mánadagur 20. juli 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. juli 2015 · Nr. 82
Mánadagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Eirikur Lindenskov
Redaktiónin
red@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tekniska deild
t@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein
Í 2009 varð promillumarkið
fyri bilførarar lækkað úr 0,5
niður í 0,2, og hetta hevur
givið úrslit í ferðsluni, stað
festir nýggja álitið um rús
drekka- og rúsevnispolitikk,
sum
Almannamálaráðið
legði fram fríggjadagin.
– Tøl frá løgregluni árini
2008 til 2014 vísa eisini greitt,
at talið av ferðsluóhappum
orsakað av rúsdrekka eru
í minking. Í 2008 vóru 165
ákærur móti persónum fyri
at bróta ferðslulógina vegna
promillukoyring og í 2015
vóru 105. Talið hevur verið
støðugt fallandi hesi árini,
undantikið í 2010 – árið eftir,
at ferðslulógin varð herd.
Tá varð talið av ákærum 99,
stendur at lesa í álitinum.
Har verður eisini víst á, at
jaligi virknaðurin av at seta
promillumørkini niður sæst
bert aftur, um reglan verður
handhevjað.
– Besti mátin at hand
hevja ásetingina er við at
steðga tilvildarligum bilfør
arum og lata teir blása í
alkoholmátarar.
Hand
hevjanin eigur at verða
stuðlað av upplýsingarher
ferðum, ið hava til endamáls
at tryggja, at fólk vita, hvat
hendir, um tey verða steðgað
av løgregluni.
Í rúsdrekkapolitikkinum
verður mælt til at tryggja, at
lága promillumarkið verður
handhevjað. Eisini verður
mælt til framhaldandi at
stuðla hesi handhevjan við
upplýsingarherferðum.
eydun@sosialurin.fo
Samfelagið hevur brúk fyri, at
myndugleikar, stovnar og fólk hava
eftirlit við, at landsins lógir verða
hildnar. Brotsverk skulu fyribyrgj
ast, steðgast og uppklárast. Grund
leggjandi eftirlit eru løgreglan og
tollvaldið. Hóast vit vanliga rokna
Føroyar sum eitt av heimsins bestu
og tryggastu samfeløgum at liva í,
hava vit eisini vit brúk fyri eftir
ansandi myndugleikum.
Seinastu dagarnar hava vit tó
upplivað tvey dømi, sum kunnu
seta spurnartekin við, hvussu eftir
lit verður framt og útint, og sum
styrkja upp undir argument um, at
politi og tollvald ikki eiga at hava
óavmarkaðar møguleikar at fremja
sítt arbeiði.
Í farnu viku var stórsligin
politiatsókn í Klaksvík, har fleiri
adressur vórðu kannaðar fyri rús
evni. Løgreglufólk, hundur og út
gerð ryktu út – helst eftir eitt stórt
forarbeiði, sum er loyniligt fyri
almenninginum. Tá ið løgreglan
síðani sendi tíðindaskriv út um at
sóknina, tóktist avrikið ikki verða
serliga
sannførandi.
Løgreglan
reypaði sær ikki við tí stóra fund
inum, men staðfesti, at tey høvdu
funnið eina »avmarkaða nøgd« av
rúsevnum og ymisk amboð, sum
verða brúkt til rúsevni. Trý fólk
vórðu handtikin – tvey teirra latin
leys aftur mest sum beinanvegin,
meðan tann triði var nakað longri
í varðhaldi. Tað tóktist ikki veru
liga, sum løgreglan hevði fingið
tað burtur úr umfatandi rann
sóknunum, sum tey høvdu ætlað.
Upp undir vikuskiftið hoyrdu før
oyingar eisini søguna um unga
kvinnu úr Klaksvík, sum varð tikin
av tollvaldinum á flogvøllinum í
Vágum og varð send tann stóra
túrin ígjøgnum skipanina. Hon
var kannað á flogvøllinum og
send í skannara í Havn, men einki
var funnið. Og tá ið kanningarnar
vórðu lidnar, var kvinnan sett av á
Farstøðini á náttartíð og mátti sjálv
syrgja fyri at koma heim.
Eingin er at ivast í, at myndug
leikarnir ganga høgt upp í sítt
arbeiði og leggja dent á at gera
tað ordiligt, men tá ið slík søgan
sum tann við tollvaldinum – og
lutvíst tann hjá løgregluni – koma
fram, er tað ikki við til at styrkja
rættarkenslu og rættvísiskenslu
hjá fólki. Sjálvandi verða onkrir
hálvir ella heilir ’svipsarar’, men
teir kunnu skjótt taka burtur av
álitinum á politi og tollvald, og tí
mugu teir avmarkast so nógv sum
gjørligt.
Eftirlit skal verða, men tað skal
verða við máta, og tey, sum stíla
fyri eftirliti, mugu eisini brúka vit
og skil. Vit hava brúk fyri, at eitt
rímiligt forhold er millum eftirlit
og privatlív, og myndugleikarnir
mugu í fyrsta lagi gera sítt arbeiði
til lítar og í øðrum lagi vísa hógv.
Hendingarnar, sum tað verður
sipað til omanfyri, styrkja eisini
argumentini hjá teimum, sum ikki
vilja lata løgreglu og tollvaldið
óavmarkaðar møguleikar at kanna
og hava eftirlit við borgarum.
Tey, sum stíla fyri eftirliti,
mugu eisini brúka vit og skil
Eftirlit við máta
Lágt promillumark
gevur úrslit
Uppsjóvar
fiskur gevur
pengar í kassan
G! er
í góðum
formi
Umrøða
Síða 10-14
Fiski
vinnan
bíðar eftir
nýggjari lóg
Tíðindi síða 9
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Færri fólk koyra ávirkað, og færri ferðsluóhapp eru
orsaka av rúsdrekka, eftir at promillumarkið var lækkað
Seinasta uppgerðin hjá Hagstovu
Føroya yvir útflutningin vísir, at
Føroyar fyrstu fimm mánaðirnar í
ár útfluttu vørur – í høvuðsheitum
alilaks og fisk – fyri 2,515
milliardir krónur. Hetta er 9 pro
sent meira enn somu tíð í fjør
Útflutningurin av alilaksi
var væl minni fyrstu fimm
mánaðirnar í ár enn somu
tíð í fjør. Í nøgd mink
aði útflutningurin við 13
prosentum, og virðið á
útflutninginum var 140
milliónir krónur minni.
Útflutningurin av upp
sjóvarfiski var nógv størri
teir fyrstu mánaðirnar í ár
enn somu tíð í fjør. Í nøgd
vaks útflutningurin 86 pro
sentum, og virðið var 290
milliónir krónur hægri –
og tað var ein vøkstur á 143
prosent.
eydun@sosialurin.fo