Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juli 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. juli 2015 · Nr. 82 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Jóhan Pauli Helgason formaður í BLF Fríggjadagin 10. juli gjørdi KVF eitt innslag um master­ út­búgvingina í løgfrøði, hvar undir­ritaði, vegna BLF, gav til kenn­ar felagsins sjónarmið um útbúgvingina, m.a. viðv. marknaðarføringini av út­ búgv­ingini og upp­tøku­ treyt­unum til útbúgvingina. Inn­slagið fekk Bárð Larsen, út­búgvingarleiðara á Fróð­ skap­arsetrinum, at gera við­ merk­ingar til tað sum varð borið fram. Til tess at beina burtur møguligar mis­skilj­ ing­ar, skal undirritaði vegna nevnd­ina í BLF, lýsa okkara sjón­ar­mið gjøllari. Innslagið í Degi og Viku 10. juni Í sambandi við bandaðu sam­ røðuna við KVF til tíð­ind­ini í degi og viku legði eg dent á, at BLF heldur tað vera sera jaligt, at nýggjar út­búgv­ ingar verða settar á stovn, sum taka støði í før­oysk­um viðurskiftum, at aka­dem­iska um­hvørvið og Fróð­skapar­ set­ur Føroya verður ment og at vit fáa eitt meiri fjølbroytt lestrarumhvørvi, sum bæði so og so er mennandi fyri før­oyska samfelagið. BLF heldur stutt sagt, at tað er eitt frambrot, at Fróð­ skapar­setrið megnar at seta á stovn nýggja útbúgving í løgfrøði. Hetta kann ikki sigast annað enn at vera før­ oyska samfelagnum at frama og var tað týdningarmikið fyri okkum, at hesin boð­ skap­urin eisini kom fram. Tí­verri valdi KVF at klippa hend­an partin av boð­skap­i­ num burtur. Tá tað er sagt, so er orsøk­ in til, at vit valdu at stilla upp til samrøðu við KVF, at hetta var eitt evni, sum fleiri lim­ir hava gjørt vart við, og sum vit í nevndini hava við­ gjørt fleiri ferðir. BLF var á fundi við leiðsluna á setri­ num í fjør heyst, hvar vit heittu á Fróðskaparsetrið um at broyta lýsingina fyri útbúgvingina. BLF helt lýsingina vera mis­vís­andi, serliga tí at hon tókt­ist at javn­seta 2 ára kandi­dat­út­ búgvingina í løgfrøði við 5 ára útbúgving innan løg­ frøði. Onkrar smávegis til­lag­ ing­ar vórðu síðani gjørdar á heimasíðuni, tó at tað fram­ vegis eru viðurskifti, sum vit kunnu fýlast á. Tá KVF hevði innslag um hesi viðurskifti í umbúna, metti felagið, at best var stutt at vísa á tað, sum vit halda eigur at verið tillagað m.a. á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum. Upptøkutreytirnar Í fyrsta lagi halda vit í BLF, at upptøkutreytirnar til út­ búgv­inginina eru ov linar, um tað sum stend­ur á heimasíðuni og leið­bein­ing­ ini til út­búgv­ing­ina, er rætt. Har stendur m.a. at “Til ber eisini at lúka krøvini um aka­demiska og viðkomandi undan­útbúgving við at vísa á eftirútbúgving og roynd­ir. Sera viðkomandi eru tikin stakskeið í lóg á Fróð­skap­ ar­setrinum. Við­kom­andi roynd­ir kunnu vera í um­sit­ ing av lóggávu, leiðsla hjá stovni ella fakfelag, sitið í kommunustýri ella á tingi, starv í grannskoðan ella øðr­ um eftirliti.” Eftir okkara tykki er tað ikki í lagi, at tað sbrt. formligu upptøkutreytunum skal bera til at koma inn á eina master útbúgving í løgfrøði, uttan at hava eina grundútbúgving ella ein bachelor fyrst. Hetta hava vit eisini heitt á Fróð­ skap­arsetrið um at broyta, tó at tað ikki varð gjørt. Bárð­ur Larsen vísir tó á, at hetta ikki er so praksis, og eru upptøkukrøvini til útbúgvingina í veru­leika­ num, at ein skal hava ein bachelor í løgfrøði ella aðra bachelor-útbúgving við nóg mikið av løgfrøði ella viðkomandi royndum, tó uttan at koma nærri inn á, hvar markið gongur. Tað vil siga, at teksturin á heima­ síðu­ni ikki er rætt­vísandi, og tískil heitir felagið enn eina­ ferð á Setrið um at tillaga tekstin, soleiðis at hann er í tráð við praksis og soleiðis, at tað meiri neyvt verður ásett, hvørji krøv verða sett til at koma inn á útbúgvingina. Heitið “Løgfrøðingur” Tá BLF í innslagnum heitir á Fróðskaparsetrið at um­ hugsa, um man fram­hald­ andi vil nevna tey, ið hava tikið kandidat í løgfrøði uttan undanútbúgving í løg­ frøði fyri løgfrøðingar, er hetta ikki, sum Bárður vísir á, út frá erkvisni ella smá­lig­ heit. Tað veit ein skila­góð­ur persónur sum Bárður eisi­ni. Sum fakfelag hava vit ein áhuga í, at faklig heiti ikki vera útvatnað ella missa sína tyngd. Hetta ger seg galdandi óansæð um vit tosa um løg­ frøð­ingar, bú­skap­ar­frøð­ing­ ar, samfelagsfrøðingar ella aðrar “ser”-frøðingar. Tað eigur sjálvandi at vera so­ leið­is, at fólk kunnu líta á, at viðkomandi persónur, ið velur at nevna seg ser­frøð­ ing í einumhvørjum, hev­ ur nóg mikið av fakligari barlast til at kunna kalla seg serfrøðing. BLF heldur sum útgangsstøði ikki, at ein master í løgfrøði er nóg mik­ið til at kunna kalla seg løgfrøðing, eins væl og ein master í búskaparfrøði ella stjórnmálafrøði í sær sjálv­ um ikki er nóg mikið til at kalla seg búskaparfrøðing ella stjórnmálafrøðing. Fyri at geva eitt einfalt hugs­að dømi, kunnu vit ímynda okkum, at ein lesandi sleppur inn á master-útbúgvingina við t.d. bachelor í námsfrøði ella sjúkararøkatarfrøði og stakskeiðum í lóg aftur­at. Eftir 2 ár á kandidat­út­búgv­ ing­ini í løgfrøði, kann við­ komandi kalla seg løg­frøð­ ing eins og ein, ið hevur tikið eina 4-5 ára langa út­búgv­ ing í fakinum. Tað er hetta, felagið vildi gera vart við í innslagnum, at tað er mun­ ur á útbúgvingunum og á førleikunum. Hetta skal ikki tulkast sum, at tað eina er betri enn hitt. Tað er ymiskt, hvørjir førleikar verða eftirspurdir, og tað kann jú hugsast, at tað í summum førum kann vera ein fyri­ mun­ur við eini saman­settari út­búgv­ing, eins og tað við­ hvørt er ein fyrimunur at hava eina fulla løgfrøðiliga út­búgv­ing. Tað veldst, sum sagt, um teir førleikar sum verða eftirspurdir. Í tráð við at útbúgvingar verða settar øðrvísi saman og nýggjar útbúgvingar síggja dagsins ljós, verður tað min­ni eintýðugt fyri arbeiðs­ gev­ar­ar, hvørjar førleikar tey lesandi á hesum nýggju út­ búgv­ing­unum hava. Tað er tí, at vit sum fakfelag siga, at tað nú áliggur arbeiðs­gevar­ um ein størri uppgáva at gjøgnumskoða, hvørjar fak­ lig­ar førleikar umsøkjarin í dag hevur. Meiri liggur sum so ikki í útsøgnum felagsins. Allir partar hava áhuga í, at vit hava eina felags fatan av, hvørjar førleikar og møgu­leikar okkara nýggju aka­dem­isku útbúgvingar geva. Tí hevur BLF í hyggju at biðja setrið um enn ein fund um hesi viðurskifti eft­ ir summarsteðgin. BLF umboðar ein fjøl­ broytt­an fakbólk og í nógv­ um førum kunnu tey ið hava tikið master­út­búgv­ing­ina í løg­frøði verða limir í BLF. Tey eru hjartans væl­komin og fer felagið sjálv­andi á ein­ hvønn hátt at javn­seta hes­ar limir við aðrar limir. Masterútbúgvingin í løgfrøði Eiðis kommuna setur forboð fyri at yvirnátta við húsvogni/bili Viðmerking til Bárð Larsen og innslagið í KVF Ivan Skorheim Formaður, Camping.fo Tað er púra beint av Eiðis kommunu at seta forboð fyri at yvir­nátta við húsvogni/ bili á almennum støðum. Teir hava jú eitt kampingpláss í bygd­ini. Vit hava í dag 20 kamping­ pláss kring oyggj­ar­nar í Føroyum, og tí er tað møgu­ ligt hjá øllum út­lend­ingum at fáa pláss at gista á einum kamp­ing­plássi. Fleiri av kamping­plássi­ num í Føroyum eru sera góð og hava allar hentleikar, so tí er tað eingin grund hjá nøkr­ um at standa við sínum hús­ vogni/bili á almennum stað um náttina. Her er jú pengar at for­ vinna, og kundu teir komið kamp­ing­plássunum til góð­ ar, so tey kundu betra sínar um­støður upp aftur meira. Eg vildi ynskt, at fleiri kom­mun­ur og tað almenna ann­ars, vildu gjørt meira við at víst útlendskum kamp­ist­ um á nærmasta kamp­ing­ pláss. Um útlendingar skulu stan­da á einum almennum ella privatum plássi, so skula teir, eins og føroyingar, spyrja ánaran um loyvið at standa har. Um so ánar­in gevur loyvi, ja, so er tað sjálv­ andi OK at teir yvir­nátt­ar. Eg var við húsvogni í Gjógv í fjør summar. Vit vóru á kampingplássinum, sum varð tikið í nýtslu í fjør. Eitt sera gott og noss­ ligt kampingpláss við góð­ um útsýnið. Meðan vit vóru har, sóu vit ein húsbil stan­ da á endanum á einum upp­ dyrk­ingarvegi og ein hús­bil á P-plássinum við kirkju­na, báðir síggja beint á kamp­ ing­plássið, sum er í bygdini. Teir skuldu sjálvandi heldur staði á kampingplássinum og goldið til plássið, so ferða­ vinn­an í økinum fekk peng­ ar, heldur enn at eingin far nakað burturúr. Vónandi fara fleiri komm­ un­ur og landið annars at verða meira úti um seg. Nakrir persónligir tankar. www.gevidblod.fo VILT TÚ GEVA BLÓÐ? Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað. Ein posi av blóði kann bjarga upp til trimum mannalíum