ættum, er
høpisleyst gykl.
Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til veruleika?
At eg eri so priviligeraður, at eg havi tað gott og sleppi at gera
tað, sum eg tími best, er ein dreymur, sum eg verði alsamt meira
fegin um, sum tíðin gongur. Tað ljóðar sum ein kliche, men
tavadenn, tað passar.
Um tú tordi, so hevði tú?
Sett skúlagongdina á standby,
rivið skítfult av mánaðum úr
kalendaranum, fari út í heim at
sansa og uppliva tað, eg bara lesi
um í bókum og fjølmiðlum og síggi í
sjónvarpinum. Men eg tori ikki.
Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað?
Eg skal nokk byrja við mær sjálvum. Eg vil fegin duga betur
at taka í egnan barm, at vera meira opin og lurta eftir øðrum
sjónarmiðum og taka til mín og viðurkenna, at eg havi ikki
altíð rætt. At brúka dialogin sum høvuðsamboðið at koma til
niðurstøður. Men so eisini, at tey fólkini, sum fara upp í politikk
sum idealistar og samvitskufull menniskju, men enda við at brúka
politisku skipanina til egnan vinning, mintust, hvar tey komu frá.
Nær var tú seinast veruliga ovfarin?
Tað var nokk, tá ein vaktarmaður hjá Helle Thorning veittraði við
mínum súru undirbuksum. Eg hevði ikki tømt mær ryggsekkin, tá
eg tveitti telduna í og skundaði mær á tíðindafund, tí Thorning
skuldi útskriva val. Tað vardi meg ikki, at allar taskurnar skuldu
kannast við inngongina. Vaktarmaðurin fann ongan knív í
ryggsekkinum, bara einar skitnar undirbuksir. Hann staðfesti
stillisliga, at her var nokk eingin vandi á ferð.
Tað seinasta, tú hevur lært, er?
Veit ikki, um eg nakrantíð læri tað, men eg royni at minnast til,
at tað, sum kann níva meg í gerandisdegnum, og sum fær meg
at taka synd í mær sjálvum, er faktist ein fullkomiliga idiotisk
petitessa, tá onnur verða fødd til ræðuliga líðing og bardaga at
yvirliva.
Tann støðugt ringa samvitskan snýr seg um?
Tann konstanta kenslan av, at eg fái ikki nokk burturúr, og at tað,
eg avhendi, kundi verið nógv betri. At eg hugsi ov lítið um tey,
sum eru illa stødd og tað djevulska órættvísi, tey eru fyri, meðan
eg ikki rætti teimum eina hond.
Enda setningin: Føroyingar áttu at:
...so forferdiliga nógv. Sett krøv, tá politiska støðið er so vánaligt
og arrogant, at tað rópar til himmals. Verði deyðatroyttir av, at
einki fær avleiðingar. Verði provokeraðir, tá løgtingsformaðurin
ikki er meira at sær komin enn at rópa oman einar trappur, at
hann hevur onga viðmerking. Havt størri virðing fyri serfrøðini.
Hildið uppat við háðandi at funnist at teimum, sum áhaldandi
geva sítt ískoyti til almenna kjakið. Og so burdu føroyingar
eisini av álvara gagnnýtt tað veldiga potentialið, sum er í hesum
landinum.